Í november var journalisturin Halfdan Muurholm var saman við Jørgen Palmer, myndamanni, í tvær vikur. Filmurin hevur fingið heitið “De seneste bøsser på Færøerne”, og tekur hann støði í gerandisdegnum [...] m um tað, sum nógv tykkara helst eru við at verða troytt av í Føroyum, síðani málið hevur fylgt so nógv í miðlum tykkara seinastu tíðina. Í Danmark er hetta tó framvegis líka áhugavert, og tí verður hetta [...] tí, sum hent er her uppi, sigur Halfdan Muurholm og heldur áfram. – Filmurin varpar ljós á ymsar vinklar og ymisk sjónarmið í málinum, sum føroyingar hava. Hetta er síðani sett upp í móti hvørjum øðrum
Tá ið flokkarnir vóru ójavnir á máli. - Fólkaflokkurin hevur sitið í samgongu í 10 ár og tað gevur okkum stórar royndir í at vera í samgongu og avgjørt eisini gott innlit. Tí verða okkara sjónarmið hoyrd [...] vóru ikki øll, sum vóru heilt samd í, at hetta var bara av tí góða. Annika Olsen, sum umboðar Fólkaflokkin í Tórshavnar Býráð, helt, at stevið í samgonguni hevði verið í so gott. Hon helt, at tað eru summi [...] studentaskúlanum og heilsuskúlanum í einum. Hann helt eisini, at tað var ein góð loysn, sum varð funnin í Marknagili, tí skuldi studentaskúlin verið uppi í, hevði talan verið um eina bygging, sum varð so dýr
uppskoti um verklagslóg, sum vónandi verður lagt fyri tingið í vár, ella í øllum førum í ár. Vónandi longu í vár Jógvan Jespersen, stjóri í Kringvarpinum, sigur við Sosialin, at eftir samanleggingina fyri [...] fyri tingið í vár, so vit kunnu brúka restina av hesum árinum til at fyrireika eina fysiska samanlegging. Síðani kundi eg hugsað mær, at vit brúktu tey næstu árini til at útbyggingar uppi í Sortudíki, og [...] heimild til at arbeiða víðari við málinum. - Lá tað til mín, so var málið avgreitt longu í vár, ella í øllum førum í ár, so farast kann undir at byggja. Tí, sigur tú A, mást tú eisini siga B, og tað er púra
Bjargingarfelag, sum heldur til í Vági. ? Í heyst var Bjargingafelagið í norðaru helvt í Vági og vitjaði felagið í sunnaru helvt har vit tosaðu um felags viðurskifti uppi yvir einum kaffimunni. Signar Olsen [...] síggja nógv fólk á aðalfundinum í morgin, tí tað er altíð brúk fyri eini hjálpandi hond. Signar Olsen sigur, at í løtuni arbeiðir nevndin fyri at útvega felagnum høli at vera í. Tá ið tað er komið undir land [...] altíð eru í fínasta standi, tá ið brúker fyri teimum. Í hølunum er ætlanin at hava fundarhøli, matstovu og goymslurúm, har tað mesta av útgerðini kemur at verða goymt. Annars hevur felagið útgerð í Sandvík
, men í Havn eisini kend fyri sítt sosiala arbeiði í Asylforeiningini, har kvinnur í Havn royndu at hjálpa har tørvur var hjá fólki í býnum við m.a. og klæðum. Tá ið vit annars tosa um Müller í dag hugsa [...] nunum seinast í 19. og fyrst í 20. øld. Enn eru søguligar slóðir eftir í pakkhúsinum. Eitt tað fyrsta, sum kemur móti tær inni í pakkhúsinum er roykurin av tjøru. Enn situr hann fastur í húsinum. Á einum [...] DFDS. Tað sæst í skjølum, at sýslumaðurin H.C., eisini nevndur Gamli Müller, var væl fyri. Hann átti jørð ymsastaðni í Føroyum og harafturat nógvar húsaognir í Havn. Trý børn hansara vóru í Grønlandi. Tveir
