Hví skulu kommunurnar leggjast saman?

Tá mentanarstevnan varð sett í 1987 í Fuglafirði hevði Gunnar Hoydal, skald, ein inngang til stevnuna við einum epilogi. Hann segði millum annað: Føroyar var eitt stórt land.

Síðan tá hava hesi orð Gunnar Hoydals sjóað fyri oyrunum, um hetta stóra landið vit eiga. Nú var hetta sæð við einum skaldaeyga, men tó so er tankin ikki so fjart av leið, at skaldið ikki kennir hvussu fyrifert í samfelagnum. Ofta eru skaldini tey, sum eru framman fyri samfelagsrákið og siga hvussu fer at verða. Tey eru eisini tey, ið revsa og sveiggja við koyrlinum. Eisini kann hetta sigast, tá ið komið verður til skil og vit, at skaldakynstrið dregur upp í ættina, og spádómur tess sigur okkurt um hvussu tilveran er tengd at forsjónum. At Gunnar talar um hetta stóra landið í skaldavendingum, er skaldskapur. Summar dagar heldur tú, at hetta landið er stórt, men so aðrar dagar kennur tú tað eins lítið sum eitt dism úti í tí stóra bláa havi.

Hugsið tykkum aftur til bóndasamfelagið, sum jú var eitt aldargamalt samfelag. Tað hevði hvílt í sær sjálvum í øldir. Tá ið lívsmynstrið skal broytast, fellur altíð av mann og mann ímillum, ikki bert tað, men eisini gøtan verður tung at ganga, til tú hevur funnið stevið í tí nýggja samfelagnum. Vit fóru jú frá bóndasamfelagnum til eitt veiðisamfelag - fiskivinnusamfelag. Tað eru einans hundrað ár liðin síðani hetta hendi. Bóndasamfelagið var fleiri hundrað ára gamalt, og hevði røtur fleiri túsund ár aftur í tíðina.

Ofta verður havt á munni, at tað gongur skjótt? og so hetta keðiliga orðið, sum tú hoyrir detta um tanngarðarnar: Útviklingurin krevur tað. Gongur tað skjótt? Nei, tit tað gongur ikki so skjótt, sum vit halda. Vit hava enn ikki funnið stevið í fiskivinnuni. Ein loysn er í dag, ein onnur í morgin og í ovurmorgin er ein nýggj loysn fyri fiskivinnuna. Hvat er um at verða?? Sjúrð? Andrias sáli, segði? tað var hýsumurtuin, tað galt! Hann var útróðrarmaður, men hann var eisini filosoffur. At finna stevið í okkara samfelag, at finna útav hvussu vit skulu veiða, hvar vit skulu veiða, hvussu nógv vit skulu veiða hvussu fiskiamboðini skulu verða, ganga kanska eini trý hundrað ár, áðrenn hetta er komið upp á pláss. Vónandi verða aðrar vinnur her á landi, men undarligt hevði hetta verið, um ikki fiskivinnan hevði ein tátt í okkara samfelag. Fisk vilja fólk hava.

Hugsast kann, at tað gongur ikki so skjótt við okkara framburði, sum vit halda. Vit tosa um t.d. at leggja kommunur saman, so tað verður lættari og bíligari at reka samfelagið. Hvør sigur tað, at tað verður bíligari? Er ikki ein færri av nútímans snildi í hesi gongd, at telniskar loysnir skulu kaga út ígjøgnum gluggan og fáa skil á øllum, og so tá ið alt er sett upp á pláss, ja, so ásanna vit, betur var tað gamla?

Í seksti-, sjeyti- og áttati árunum var loysnin: Bygdamenning. Nógv ljóð var um hetta. Bøkur vórðu skrivaðar um evnið, einstaklingar og politikkarar stóðu og talaðu um hesa gongd. Lítið var hugsað um, at tað var hýsumurturin, sum skuldi bera øllum uppi, hóast øll sýntust at vera góð við hann, var tað ikki tann rætti kærleikin til henda fitta »fisk«. Vit kenna gongdina. Vit sóu rovini standa eftir, tá ið hýsumurturin sang sín síðsta sálm Dávids frammi í kór í okkara lítla samfelag undan kreppuni. Hýsumurturin visti, at tað skuldu ganga mong, mong ár til føroyingurin fann stevi, tá ið um tilveruna galt.

Nú er loysnin. Kommunur skulu leggjast saman! Vit skulu hava størri eindir fyri at reka alt skjótari og bíligari. Gud gevi mær tann góðan tíð at tala. Eg skilji lítið av hesum herrópi, og minni skiltu vit tað gamla: Bygdamenningina! Gamla Lena á Grundlendi í Oyndarfirði, plagdi at siga. »Lukka, betri var, um tað var javnari og tynri!« Svá segði hon. Bygdafólk eru jú filosoffar. Tey hava alt á kroppinum á sært. Hvørt lot, hvørt strá, hvørja túgvu, hvønn íðukálv og hvørt skýrák. Nú skal alt takast frá teimum. Kommununar skulu setast út. Tað er vorðið so fátæksligt, og ikki ber til at ganga um og fáa eina troyst, nei, rópið er samanlegging. Hví?

Sjálvandi skal hetta gerast við eini løgtingslóg. Løgið tykist hetta mær, tí landið hevur enn ikki definerað sín landspolitikk. Tað sóu vit undir herrópinum: Bygdamenning. Landið hevur ongantíð ført landspolitikk. Landið hevur ført kommunupolitikk, og ger tað enn. Tann, sum sterkastur er, vinnur. Tað verður ov drúgt at fara út í æsir við hesum, men bygdirnar hava mist so nógv tey síðstu árini t.d. heimbygd mín Fuglafjørður. Eftir syndaflóðina vit vóru ígjøgnum, er so nógv skoldað, at lítið er eftir av tí, ið rósaðist ímillum Kamb og Borgina. Nú hava vit bert, og bert og aleina ein stovn eftir í bygdini: Kommunan!

Tað síðsta, sum vit hava úti á bygd, skal takast og leggjast onkunstaðni, har vit ikki koma dagliga. Hetta er tann síðsti demokratiski stovnurin, tú hevur, hvar tú kanst fara at vita um tað, sum hevur við teg og tíni at gera. Bygdir hava mist skúlar, handlar, fólk eru flutt av bygd, mist arbeiðláss og nú skal tað síðsta takast. Alt skal verða so snoðið í hesi teldutíð, hóast tað, er tað hýsumurturin, ið ber øllum uppi, og hann grýnur at okkum og sigur so tigandi: Kæru føroyingar, tað gongur ikki so skjótt, sum tit halda, og fyri Guðs skyld leggið ikki kommunurnar saman, tí landið er heldur ikki so stórt, sum tit halda tað vera. Havið tað heldur tynri og javnari, so skal alt legnast hjá tykkum! Og fyri at verða eitt sindur bíbilskur: so skal alt annað tykkum verða givið!« Hugsið tykkum, hetta er ein hýsumurtur, ið sigur hetta!

Tá ið bygdirnar eru drignar so upp á tráð, at tað eru einans tóm hús, ið standa og gána úti á bygd, tá er alt farið. Stórt spell! Tá ið øskukalt er úti á bygd, eru Føroyar burtur. Tá er fulveldisdreymurin ein farsa. Tá ið tær stóru eindirnar fara at telja teg og títt, skalt tú bara hylja upp um høgur og laga upp fyri dyrnar og lesa títt Faðir vár og signa teg, tí tú vart tann síðsti føroyingurin og síðsti bygdamaðurin ella kvinnan.


Frits Johannesen