Útvarpssendingin Álvaratos
Vit bæði konan síggja eins og flest allir føroyingar hvørja viku fram til áhugaverdu og skemtiligu útvarpssendingina Álvaratos, ið viðgerð ymiskt úr vikuni, sum fór.
Í seinastu sending vórðu vit ikki sørt skelkað av at frætta, at okkara góði vinur, Ole Vick (seinna navnið er kanska ikki stavað rætt), veruliga var fallin í heimspopulistiska frælsis-uttan-ábyrgdar-flórin.
Vit hava altið hildið Ole vera ein av okkara mongu, góðu tilflytarum, ið, sum undangongufólk, tordi at geva okkum siðvenjuforstokkaðu innføddu eitt lítið skump afturat út í ein víðari sjónarring.
At hann nú er farin bara at fylgja, sum fyri er slóðað og apa eftir øðrum, duga vit ikki at skilja, tí vit halda hann hava ferðast so mikið, at hann hevur fingið hóming av, hvussu leikur er farin, og hvussu heimurin hongur saman.
Vónandi er henda eftir okkara meting sera óhepna luttøka bara eitt slight slip of mind!
Burturi í Londum
Nei, vit skulu heldur ikki gera okkum klók upp á hasar tekningarnar, og tað er greitt, at eingin skal uttanifrá koma og siga, hvat vit kunnu gera ella ikki; men eg siti júst og skrivi burtur úr dagbókum, brøvum og notatum frá okkara 18 árstølum ella gott og væl 12 heilum árum millum Mohammeds menn – og kvinnur – hetta í tíðarskeiðinum 1956 til 1996 í ávikavist Iran, Afghanistan, Nigeria, Zanzibar og Tanzania, og skal eg úr hesum royna at draga saman okkurt, sum uttan at taka dagar ímillum, hvørki við sentimentalari samkenslu ella stuttskygdari støðutakan kanska kann lýsa støðuna, soleiðis sum vit minnast hana frá veruleikanum tá.
Tíverri dugdu ikki allir einræðisharrar í nevndu londum so væl at byggja landið upp, sum Mahmad Reza Shah í Iran, tá hann alt ov seint var vorðin greiður yvir, at hann sjálvur væl kundi klára seg uttan útlendskar politiskar ráðgevar; men tíð hansara gjørdist ov stutt; áðrenn alt varð sorað aftur í miðøldina.
Stættarmunur
Tað, sum mest hevur fest seg í minnið, er stættarmunurin í nevndu londum, har tey, sum arvað hava ómetaligt ríkidømi og siðvand rættindi, við teirra halgubók, Koranini, í hond, nú í einar 13 øldir hava trælbundið dastið av landsins íbúgvum við skriftini, sum eingin av tegnum teirra sjálvir dugdu lesa, aðrir enn ávísir skriftlærdir, har summir teirra – men ikki allir – alt ov ofta hava havt lyndi at forkynna úr bókini, sum hin grái lesir Bíbliuna.
Harumframt hava vit kristnu í vesturheiminum gjørt okkum dælt við svarta ríkidøminum úr somu londum. Fyrst í fleiri øldir av trælum úr Afrika og nú av oljuni úr Miðeystri.
Í Afrika við at selja vápn til hægstbjóðandi høvdingan – goldið við trælum og í Miðeystri við vápnamegi, so títt og knapt sum oljuflóðin stóð í vanda – alt undir kávalæti um frælsi til fólk landsins.
Hesar hundraðtals milliónir av fátækrafólki hava í roynd og veru næstan onga aðra vón um frægari tilveru enn hana, sum úr minaretunum kalla verður saman til at hoyra um, hvussu gott verður, tá sloppið er burtur úr hesum heimi og inn í næsta.
Ósømiligt at særa
At særa hesi fólk við at gera gjøldur burtur úr trúgv og profeti teirra er ikki sømiligt fyri okkum, sum við Nýggja Testamenti hava fingið beinleiðis boð um at leggja á annan bógv mótvegis hevndarlæru Asagudanna og eyga-fyri-eyga og tonn-fyri-tonn-hugmynd í einar 6-7 øldir yngru Koranini, sum fyri stóran part er avskrift av okkara Gamla Testamenti.
Hini boðini um, hvussu vit skulu liva, eru annars á leið tey somu, sum okkara.
Muslimska gestablídnið og vitan
Tey 12 árini starvaðust vit næstan bara millum lægsta stættarfólkið, har gestablídni lá teimum fyrst í huga, sama hvussu lítið var at taka av.
