Nýggju evnini eru ein gáva til okkum

-Tað passar okkum nógv betri, at politikkur er farin at fevna um mál sum umhvørvi, innflytaramál, etik og yvirgang, tí hesi liggja nógv betur til konservatismuna enn tá politikkur var var stættarbýttur í ídnaðarsamfelagnum, sigur konservativi politikarin og danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, sum um vikuskiftið vitjaði á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum

"Vinstra høgra vinstra høgra tað er rætta lagið". Fyri at læra børnini at ganga syngja vit í barnagarðinum um at vinstra og høgra bein mugu samstarva fyri, at vit kunnu finna rætta lagið.
Stóran part av farnu øld var semja um, at tað var rætta lagið at býta politisku flokkarnar í vinstra og høgra. Siðbundna býtið millum høgra og vinstra stavar frá ídnaðarsamfelagnum, har bláu kapitalistarnir og reyðu sosialistarnir stríddust um at býta virðini. Ídnaðarsamfelag er í dag farið í søguna, og vit hava í dag eitt samfelagið, sum grundleggjandi øðrvísi enn fyri bert 30 árum síðan.
Tað ber ikki til longur til at avmarka politikk til at snúgva seg um skatt, løn og sosialar ábøtur av ymiskum slag, tí onnur meira virðislødd mál hava stungið seg upp á samfelagskjakinum. Í rúgvuni kunnu nevnast umhvørvi, innflytaramál, yvirgangur, menningarhjálp, harðskapur og etisk mál.
Sonevndu virðisløddu málini gera eisini sítt til, at býtið millum høgra og vinstra í politikki gerst kámari og kámari. Nýggju málini seta øðrvísi krøv til flokkarnar til áhaldandi at menna seg fyri at fylgja við.
Ein av gomlu og siðbundnu politisku hugsjónunum er konservatisman, og vit hava sett konservativa politikaranum og danska uttanríkisráðharranum, Per Stig Møller, stevnu til eitt prát um, hvussu nýggja rákið við málum sum innflyting og yvirgangi passar til konservativu lívsaskoðanina.

Sum fótur...
Per Stig Møller tykist ikki verða fjálturstungin av stóru broytingunum, sum hava verið á politiska kjakinum seinastu árini seinastu árini-heldur tvørturímóti-. Fyrrverandi formaðurin í Konservativa flokkinum í Danmark hevur skrivað fleiri bøkur um konservativu lívsáskoðanina, og hann heldur at nýggja rákið passar konservativu hugsjónini sum fótur í hosu.
-Tey nýggju málini er ein gáva til konservatismuna, tí hvar var konservatisman í stættarsamfelagnum? spyr uttanríkisráðharrin.
Hann vísir á, at stuðulin fyri Konservativa flokkurin í Danmark altíð hevur fevnt breitt, og at stuðulin gekk tvørtur um stættir í einum annars stættarbýttum samfelag.
-Í gamla býtinum vóru vit flokkurin hjá yvirklassanum, arbeiðarum, húsmøðrum, embætisfólki og pensionistum. Tað kendist ofta eitt sindur margháttligt, at vit sum flokkur fevndu yvir fleiri stættir, tá samfelagið í stóran mun var stættarbýtt, fortelur Per Stig Møller.
-Tað passar okkum nógv betri, at politikkur er farin at fevna um mál sum umhvørvi, innflytaramál, etik og yvirgang, tí hesi liggja nógv betur til konservatismuna. Okkara aðalmál hevur altíð verið, at eitt samfelag má og skal hanga saman. Vit skulu tryggja, at samfelagið verður latið komandi ættarliðum í góðum standi. Fyri at gera tað, má samfelagið fyri alt ikki býtast sundur, men verða varðveitt sum ein eind. Júst eindarsamfelagið er eitt heitt politiskt evni í dag, har serliga trupulleikarnir viðvíkjandi innflytarum og teirra rættindum fær størri og størri ávirkan á samfelagskjakið, greiðir 62 ára gamli uttanríkisráðharrin glógvandi frá.
Í hesum viðfangi fortelur hann frá, at hugtakið "´Sáttmáli millum ættarliðini" framvegis er ein aðaltáttur í konservativu lívsáskoðanini, hóast stórar rembingar hava verið í heimurin seinastu áratíggjuni.
-"Sáttmálin millum ættarliðini" snýr seg um, at vit virða tey, sum vóru undan okkum. Vit skulu ikki oyðileggja tað, sum ættarlið undan okkum hava bygt, tí vit liva bara einaferð, og eftir okkum kemur eitt nýtt ættarlið. Tekur tú eitt nú umhvørvispurningin, so síggja vit umhvørvið sum eitt náttúru virði, ið vit hava fingið frá okkara forfedrum. Velja vit til dømis fullkomiliga eirindaleyst at kapitalisera allan fiskin, verður einki hjá komandi ættarliðum at fiska, og tá virða vit ikki sáttmálan millum ættarliðini sigur Per Stig Møller.
Spurdur, hvørji høvuðsmál konservativir flokkar eiga at seta sær í framtíðini, svarar uttanríkisráðharrin málið eigur at vera at samantvinna individuella frælsið við sosialari ábyrgd.
-Vit skulu hava eitt samfelag, har staturin skal vera nóg sterkur til at taka sær av teimum veiku, men ov veikur at knúgva tey sterku. Samfelagið skal seta treytir fyri borgararnar, men vit skulu samstundis eisini virða individuella frælsið. Fyritøkur mugu sleppa at virka frælst, tí tær eru lokomotivið í okkara vælferðarsamfelag. Konservatisman vil taka sær av teimum veiku í samfelagnum, og fyri at gera tað, mugu vit hava pengar í kassan til at gera íløgur í pensjónir og útbúgving. Pengarnir í okkara kassa skulu fyritøkurnar tryggja okkum við at útflyta teirra vørur, vísir Per Stig Møller á.

