Treytirnar fyri at ættleiða

Nógv kjak hevur verið hesa seinastu vikuna, um fyrispurningin, sum eg havi sett Ríkisumboðsmanninum um ættleiðing. Eg skal tí royna at greiða frá málinum

Eitt av fyrstu málunum, sum eg var við til at viðgera, eftir at eg kom í løgtingið, var eitt uppskot um at hækka stuðulin til ættleiðing av útlendskum børnum. Prísurin fyri at ættleiða liggur vanliga ímillum 150.000 og 200.000 krónur fyri eitt barn, og løgtingið samtykti at hækka stuðulin úr 50.000 upp í 75.000 krónur, fyri hvørt barnið.

 

Tá uppskotið bleiv viðgjørt í trivnaðarnevndini, har eg eri limur, kom fram, at støk hava loyvi at ættleiða. Hetta kom óvart á tey flestu í nevndini.

 

Eitt annað sum eisini hendi undir viðgerðini av málinum, var at Bergtóra Høgnadóttir Joensen, av tingsins røðarapalli mælti til, at støk sum ættleiða, eiga at fáa dupultan stuðul, og hetta grundgav hon við at siga, at tey eru so illa fyri fíggjarliga.

 

Seinni er eitt uppskot komið í tingið, um at stakir uppihaldarar skulu hava rætt til dupultan lestrarstuðul. Í viðmerkingunum til tað uppskotið stendur millum annað: ”Nógvir stakir uppihaldarar hava havt á orði, at uttan stuðul frá foreldrum, høvdu tey mangan farið svong í song. Almannastovan hevur gjørt vart við, at støku uppihaldararnir eru millum tey sum hava tað truplast í Føroyum”.

 

Hongur ikki saman

Eg fór tí at hugsa um, hvussu alt hetta hongur saman. Vit fáa dagliga at vita í fjølmiðlunum um stakar uppihaldarar, sum ríma av landinum, tí teirra fíggjarligu viðurskifti eru ikki nøktandi og vit møta uppskotum í tinginum, um at veita støkum uppihaldarum dupultan lestrarstuðul, og møguliga eisini dupultan ættleiðingarstuðul av somu orsøk.

 

Eg kannaði á heimasíðuni hjá Ríkisumboðsmanninum, hvørji krøv verða sett teimum sum ættleiða. Har fekk eg at vita, at ein treyt fyri at ættleiða er, at tú skalt hava ”forsvarlige økonomiske forhold”.

 

So er tað at eg spyrji: Tey sum hava brúk fyri dupultum lestrarstuðli og møguliga eisini dupultum ættleiðingarstuðuli, hava tey ”forsvarlige økonomiske forhold”?

 

Lat meg undirstrika, at eg á ongan hátt seti spurnartekin við, um fíggjarligu viðurskiftini hjá støkum uppihaldarum eru nøktandi ella ikki. Gjøgnumgangandi er breið semja um, at tey eru ikki nøktandi, og tað er júst tí, at eg havi sett fyrispurningin. Hvussu kunnu tey ættleiða, uttan at fíggjarligu viðurskiftini eru nøktandi ?

 

Nú veit eg, at øll støk eru ikki líka illa fyri fíggjarliga, men taka vit uppskotið um dupultan lestrarstuðul sum dømi, so verður einki nevnt har um at støk, sum eru fíggjarliga væl fyri, skulu vera undantikin í lógini. Eisini kann vísast á orðini hjá Bergtóru Høgnadóttir Joensen um at geva dupultan ættleiðingarstuðul. Hví skulu fólk, sum eru nóg væl fyri til at ættleiða, fáa dupultan ættleiðingarstuðul grundað á, at tey eru illa fyri? Hetta hongur ikki saman.

 

Aðrar treytir

Eitt annað, sum eisini undrar meg, er at hjún sum ættleiða, skulu hava livað saman í í minsta lagið 2½ ár og tey skulu vera gift, áðrenn tey ættleiða. Hvussu kann tað hanga saman við, at støk eisini kunnu ættleiða?

 

Lat okkum ímynda okkum eina konu og ein mann, sum ynskja at ættleiða. Ein treyt sum tey skulu lúka, er at teirra heilsustøða skal vera góð. Tað vil siga, at um tað vísir seg, at til dømis maðurin feilar eitt ella annað, so sleppa tey ikki at ættleiða. Men hvat so um tey skiljast? Kann konan (sum tá verður støk) ættleiða barnið? Er tað tryggari at eiga eina einliga, fríska mammu, enn tað er at eiga eina fríska mammu og ein pápa, sum er 90% frískur?

 

Fyri at fáa nakrar av hesum ivaspurningunum svaraðar, havi eg sett ríkisumboðsmanninum hesar fimm spurningarnar:

 

Hvørji krøv verða sett til fíggjarligu viðurskiftini hjá teimum, sum ættleiða børn?

 

Er tað rætt, sum trivnaðarnevndin hevur fingið upplýst, at støk eisini kunnu ættleiða?

 

Um støk kunnu ættleiða, hvussu hongur tað so saman við, at tað er ein treyt fyri tey pør ið ættleiða, at tey skulu hava livað saman í í minsta lagið 2½ ár og vera gift?

 

Um støk kunnu ættleiða, er tað so galdandi fyri bæði kvinnur og menn, og verða somu treytir settar báðum kynunum?

 

Eru dømi um, at støk hava ættleitt í Føroyum?

 

Almenna kjakið um málið

Bergtóra Høgnadóttir Joensen var fyrst at gera almennar viðmerkingar til spurningarnar. Hon vísti á, at tað at vaksa upp hjá eini stakari mammu ella einum støkum pápa í Føroyum, er betri enn at vaksa upp á einum barnaheimi uttan bæði mammu og pápa. Tað kann væl vera, men skulu einastu krøv til ættleiðingarforeldur so vera, at barnið má ikki hava tað verri, enn tað hevði havt tað, um tað vaks upp á einum barnaheimi? Er tað politikkurin hjá Tjóðveldi á hesum økinum?

 

Vit mugu minnast til, at vit tosa um børn, og í somu løtu sum eitt barn er ættleitt til Føroya, er tað okkara ábyrgd at tryggja, at karmarnir eru nøktandi. Tað nyttar ikki at skáka sær undan við at vísa á, hvussu vánaligar umstøðurnar kunnu vera í onkrum øðrum landi.

 

Børn til foreldur, ella foreldur til børn?

Formaðurin í Ættleiðingarfelagnum, Heðin D. Poulsen, segði við Kringvarpið, at endamálið við ættleiðing er ikki, at foreldur skulu fáa børn, men at børn skulu fáa foreldur. Tað ljóðar gott. Men hví so ikki geva teimum tvey foreldur? Kjakið í sambandi við mín fyrispurning hevur higartil bara snúð seg um rættindini hjá støkum at fáa børn og ikki um rættindini hjá børnum at fáa tvey foreldur.

 

Onkur hevur eisini á onkrari kjaksíðu drigið tey samkyndu uppí málið, men eg kann upplýsa, at tað var við vilja, at eg ikki tók tann partin við, tí so hevði alt annað druknað í tí kjakinum. Fyrispurningurin hjá mær snýr seg bara um hvørt barnið skal hava eitt ella tvey foreldur, og hvørjar treytir verða settar teimum støku, sum ættleiða.