Kortini er tað at frøast um, at so gott sum allir avvarðandi partar av skúlanum hava givið til kennar, at tey taka á seg sín part av skyldini fyri, at úrslitið hjá næmingunum var alt annað enn gott. Hetta sigur nakað um skelkin og álvaran, sum tey flestu leggja í málið. Í Føroyum líða vit annars av einum køvandi syndabukkasyndromi. Í staðin fyri at fara í kjarnan á málinum at finna gongdar leiðir út úr trupulleikanum, fara vit heldur at spyrja, hvønn vit kunnu heingja í gálgan, og tá onkur er funnin, halda vit, at so er málið loyst.
Úrslitið av PISA 2006, sum varð gjørd 30. mars, fer at koma í desember 2007, og einki er, sum týðir uppá, at tað úrslitið fer at vera stórt frægari enn undankanningin, tí nýggja kanningin er gjørd, áðrenn úrslitið av undankanningini var kunnugt, og eingi tiltøk eru sett í verk, sum kunnu hava broytt avrikini til tað betra. Haraftrat tykist, sum at skúlarnir hava kunnað næmingarnar ov illa áðrenn kanningarnar.
Øll eru vit greið um, at føroysku næmingarnir hava lært ein heilan hóp í skúlanum, í heiminum og úti millum onnur, og sum ikki kemur til sjóndar í eini slíkari kanning. Men henda kanningin hevur víst, at tey ungu duga illa at brúka sín kunnleika í sambandi við avbjóðingar í teirra gerandislívi, soleiðis sum tað kann mátast við teimum bestu testunum, sum í løtuni eru tøkir.
Tann næsta PISA-kanningin verður um trý ár, og skulu vit gera okkum vón um at broyta gongdina til tað betra, so mugu vit ikki liggja sjóvarfallið av okkum men fara í gongd skjótast gjørligt við at broyta atferð.
Hvat er so til ráða at taka? Hvørji tiltøk kunnu bøta um teir kunnleikar, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum skúlin saman við foreldrum skal fremja?
Tað ber til at bøta um fortreytirnar:
Læraraútbúgvingin
Eftir at fleiri nevndir síðani fyrst í 1990unum hava arbeitt við at gera uppskot um broytingar í Læraraútbúgvingini, tykist nú at hómast ein skipan, sum fer at leggja Læraraskúlan saman við Fróðskaparsetrinum og skipa lesturin eftir útbúgvingarfyrimyndini hjá lærdum háskúlum. Fyrimunirnir við eini slíkari skipan kunnu vera fleiri, men vansar eru eyðvitað eisini í mun til verandi læraraútbúgving.
Fakliga støðið kann gerast munandi hægri í teimum fáu fakum og fakøkjum, sum tey lesandi velja at útbúgva seg í, men undirvísingarførleikin verður helst smalri, enn undir verandi læraraútbúgving, har lærarin kann undirvísa í nærum øllum lærugreinum skúlans. Hetta fer helst sum frá líður at fáa avleiðingar fyri teir smærru bygdaskúlarnar, sum tá mugu lúta fyri teimum fleiri og nógv meira fjølbroyttu undirvísingartilboðunum, sum teir størru skúlarnir hava møguleika fyri at veita. Og spurningurin er, um so nógv orsøk er til at harmast ta gongdina. Burtursæð frá nostalgiini.
Ein vinningur við at hevja læraraútbúgvingina upp á akademiskt støði er, at tá fer at bera til at fremja veruliga vísindaliga gransking í undirvísingarverkinum, sum vit so at siga púrt einki hava havt av higartil. Hartil kemur, at neyðugt verður í nógv størri mun at knýta at setrinum útlendskar undirvísarar, sum við teirra breiðari royndum frá størri umhvørvum kunnu geva neyðugan nýggjan íblástur.
