Leggja stóran dent á føroyska luttøku í oljuvinnu

Eingin ivi er um, at tað verður ein torfør uppgáva hjá føroysku oljumyndugleikunum at skula býta teir ymsu umbidnu teigarnar millum tær 8 umsóknirnar (fimm bólkar og trý einstøk feløg), sum komu inn frá tilsamans 17 oljufeløgum.

Millum bólkarnir, sum lótu umsókn um leitiloyvi á landgrunninum, er ein reint amerikanskur bólkur. Tað eru oljufeløgini Texaco, Conoco og Murphey. Herfyri var eisini enn eitt amerikanskt oljufelag, Arco við í bólkinum. Tað er nú uppkeypt av BP Amoco.

Hóast Texaco og Conoco ikki teljast millum heimsins størstu oljufeløg, so eru tey tó millum tey størstu oljufeløgini í heiminum. Leit-ingarstjóri hjá Texaco er Donal Driscoll og er hann eisini samskipari av bólkinum. Vit spurdu hann, eftir at teir høvdu latið umsóknina inn til Oljumálastýrið, hvat teir leggja dent á í sambandi við føroyska luttøku.

-Lat meg fyrst gera greitt, at vit meta ikki ein komandi oljuútvikling í Føroyum sum nakað, sum bara kemur og fer. Vit leggja stóran dent á hetta at byrja at byggja nakað upp nú, sum heldur fram langt inn í framtíðina. Tí leggja vit stóran dent á at gera íløgur í eitt nú í útbúgving. Hetta er nakað, sum eg haldi føroyingar veruliga kunnu fáa fyrimunir av.

Donal Driscoll er fegin um, at teir hava fingið ein føroyskan stjóra at hjálpa teimum at taka sær av teim ymsu uppgávunum í Føroyum. Johan Mc Donald í Havn er settur sum stjóri á skrivstovuni hjá Texaco í Havn.

Leitingarstjórin hjá Texaco vísir annars á, at teir leggja alstóran dent á trygdar- og umhvørvisspurningar og hava eisini sjálvur tikið stig til at taka prøvar á leiðunum, har tað verður aktuelt at bora. Teir meta eisini virksemi sítt í GEM at vera av týdningi í hesum sambandi. Annars er hann væl nøgdur við tær umstøður, sum teimum stendur í boði í Føroyum. Eitt nú er tað av stórum týdningi við politiskum stabiliteti. Skattaskipanin er skilagóð og eisini telur tað heldur ikki so lítið, at feløgini skulu ikki eins og í USA gjalda eitt stórt bonus fyri í heila tikið at vera við.


Anadarko stórar vónir

Eitt av feløgunum í Sagabólkinum, amerikanska Anadarko hevur eisini sína egnu umsókn. Richard Hook, leitistjóri sigur, at teir eru nøgdir við samstarvið við Norsk Hydro og Agip, men teir hava so avgjørt eisini at koma við eini serstakari umsókn. Hann dylur ikki fyri, at nettupp Føroyaøkið er sum skræddaraseymað til eitt felag sum Anadarko. Umstøðurnar at arbeiða í føroysku undirgrundini minna ikki sørt um økini har Anadarko er sera virkið í Meksikanska flógvanum. Richard Hook sigur, at arbeiðið teir gera har kemur teimum til góðar við Føroyar. Í dag er Anadarko eitt av teimum feløgunum, sum hevur mest virksemi í Meksikanska flógvanum. -Vit eru fegnir um at kunna brúka royndir og vitan okkara við at finna olju við Føroyar, og vit hoyra til teir, sum veruliga trúgva uppá, at olja finst her.


BP Amoco bjóðar høgt

Martin Miles frá BP Amoco er sera nøgdur við føroysku útbjóðingina. Tað kenst sum ein lætti loksins at lata inn ógva tilfarið. Hóast tað hevur tikið sína tíð at koma so langt, so heldur hann ikki, at tíðin er burturspilt. Tvørturímóti hava teir brúkt hesa tíðina skilagott, soleiðis at teir í dag hava eina umsókn, sum hann málber seg, fer sera langt og er sera umfevnandi - ein umsókn, sum byggir á royndir og kanningar hjá ikki færri enn trimum stórum oljufeløgum, BP, Amoco og Arco.

-Føroyaøkið hevur ómetaliga stóran týdning fyri okkum, ikki minst tá hugsað verður um tað virksemi sum vit longu hava á Atlantsmótinum.

Martin Miles dylur ikki fyri, at eisini BP Amoco hevur lagt sera stóran dent á at fáa tann føroyska partin við í umsóknina tvs. at kunna útbúgva føroyingar til hesa vinnu, at menna ídnaðin her, ja rætt og slætt at fara undir nýggjan ídnað. Teir hava tí bæði fíggjarliga og tøkniliga lagt stóran dent á henda partin av umsóknini.

Vit spurdu Martin Miles, um teir ikki høvdu staðið seg betur í útbjóðingini, um teir vóru saman við øðrum oljufelag ella feløgum!

-Eg haldi ein má hugsa um, at vit í veruleikanum eru trý stór oljufeløg, sum júst eru løgd saman, BP, Amoco og nú eisini Arco. Saman eru vit eitt sera sterkt felag, bæði fíggjarliga, tøkniliga og vinnuliga í allar mátar. Við at vera eitt felag kunnu vit bera okkum skjótt at, tá avgerðir skulu takast, og í samvinnu við føroyskar myndugleikar kunnu vit bera skjótt at, fara undir at bora skjótt og harvið fáa Føroyum skjót og góð úrslit. Tí haldi eg tað eru nógvir fyrimunir fyri Føroyar, at tað er eitt sterkt felag, sum kann átaka sær leitingaruppgávuna 100%.

BP Amoco heldur seg til at bora longu næsta summar. Hetta tykist eisini at verða galandi fyri nógvar aðrar bólkar. Men tað veldst so um, um trygdar- og umhvørvisreglurnar eru komnar uppá pláss til ta tíð. Hetta er tí upp til føroyskar myndugleikar. Sosialurin skilur, at flestu av samtøkunum hava boripallar tøkar, og m.a. BP Amoco er í tí støðu, at teir skjótt og lætt kunnu flyta ein av pallum sínum til Føroyaøkið. Í løtuni bora teir beint hinumegin markið.

Martin Miles heldur tað vera rætt at siga, , at økið eystan fyri Føroyar stendur sera ovarliga í leitingarskránni hjá BP Amoco. Og í umsókn síni setir felagið fram ynski um at bora í meira enn ávísum stað. Uppá fyrispurning um ein boriskrá eisini umfatar økið inni á tí tjúkka basaltinum sigur hann, at tað felag, sum vil seta borin í har í núverandi støðu er blint.

Sosialurin skilur annars, at flestu av oljufeløgunum, sum hava søkt um lisens, eru nøgd við tey økini, sum eru við í útbjóðingini.


ExxonMobil ikki við

Í dag verður BP Amoco mett sum næststørsta oljufelagið í heiminum. Bert eitt er størri, og tað er ExxonMobil. Bæði Esso og Mobil hava leingi verið virkin á Føroyaøkinum, men um somu tíð sum tey vórðu løgd saman, varð gjørt av ikki at vera við í 1. útbjóðing.

Robert Lanyon frá Exxon Mobil sigur í eini viðmerking, at avgerðin um ikki at vera við í leitingini við Føroyar er tikin út frá teimum møguleikum, sum felagið hevur og arbeiðir við kring heimin. Viðmerkingin er annars henda:

?Our decision

not to participate was taken in the context of the worldwide opportunities we

are pursuing or in which we are involved".