Floksskipanin
Seinastu 30 árini hava sonevndu virðisløddu økini verið gróðrarbotnur fyri fleiri nýggjum flokkum í Evropa.
Í Danmark komu Kristligu demokratarnar í kjalarvørrinum av liberaliseringini av porno, og tú kanst eisini av røttum siga, at Dansk Folkeparti hevur sínar røtur í innflytaratrupulleikanum í Danmark. Á sama hátt hava eitt nú Teir Grønu í Týsklandi vunnið seg fram millum størstu flokkar í Týsklandi í kjalarvørrinum av umhvørvistrupulleikunum.
Spurdur, um størri áherðslan á nýggju evni sum eitt nú yvirgangur, harðskapur og menningarhjálp fara at leggja lunnar undir nýggjun flokkar í framtíðini, svarar Per Stig Møller:
-Tað veldst um, hvussu meira klassisku flokkarnar fara at duga at yvirtaka nýggju evnini. Vit hava longu nú fingið fleiri flokkar, ið hava sítt grundarlag í evnum, sum klassisku flokkarnir ikki megnaðu at taka til sín. Persónliga minnist eg, at eg talaði ímóti, at vit Konservativu fóru ov sterkt út í kjakið um innflytararnar í Danmark, men tað var kanska eitt mistak, tí Dansk Folkeparti hevur sanniliga útnytta henda trupulleikan til fulnar. Hinvegin, so varð umhvørviøkið ongantíð til ein flokk í Danmark, tí vit Konservativu tóku økið til okkum alt fyri eitt, tá umhvørvistrupulleikarnir tóku seg upp í áttatiárunum, vísir Per Stig Møller á.
Danski uttanríkisráðharrin leggur afturat, at tað kann væl hugsast, at gamla styrkisbýtið við Radikala Vinstra, Vinstra, Konservativu og Javnaðarflokkinum, sum hevði sín uppruna í ídnaðarsamfelagnum, fer at broytast, tá nú onnur mál eru farin at stinga seg upp í politiska kjakinum. Dansk Folkeparti er eitt frálíkt dømi um hetta, tá flokkurin broytti gamla styrkisbýtið, tá flokkurin óvæntað gjørdist triðstørstur á fólkatingvalinum í 2001.