Næmingatímatalið
Sambært Fólkaskúlalógini er minsta undirvísingartímatalið hjá næmingum í 1. og 2. flokki ávikavist 18 og 20 tímar um vikuna. Ein av høvuðsgrundgevingunum fyri hesum lága tímatali hevur verið, at børnini skulu hava loyvi at vera børn, so leingi sum møguligt, t.v.s at tey skulu sleppa at spæla frítt úti í bø og haga og niðri í fjøruni og ikki sita ov leingi innibyrgd í eini skúlastovu. Veruleikin er ein heilt annar í dag, nú flestu børn eru á ansingarstovni frá barnsbeini av og til tey fara í skúla, og eftir skúlatíð standa ansingarfólk klár at taka sær av at ansa smærru børnunum, tað ið eftir er av degnum, til foreldrini koma heim úr arbeiði.
Flestu skúlar eru noyddir at halda seg nær til minimumstímatalið, tí at játtanin til fólkaskúlan verður hildin niðri á hungursmarkinum. Tað er eingin ivi um, at ein munandi hækking av tímatalinum í yngru flokkunum hevði givið ein stóran, neyðugan vinning, ikki minst hvat ið lesiførleika viðvíkur. PISA-kanningin avdúkaði, at 49% av kannaðu føroysku næmingunum høvdu ikki funktionellan lesiførleika, og bara 2% liggja í besta endanum. Tað staðfesti okkum millum Mexiko og Brasilia. Fyri Finnland eru tølini øvugt: 7% í neðra og 51% í erva! Hetta má fáa avleiðingar fyri raðfestingina hjá landspolitikarunum.
Undirvísingaramboð
Kommunurnar hava ábyrgdina fyri dagliga rakstrinum av fólkaskúlunum, t.v.s fyri íløgum og viðlíkahaldi av bygningum og játtanum til undirvísingaramboð til skúlarnar. Í 2004 brúktu allar tær føroysku kommunurnar 246 mió. kr. til rakstur og íløgur til skúla- og mentamál. Ikki ber til av tølunum frá Hagstovuni at skilja sundur, hvussu nógv ið fer til undirvísingaramboð til skúlarnar, men tað er eingin ivi um, at í flestu skúlum verður undirvísingin nógv darvað orsakað av ótíðarhóskandi og ikki nøktandi undirvísingartilfari.
PISA-kanningin sigur, at meira enn helvtin av næmingunum keða seg í skúlanum. Ein av orsøkunum er heilt givið, at undirvísingaramboðini, serliga úrvalið av bókum er ov lítið. Hetta kunnu kommunurnar gera nógv meira við, enn tær gera í dag.
Í flestu øðrum londum er framleiðslan av undirvísingartilfari og serliga útgávan av skúlabókum ein framúr góð forrætning. Soleiðis er ikki her hjá okkum, har næmingatalið er so lítið. Tað ber heilt einfalt ikki til at gera undirvísingarbøkur uttan (almennan) stuðul. Um tað almenna vil bøta um ella sleppa sær undan landaskommini, so verður neyðugt at raðfesta øðrvísi, enn higartil hevur verið gjørt.
Veiku næmingarnir
Líka mikið hvar í undirvísingarhierarkinum ein er staddur, tað veri seg í einum 1. flokki í fólkaskúlanum ella einum holdi á lærdum háskúla, so er altíð ein spjaðing frá tí veikasta til tann intellektuelt sterkasta. Munurin millum tann við lægsta og tann við hægsta avriki er kanska styttri longur upp í stigan, tú kemur.
Men fólkaskúlin er sermerktur við tað, at hann hevur lógarásetta skyldu at hava øll børn at undirvísa í 9 ella 10 ár. Hetta setir størri krøv og avbjóðingar til lærararnar enn á nøkrum øðrum undirvísingarstovni í landinum.
Við fólkaskúlalógini í 1979 fóru vit burtur frá tí gomlu skipanini, har lærararnir skuldu skilja næmingarnar sundur, teir bestu til at fara í real, og restin máttu taka til takkar við at fara í ein áttanda flokk. Eingin lærari ynskir at koma í ta støðuna aftur at skula gera hetta ómenniskjansliga sundurbýtið. Vit fingu í staðin ein eindarskúla, har allir næmingar fylgdust frá 1. og til 9. og 10. flokk.