Hóast tey hvørki dugdu lesa ella skriva, vóru tey ofta frá náttúrunnar hond sonn flogvit og vistu ótrúliga nógv um mangt at siga, hetta lika úr fornøld til dags dato. Tað gamla, eins og heima hjá okkum sjálvum, munnliga flutt frá ættarliði til ættarlið og tað nýggjara gjøgnum tilvildarligan ferðandi frásøgumann.
Tað gav at bíta, tá eg hevði at einum luristana, sum fór í so illa við asni sínum, tá tað var um at hokna undir byrðu. »Nógv fyri at hoyra« helt hann, »tit kristnu, sum undir krígnum fyrst gasseitraðu og síðan steiktu 6 milliónir av jødum«. Tá var ikki lætt at svara aftur.
Krossferðir og aðrir ræðuleikar
Kristnu krossfaraatgerðirnar, har dripið varð frá hond í hundraðtúsundatali bara tað vóru muslimar, sum lógu eftir á, liggur teimum ikki í minni, sum var tað fyri 9 til 7 øldum síðani, men so klárt sum var tað her fyri stuttum. Kristnu krossferðirnar úr vestri vera í ræðuleika sammetar við herjingar og hópdráp Genghis Khan’s, ið úr eystri fóru fram um sama mundið.
Í miðøldini tók kristna, fundamentalistiska Inkvisisjónin seg upp við við kætterjagstran og heksabálum, sum bar av øllum – alt í misnýtslu av navni Harrans.
Í Afrika lutaðu vit kristnu við hermegi allan heimspartin at kalla millum okkum uttan at spyrja nakran eftir, sum í ára túsund fra morgni menniskjans høvdu búð har.
Belgiski Leopold kongur gav virðisløn fyri hvørja avkappaðu høgru hond, hvítu, kristnu veiðumenn hansara komu við, eins og vit í sínari tíð fingu nøkur oyru frá sýslumanninum fyri krákunev.
Somu mannagongd fluttu vit við okkum vestur um hav, har mannjagstran í frumskógum enn sigst koma fyri, soleiðis at vit kristnu kunnu forvinna nøkur oyru afturat úr tilfeingi teirra lítið framkomnu.
Nei, Kristi læra og boðskapur man helst vera tað besta, sum okkum er givið; men enn hava vit so ikki lært okkum røttu mannagongdina til fulnar.
Sjey átrúnaðir í Lurestan
Í vegagerð okkara í Lurestan vóru sjey ymiskar átrúnaðir, líka frá trýtúsund ára gomlu hyggiráðum Zaratustrasar til Luther, sum skelkaður fekk steðgað okurshandli um syndanna fyrigeving.
Øll vóru vit samd um, at Skaparin bara kundi vera hin eini, og at ymisku munirnir í átrunaði mestur mundu stava frá okkum sjálvum, misskiljing og smásæris klandri.
Í so máta skuldi borið væl til at livað saman í friði og náðum. Ampin var sjálvandi bara tann, at tey flestu tvíhildu um sína trúgv, og tey eru sera løtt at øsa upp, tí hjá teimum skal bara lítil neisti til at kynda stóran brand, og tað er júst tað, ið av summum verður gjørt til egnan vinning, hetta lika frá vápnasølu til politiska valdsgyrnd – innlendska sum útlendska.
Ruholla Khomeyni Ayatolla og aðrir
Ruholla Khomeyni Ayatolla fær oftast skyldina fyri upprunan til teir ræðuleikar, sum nú valda um allan heimin, og sum vit í okkara tíð burturi í londum tíbetur lítið og einki sóu til.
Khomeyni hevði eftir gamlari siðvenju blóðhevnd í huga, sum tíverri eydnaðist honum betur enn væl, rætt er tað; men sorgarleikurin er hópin meira fløkttur enn so og kann enda í átrunaðarligum heimsbardaga, um ikki partarnir onkursvegna finna saman – um ikki annað, so í duldum – tí við vápnamegi ber als ikki til at halda fram við at leita eftir fígginda, sum eingin veit ella torir siga, hvør er, eingin – útbugvin ella ikki – longur torir mótmæla og eingin dugir at finna, men sum knappliga kann virka um allan heimin í senn.
Sum áður nevnt hava teir flogvitini í hópatali, ið væl duga leggja til rættis og onnur, sum øll eru til reiðar at lata heilavaskað lív fyri tað, tey halda vera teirra søk.