perum í fyri undir 100 krónur. Í dag er tað púra vanligt, og tað ger ivaleyst sítt til, at tað virkar sum fólk hava nógv meira prýði hangandi uppi. Uttanduraprýði Eitt, sum sást so nógv meira til í dag enn [...] hevði tað ikki verið at verið barn í hasum húsinum? Tí børnini hugsa nevniliga ikki so nógv um, hvussu onnur halda tað sær út. Og tað er gott at síggja, at tey vaksnu í hesum húsinum ei heldur gera tað. [...] urnar verða hongdar upp allastaðni saman við perum, stjørnum og øðrum prýði. Tey heingja prýði upp í barnagarðinum, skúlanum og heima við hús. Og tað er so spennandi. Fyrr var tað óivað líka spennandi
Í Syðrugøtu er nú lív komið í aftur húsini, har handilin Valhøll fyrr helt til. Talan er um eitt stað, har ungfólk og vaksin kunnu koma at stuttleika sær. ? Vit hava trý billiardborð, teldustýrdar spæ [...] gera úrvalið størri. Hin eigarin eitur Jógvan Páll í Bartalsstovu. Hans Jørgen Djurhuus leggur dent á, at teir báðir eigararnir ikki fara at síggjast ofta í nýupplatnu hølunum, tí teir eru báðir upptiknir [...] samstundis ikki ivast í, at staðið fer at bera seg. Serliga tá áhugin er so stórur. Hann sigur víðari, at hvørgin teirra hevur nakrar royndir við tílíkum arbeiði, men at teir bara eru lopnir út í tað. ? Vit fingu
høpi. Síðani greiddi Ingibjørg Berg, trivnaðarstjóri í Tórshavnar Býráð, frá um demokratiska luttøku í Føroyum. Ingibjørg Berg hevur eitt nú verið uppi í arbeiðinum við norðurlendsku demokratifrágreiðingunum [...] eina virkna luttøku í demokratiinum. Fyrst talaði Johan Steen Johansen, cand. pæd.psyk og rektari á norðurlendska fólkaháskúlanum í Geneve, um evnið: Demokrati og virkin medborgaraskapur í norðurlendskum høpi [...] fólkaupplýsingina í Norðurlondum. Sagt verður, at ein virkin medborgaraskapur, fjølbroytni, upplýsing og samrøða eru grundleggjandi hugtøk í einum vælvirkandi fólkaræði. Og at DEMOS er í sjálvum sær ein
sigur, at dansurin í tjaldinum í skúlagarðinum vanliga kemur við tí størsta íkastinum, men tjaldið, sum nevndin hevur keypt og sum stóð uppi á kaiuni, hildnaðist eisini rættiliga væl. Í tjaldinum var breyð-og [...] Ovastevna Týskvøldið hevði stuðulsnevndin fyri svimjihyli í Nólsoy fund, har tey taldu upp, hvussu nógv ovastevnan í ár hevur givið í peningi. Una Hansen, sum er kassameistari hjá nevndini, sigur, at tey [...] tað merkir, at bruttuinntøkan í øllum førum hevur verið omanfyri tær 307.000 krónurnar. Una sigur, at ein trupulleiki tók seg upp leygarkvøldið, tá ið dansur var í tjaldinum í skúlagarðinum. - Tað vísti seg
er í løtuni eisini ógjørligt at siga, hvussu nógv talan er um. Í samrøðu við Sosialin í gjár, segði leiðarin á Fiskiveiðieftirlitinum, Elmar Højgaard, at teir hava staðfest eina ávísa hjáveiði uppi í veiðini [...] kongafiski. - Fiskiveiðieftirlitið hevur í summar kannað veiðina hjá føroyskum og øðrum skipum, sum hava landað í Føroyum, men hesi hava fyri tað mesta fiskað í íslendskum sjógvi og altjóða sjógvi. Síðan [...] um hjáveiði hjá nótaskipum í álvara. Somuleiðis hava menn líka sum roynt at fingið landsstýrismannin at siga, hvussu stórur hesin trupulleiki er. - Jú, eg taki hetta málið í fullum álvara, og tí havi eg