Nýtt snið
Gud, kongen og fædrelandet. Hesi trý hugtøkini vóru sambært konservatismuni grundarlagið undir gamla ídnaðarsamfelagnum. Í tráð við alsamt størri globalisering er grundarlagið undir ídnaðarsamfelagnum burtur, tí nýggjar skipanir hava tikið seg upp. Gamlar siðvenjur og virðir takka fyri seg, meðan nýggi post modernaði heimurin gevur okkum nýggjar umstøður og fortreytir í gerandisdegnum

Hvat leggur tú í hugtakið Gud, kongen og fædrelandet í dag?
-Eg haldi framvegis, at hasi hugtøkini eru kjarnan í okkara samfelag, men tey skulu nútímansgerast. Gud stóð fyri religón og religiónsfrælsi, og í fluttari merking kann tað í dag standa fyri tollyndi, har fólk í okkara samfelag skulu hava frælsið til at hava eina religión, sum tey kenna seg væl í.
-Leiklutin hjá kongi kann í dag flytast til okkara rættarsamfelag, har vit øll skulu fylgja somu lógum. Vit skulu ikki hava eitt uppbýtt samfelag, har tú t.d í Tórshavn hevur nakrar lógir, meðan tú eitt nú í Vágum hevur Sharialóggávuna, tí tað gongur snøgt sagt ikki. Vit mugu hava felags lógir í einum samfelag, sum øll verða noydd at halda.
-Fædrelandet vil eg yvirføra til tjóðina, sum við sínum siðvenjum og virðum hevur ein týðandi part í okkara samfelag. So sum sagt er Gud, kongen og fædrelandet framvegis galdandi í konservativum politikki, men bara í einum broyttum sniði.

National staturin
Herðnaðarmál og geopolitikkur. Undir stórum pørtum av kalda krígnum vóru hetta økini, sum national staturin mátti góðtaka vórðu viðgjørd á altjóða stigi. Hinvegin hevði national staturin fullan ræðisrætt yvir fíggjarmálum, vinnumálum, lógarmálum, umhvørvismálum os. fr.
Hetta býtið millum nationalan og altjóða politikk hoyrir í dag eini fortíðini til. Rákið seinnu árini hevur verið, at national staturin hevur latið størri og størri lut av sínum avgerðarrætti til altjóða felagsskapirnar.
At ES, WTO, NATO og ST hava yvirtikið fleiri av uppgávunum hjá national statinum, hevur varpað nýtt ljós á national statin sum skipan í altjóða samfelagnum.
Vit hava spurt Per Stig Møller, hvørjar uppgávu konservativir politikarar halda, at national staturin skal røkja í einum heimi, har yvirnationalu felagsskapirnir fáa størri og størri ávirkan.
-Hóast menniskjur og vørur flyta so skjótt sum ongantíð áður, so er tað ómetaliga týdningarmikið, at vit ikki ímynda okkum ein heim uttan national statirnar. Tað ber snøgt sagt ikki, at vit taka týðandi avgerðir uttan nationalu statirnar. Vit fara altíð at hava okkara uppruna í mentan og siðvenjum, sum er knýtt at national statinum. Eftir mínum tykki skal national staturin vera byrjanarstøðið fyri tí globala, ella sum eg plagi at siga: Tað nationala er tað basala í tí globala, tí annars verður einki skil í.

Hvørjar uppgávur eigur nationalstatinum at lyfta?
-Eg haldi, at fremstu uppgávurnar hjá national statinum skulu vera á sosiala økinun, innan útbúgving og á mentanarøkinum, svarar Per Stig Møller stutt og avgjørt.

Fakta:

Navn: Per Stig Møller
Føddur: 27. august 1942
Útbúgving: Studentur 1961. Mag. art á Købenshavns universitet 1967. dr. Phil 1973
Starvsroyndir: Mentanarredaktørur á Danmark Radio 1973-74. Souschef í mentanar- og samfelagsdeildini 1974 og aftur 1976-79. Programleiðari 1979-84. Lektor á Sorbonne í París 1974-76. Arbeiddi á Berlingske Aftenavis og Berlingske Tidende 1969-72. Bókmentaredaktør á B.T. 1967-69
Politiskar royndir: Valdur í Fólkatingið í 1984. Formaður í Konservativa flokkinum 1997-98. Limur í Evroparáðnum 1987-1990 og frá 1994. Umhvørvisráðharri 1990-1993. Uttanríkisráðharri 2001-