leitiloyvi á landgrunninum, er ein reint amerikanskur bólkur. Tað eru oljufeløgini Texaco, Conoco og Murphey. Herfyri var eisini enn eitt amerikanskt oljufelag, Arco við í bólkinum. Tað er nú uppkeypt av BP Amoco [...] Leit-ingarstjóri hjá Texaco er Donal Driscoll og er hann eisini samskipari av bólkinum. Vit spurdu hann, eftir at teir høvdu latið umsóknina inn til Oljumálastýrið, hvat teir leggja dent á í sambandi [...] gera íløgur í eitt nú í útbúgving. Hetta er nakað, sum eg haldi føroyingar veruliga kunnu fáa fyrimunir av. Donal Driscoll er fegin um, at teir hava fingið ein føroyskan stjóra at hjálpa teimum at taka
spontan, impulsiv, fleksibul og á ein hátt sera elastisk. Føroyska lyndið gevur altíð rúm fyri broytingum og óvæntaðum viðurskiftum, og hetta er eftir mínum tykki ein fantastiskur eginleiki, sum virkaði [...] kann virka avmarkandi og bindandi fyri sínar íbúgvar, er Renate greið. - Víst er sosiala kontrollið sterkari í lokalsamfelagnum, men mín niðurstøða er framvegis, at tú hevur betri fortreytir fyri at liva [...] vilja vita, hvat tú gert. Í teimum mentanum, eg havi livað í, er tað um-vent, sigur Renate, sum vísir aftur, at hetta eru ov grovar generaliseringar. - Sjálvsagt kann alt ikki skerast yvir ein kamb, men
Hevur tú fingið játtandi svar er góð orsøk til at frøast. Frammanfyri bíðar ein spennandi tíð, sum ikki altíð er so ljósareyð, men har stutt er ímillum avbjóðingarnar. Tær fyrstu standa longu í durinum [...] føroyingarfeløg, sum lesandi føroyinar, eins og tú, mynda. Melda teg inn í føroyingafelagið í tínum býi. Eisini er tað eitt gott hugskot er at tekna seg sum lim í MFS, sum er felag teirra føroysku lesandi. MFS [...] dreymaútbúgvingina er lætt at taka hesa avgerð, men ert tú komin inn á eina av teimum lægri prioriteraðu útbúgvingunum, er orsøk til at hugsa seg væl um og kanna eina eyka ferð hvat hendan útbúgvingin
at veita. Og spurningurin er, um so nógv orsøk er til at harmast ta gongdina. Burtursæð frá nostalgiini. Ein vinningur við at hevja læraraútbúgvingina upp á akademiskt støði er, at tá fer at bera til at [...] skúlanum. Ein av orsøkunum er heilt givið, at undirvísingaramboðini, serliga úrvalið av bókum er ov lítið. Hetta kunnu kommunurnar gera nógv meira við, enn tær gera í dag. Í flestu øðrum londum er framleiðslan [...] framleiðslan av undirvísingartilfari og serliga útgávan av skúlabókum ein framúr góð forrætning. Soleiðis er ikki her hjá okkum, har næmingatalið er so lítið. Tað ber heilt einfalt ikki til at gera undirvísingarbøkur
halda. Vit hava enn ikki funnið stevið í fiskivinnuni. Ein loysn er í dag, ein onnur í morgin og í ovurmorgin er ein nýggj loysn fyri fiskivinnuna. Hvat er um at verða?? Sjúrð? Andrias sáli, segði? tað var [...] tilveran er tengd at forsjónum. At Gunnar talar um hetta stóra landið í skaldavendingum, er skaldskapur. Summar dagar heldur tú, at hetta landið er stórt, men so aðrar dagar kennur tú tað eins lítið sum [...] tykkum, hetta er ein hýsumurtur, ið sigur hetta! Tá ið bygdirnar eru drignar so upp á tráð, at tað eru einans tóm hús, ið standa og gána úti á bygd, tá er alt farið. Stórt spell! Tá ið øskukalt er úti á bygd