Gongda leiðin er onkursvegna at útvega taliban- og al-keidastuðlum annan møguleika til lívsins uppihald, tí matur í munn til konu og børn er, eins og hjá okkum sjálvum, tað mest átrokandi, og skulu teir sjálvir tá velja, sæst fáur talibani aftur.
Puck í Pakistan
Danski reportarin, Puck Damsgaard, fekk í Vasiristanøkinum í Pakistan fyri stuttum eitt prát við ein av talibanleiðarunum um orsøkina til verandi virki teirra, og varð hon umgangandi send av landinum sum perona non grata, tá hon segði frá úrslitinum av samrøðuni við Taleban, ið hvítusunnudag varð send á donsku útvarpsrásini P1.
Fyri kortini at kunna loysa verandi, eftir øllum at døma, óloysandi gordiska knútin, kundi Puck Damsgaard’sa professionella forvitni kanska verið líka góð byrjan, sum nakað annað á sonevndum »hægri stigi«.
Men kanska skulu vit í okkara framkomnu kristiligheit gloyma, at bæði demokrati og vunnið frælsi ikki skulu takast sum ein sjálvfylgja, men at tey krevja ábyrgd frá hvørjum einstakum og heldur bara halda áfram at leggja afturat taliban- og al-keidabálinum við meira ella minni listarligum »meistarverkum« í teirri óavmarkaðu frælsistrongd, sum vit longu í fult mát hava fingið ella kanska í ólukku mát hava rænt okkum til og soleiðis hjálpa teimum á mál við teirra terrorbefongdu, heimsumfatandi loyniherferðum.
Onkur vil vera við, at um Jyllandsposten hevði verið at sær komin og strikað Kurt, hevði framhaldandi útflutningur Danmarkar til muslimsku londini bjargað landinum undan fíggjarligu kreppuni; men tær mongu milliardirnar eru í hesum høpi bert ein viðmerking og púra óviðkomandi.
Hesin stubbin ljóðar kanska heldur ágangandi, og soleiðis er hann av sonnum ætlaður; men eg skal at enda skoyta eina eitt sindur lættari frásøgn upp í:
Pussfiskar í Peshawar
Vit vóru í 1974 farin eina ferð úr Kabul gjøgnum Khyberskarðið eystur í býin Peshawar skamt sunnan fyri Vasiristan, og sótu við børnum okkara inni á matstovu og fingu ein bita, tá hurðin brast upp og einir 6-8 alvápnaðir menn komu rópandi inn og peikaðu á eitt borð í stovuhorninum næst úthurðini.
Tey, ið har sótu, skundaðu sær til viks, og krígsmenninir sessaðust, løgdu maskinpistólir og onnur skotvápn frá sær og ein stakk av pappírum miðskeiðis á borið millum øll vápnini.
Patrónbeltini høvdu teir hangandi um herðarnar, og tey smærru handvápnini vórðu sitandi í beltum teirra um miðjuna.
Allir høvdu teir seg inn yvir borðið, og tøktust fara undir lestur úr pappírsdunganum; men har stóðst eitt levint og málageip av teimum, so lítið mundi koma burtur úr lesingini, hildu vit.
Tey fýra børn okkara – úr 4 upp í 14 ára aldur – hildu hetta vera mest spennandi uplivilsi, tey í lívinum høvdu havt, og droymdu um, hvat hesir bandittar at síggja til nú mundu sita og planleggja.
Leiðin út á »profetens sandaler«, sum hittinorðaðu danir nevndu nátthúsið, gekk beint fram við hersetta planleggingarborðinum, og konan, ið bæði var djarvast og forvitnast, helt, sum um einki var á vási, leiðina uttar.
Vit sóu, at hon kveitti niður í nakkan á monnunum og kvakk við, men steðgaði ikki á.
Teir varnaðust einki, og tá hon kom aftur, vildu vit sjálvandi vita, hvat hon hevði sæð; men hon segði tað vera so loyndarfult, at hon einki tordi siga, um vit nú kanska vórðu tikin og pínd til at siga frá øllum.
Tað tóku børnini fyri meira enn fult og uppaftur meira spennandi. Seinni teskaði konan mær í oyra, at pappírsdungin á borðinum varð stakkur av pornobløðum!
Hetta var langt áðrenn ófriðurin tók seg upp, og okkurt skuldu tiltiknu stríðsmenn Vasiristans undir arbeiðisloysinum takast við.
Á Hvítusunnu 2010