Nýggja skipanin kravdi av lærarunum, at teir í staðin fyri at differentiera næmingarnar skuldu differentiera undirvísingina. Hetta krevur nógv av undirvísarunum, at teir skulu røkka øllum, bæði teimum kvikastu og teimum seinastu næmingunum í flokkinum. Tað krevur optimalar umstøður, bæði viðvíkjandi hølum, undirvísingaramboðum, hjálpartiltøkum av sosialpedagogiskum slagi, læraraførleika o.ø.
Størsta hóttanin fyri einum góðum undirvísingarumhvørvi í flokkinum er, at lærarin eisini skal taka sær av teimum veiku næmingunum, sum lutfalsliga tekur alt ov nógv av hansara tíð, og tað ger, at teir kvikastu næmingarnir verða við sviðusoðið og sita og keða seg. Serundirvísing og onnur sosialpedagogisk tiltøk eru alt ov lágt raðfest í skúlanum. Nógvum næmingum tørvar eisini eitt øðrvísi tilboð, sum ikki er til í føroyska skúlanum í dag. Skal nøkur broyting og ábót gerast á hesum øki, so mugu landspolitikararnir síggja í eyguni, at tað krevur munandi øktar játtanir. Her ber ikki til at lyfta seg sjálvan upp við hárunum, sum hevur verið hyggjuráðini, sum skúlin hevur fingið.
Eftirútbúgving
At kalla eingin verulig eftirútbúgving av lærarum hevur verið hesi nógvu seinastu árini, og tað er ein gongd, sum ikki kann annað enn koma aftur um brekku. Fólkaskúlin man vera eitt av teimum fáu arbeiðsplássunum í landinum, sum virðir sína manning so lítið, at tað er líkasælt um ta avrik, sum væntast at koma burtur úr. Mytan um, at tá tú hevur fingið eina útbúgving, kanst tú klára teg við hana, til tú fert frá við pensión, er deyð fyri langari tíð síðani.
Tey, sum rópa upp og krevja størri faklig krøv, strangari disciplin, meira eftirlit, fleiri royndi heilt niðri frá 1. flokki, at lærarar og næmingar skulu metast á hvørjum ári, aftur til realskúlan, fleiri lektiur, kappingarmomentið inn í skúlan o.s.fr, tey áttu eisini at hugsa um tær umstøður, sum fólkaskúlin hevur havt at virka undir seinastu árini. Og tey skuldu ikki minni hugsað um ta dygdararbeiðið, sum hvønn dag hóast alt verður útint í skúlanum.
Onkrir landsstýrismenn hava fyri nøkrum árum síðani optimistiskt proklamerað, at vit skulu hava heimsins besta skúla. Tað er eisini vert at stremba fram ímóti, men enn tykist tíverri at vera langur vegur, til vit røkka so langt. Hetta landsstýrið hevur eisini sagt, at teir raðfesta undirvísing og mentan høgt í hesum skeiðinum. Higartil mugu vit siga, at vit hava sæð lítið til hetta í verki.
Alt gott at siga um undirsjóvartunnil til Sandoyar, sum vit ikki hava ráð at lata vera við at gera beinan vegin. Eru politikarar fúsir til í óðum verkum at rinda 500 - 800 milliónir næstu 4-5 árini til eina slíka ætlan av ótta fyri nøkrum fáum atkvøðum, so mátti kortini skilið kunnað vakna, og at teir aftan á Teistan og Smyril, Vágatunnilin og Klaksvíkstunnilin fóru at ásanna, at samferðsluøkið tolir ein steðg upp á nøkur fá ár, og at undirvísingar- og mentunarøkið nú eigur at fáa hægstu raðfesting, og raðfesting uttan pening er einki.