øðrvísi krøv til flokkarnar til áhaldandi at menna seg fyri at fylgja við. Ein av gomlu og siðbundnu politisku hugsjónunum er konservatisman, og vit hava sett konservativa politikaranum og danska utta [...] og hann heldur at nýggja rákið passar konservativu hugsjónini sum fótur í hosu. -Tey nýggju málini er ein gáva til konservatismuna, tí hvar var konservatisman í stættarsamfelagnum? spyr uttanríkisráðharrin [...] Fyri at gera tað, má samfelagið fyri alt ikki býtast sundur, men verða varðveitt sum ein eind. Júst eindarsamfelagið er eitt heitt politiskt evni í dag, har serliga trupulleikarnir viðvíkjandi innflytarum
lutakastið, hvørjir hesir báðir næmingarnir skuldu vera, og fall tað á ein amerikanara úr Kalifornia og ein føroying. Tað er ein mánað undan sjálvum tiltakinum, at tað verður kunngjørt, at vit skulu umboða [...] meðan tey koma spákandi inn. Onkur eldri limur í familjuni er við henda dagin, og tí ganga tey ógvuliga spakuliga inn á pallin. So tað er ein góð løta hjá okkum at standa og klappa. Langt um leingi setast [...] politiska yrkið, tí tað er ein stór uppgáva at taka á seg. Aftaná prís-handanina fari vit á eina sokallaða privata reseptión, har pinnamatur og okkurt at drekka er at fáa. Tað er her, at vit fáa høvi at
ættleiða. Men hvat so um tey skiljast? Kann konan (sum tá verður støk) ættleiða barnið? Er tað tryggari at eiga eina einliga, fríska mammu, enn tað er at eiga eina fríska mammu og ein pápa, sum er 90% frískur [...] kunnu ættleiða? Lat okkum ímynda okkum eina konu og ein mann, sum ynskja at ættleiða. Ein treyt sum tey skulu lúka, er at teirra heilsustøða skal vera góð. Tað vil siga, at um tað vísir seg, at til dømis [...] verða sett teimum sum ættleiða. Har fekk eg at vita, at ein treyt fyri at ættleiða er, at tú skalt hava ”forsvarlige økonomiske forhold”. So er tað at eg spyrji: Tey sum hava brúk fyri dupultum lestrarstuðli
veruliga - hann bara er. Ein treyt fyri at liva sum man hugsar - tað er sjálvsagt, at man hugsar. Ein treyt fyri at kunna standa við síni ideal - tað er at man hevur nøkur ideal. Og tað er í dag ofta vanligt [...] eisini sigur so. Men tað er ikki so. Okkurt býr í øllum. Onkustaðni inni í tykkum er ein rødd sum sigur: Hetta er tað, eg haldi! Hetta eru míni virði! Hetta er mín áhugi - tað er hetta, eg vil! Tann sum [...] - og hóast hetta er ein serlig tíð hjá tykkum, so ger tað ikki tykkum til nakað serligt. Tað er tvørturímóti nettupp tað, sum er tað serliga - at tað ikki er so serligt. Tað serliga er, at í Føroyum kunnu
okkum siðvenjuforstokkaðu innføddu eitt lítið skump afturat út í ein víðari sjónarring. At hann nú er farin bara at fylgja, sum fyri er slóðað og apa eftir øðrum, duga vit ikki at skilja, tí vit halda [...] halda vera teirra søk. Gongda leiðin er onkursvegna at útvega taliban- og al-keidastuðlum annan møguleika til lívsins uppihald, tí matur í munn til konu og børn er, eins og hjá okkum sjálvum, tað mest átrokandi [...] góði vinur, Ole Vick (seinna navnið er kanska ikki stavað rætt), veruliga var fallin í heimspopulistiska frælsis-uttan-ábyrgdar-flórin. Vit hava altið hildið Ole vera ein av okkara mongu, góðu tilflytarum