Eftir at John F. Kennedy bleiv myrdur í 1963, ferðaðist beiggi hansara Robert nógv runt í USA og reisti minnisvarðar fyri farna forsetan. Ein av minnisvarðunum er "The John F. Kennedy Library" í Boston, Massachusetts. Á hesum kenda bókasavni verða nógv tiltøk hildin til minnis um Kennedy.
Eitt av hesum tiltøkum er "Profile in Courage Award Ceremony," sum heiðrar politikarum, sum hava víst serligt dirvi í sínum starvi. John F. Kennedy varð nevniliga sjálvur av mongun hildin at vera ein djarvur politikari, ið vísti stórt mót, serliga undir Kuba-kreppuni, tá heimurin varð nærri enn nakrantíð upp á kjarnorkukríggj.
"Profile in Courage" hátíðarhaldið til minnis um Kennedy varð hildið fyrst í mai í ár, og varð undirritaði tilvildarliga innbjóðaður til hetta tiltak. Tveir næmingar frá lærda háskúlanum Harvard skuldu við til hendingina og umboða skúlan, tí John F. Kennedy gekk sjálvur á Harvard. Tað varð avgjørt við lutakastið, hvørjir hesir báðir næmingarnir skuldu vera, og fall tað á ein amerikanara úr Kalifornia og ein føroying.
Tað er ein mánað undan sjálvum tiltakinum, at tað verður kunngjørt, at vit skulu umboða skúlan. Vit hugsa so ikki meira um hetta og fóru glaðbeintir í skúla aftur. Ikki fyrrenn eina viku undan tiltakinum síggja vit eitt brot á tíðindastøðini CNN, har greitt verður frá, at stórt hátíðarhald verður fyri ymsum politikarum í Boston, og at toppurin í USA verður til staðar. Vit hugsa við okkum sjálvum, at hetta mundi vera størri, enn vit av fyrstan tíð høvdu gjørt okkum far um.
Vit blíva meira og meira spentir um hetta her, og eg byrji at hugsa um, hvat fyri klæðir mundu hóska best til slíkt tiltak. Vinmaðurin hjá mær úr Kalifornia, sum jú eisini varð bjóðaður, gav sær ikki so nógv far um klæðir, men byrjaði heldur at lesa eina amerikanska bók, ið líktist "Takt & tone" hjá Emmu Gad. ? Ein eigur at vera væl fyrireikaður at møta amerikansku elituni, helt hann flennandi fyri.
Endiliga er so dagurin, har vit skulu møta á áðurnevnda bókasavni hjá Kennedy. Men áðrenn hetta hava vit sjálvandi funnið útav, hvørji klæðir vit skulu í, og hvussu vínglasið eigur at haldast.
Dagurin er 12. mai, og klokkan er eitt um eftirmiddagin. Vit taka bussin frá skúlanum til Kennedy-bókasavnið niðri á havnalagnum í Boston. Amerikanski vinmaðurin sigur, at vit munnu nokk vera teir einastu í almennum bussi. Eg gevi honum rætt beinanvegin, tí eg síggi fleiri limousine-bilar koma trillandi spakuliga inneftir.
Vit fara inn við góðum treysti, men áðrenn vit sleppa inn, mugu vit vísa samleikaprógv. Haraftrat skulu vit ganga ígjøgnum eina elektroniska eftirlitsskipan fyri at tryggja, at vit ikki hava vápn á okkum. Langt um leingi koma vit so inn í sjálvt bókasavnið, har fólkini samlast í einum stórum sali við einum palli.
Nógv fólk eru at síggja, og amerikanarin letur meg vita, at nógvir limir í amerikonsku Kongressini eru her, umframt nakrir guvernørar. Eg meti, at nakað væl yvir hundrað fólk eru á staðnum. Eg kenni ikki tey nógvu av teimum, men tað er áhugavert at síggja samansetingina av fólkinum. Meirilutin er mannfólk í svørtum klædningi, men tey fáu konufólkini sum eru, skilja seg týðuliga úr mongdini við litføgrum kjólum og penum smílum.
Vit báðir royna, at arbeiða okkum inn ímoti miðjuni í fólkamongdini, og vit seta okkum á tillutaðu stólarnar. Aftanfyri øll fólkini eru eini 15 fjølmiðlafólk. Tiltakið er um at byrja, og fólk eru við at sessast. Vit venda øll móti pallinum, og á pallinum standa einir tíggju tómir stólar.
Vit bíða eitt spentir. Vit vita væl, at tað er Kennedy-familjan, sum fer at koma út á pallin um eina løta, men hvørgin av okkum hevur møtt teimum fyrr. Myndatólini eru vælstillaði aftanfyri okkum, og tað er stilt í salinum.
Løtu seinni kemur maður inn á pallin og bjóðar vælkomið. Eftir eina stutta røðu heitir hann á okkum øll um at reisa okkum upp, tí nú kemur vælumtókta Kennedy-familjan inn á pallin. Vit reisast úr sessinum og byrja so spakuliga at klappa, meðan tey koma spákandi inn. Onkur eldri limur í familjuni er við henda dagin, og tí ganga tey ógvuliga spakuliga inn á pallin. So tað er ein góð løta hjá okkum at standa og klappa.
Langt um leingi setast tey øll niður á pallinum. Uttan iva tann kendasti í familjuni er Edward Kennedy, sum situr við síðuna av tí eisini kendu Caroline Kennedy. Eg kenni ikki nakran annan í familjuni, so eg má spyrja amerikanaran. Hann letur meg so vita, at ikki øll eru Kennedy-fólk, tí tríggir menn eru amerikanskir politikarar, sum skulu heiðrast í dag.
Hesir menn skulu heiðrast við "Profile in Courage" prísínum, sum verður latin av Kennedy-familjuni einaferð um árið. Teir eru allir suðurstats-menn, og hava teir hvør í sínum lag arbeitt fyri meira tolsemi og forstáilsi millum svørt fólk og hvít fólk. Hetta verður hildið at vera serliga djarvt, tí í amerikonsku suðurstatunum trívist rasisman væl, og eru tað nógv maktfull fólk, sum royna at kúga svarta fólkið. Og um tú ert hvítur og roynir at arbeiða fyri meira integratión, so er skjótt at fáa óvinir. Teir mennirnir, sum skulu heiðrast, fingu nakað nógvar óvinir í sínum arbeiði, tí onkur av teimum misti sítt politiska starv.
Tað er Edward Kennedy, bróðir John, sum handar teimum prísin. Hann sigur nøkur orð um, hvussu týdningarmikið tað er, at eitt land hevur djarvar politikarar og leiðir tankarnar aftur á John F. Kennedy sum fyrimyndina í hesum sambandi. Edward leggur aftrat, at tað er eisini týdningarmikið, at virðismeta tað politiska yrkið, tí tað er ein stór uppgáva at taka á seg.
Aftaná prís-handanina fari vit á eina sokallaða privata reseptión, har pinnamatur og okkurt at drekka er at fáa. Tað er her, at vit fáa høvi at práta við tey ymisku fólkini, sum vóru inn í salinum. Vit heilsa m.a. upp á Roy Barnes, sum tá varð guvernørur í Georgia. Edward Kennedy er eisini at síggja, sum vit fáa tíverri ikki práta við hann - men hann gevur okkum hondina.
Ein áhugaverdur dagur, staðfestu vit báðir skúlanæmingarnir millum topparnar í USA.










