Í kvøld klokkan 18.30 spæla EB/Streymur og KÍ útsetta dystin frá 17. umfarinum í Betrideildini. Dysturin verður leiktur í Hólmanum á Eiði.
Sunnudagin vann KÍ stórsigur 6-2 (2-1) á EB/Streymi við Djúpumýru í Klaksvík. 30. mars vann KÍ tepran 2-1 sigur á EB/Streymi í Klaksvík.
KÍ er oddalið við 60 stigum, og EB/Streymur er nummar seks við 24 stigum.
KÍ hevði eina stóra favorittstøðu sunnudagin, og hesaferð er favorittstøðan hjá KÍ hjá altjóða veddingarfyritøkunum aftur stór, hóast teir hesaferð hava útivøll.
Oddsini upp á heimasigur til EB/Streym liggja millum 13,00 og 25,00.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 7,00 og 9,44.
Oddsini upp á útisigur til KÍ liggja millum 1,07 og 1,13.
HER eru oddsini:
##med2##