Demos sett á stovn í Føroyum

Fyrst í hesum mánaðinum var skipað fyri almennum fundi í Miðlahúsinum, har eitt føroyskt DEMOS varð sett á stovn. DEMOS er ein norðurlendsk fólkaupplýsingarverkætlan, sum eggjar til orðaskifti og fólksligt virksemi.

DEMOS er íbirt av norðurlendsku makt- og demokratifrágreiðingunum og norðurlendsku fólkaupplýsingarsiðvenjuni við opnum og beinleiðis samrøðum um útgangsstøði. Spurningarnir, sum settir vórðu til fundin, vóru: Hvussu styrkja vit fólkaupplýsingina í Føroyum? Hvussu kunnu vit skipa viðkomandi útbúgving, eftirútbúgving og annað skeiðsvirksemi fyri fólki við stuttari útbúgving? Hvussu kunnu vit fáa ung við í tað almenna demokratiska orðaskiftið? Hvussu ríka kristindómur og demokrati hvørt annað? Hvussu skulu vit handfara nýggja sosiala ójavnan – vaksandi gjónna millum rík og fátæk?


Eggja til virkni

Á fundinum í Miðlahúsinum vóru fyrst nøkur upplegg, og síðani varð opið kjak millum tey umleið fýrati fólkini, sum vóru møtt upp. Uppleggini skuldu geva íblástur til at fáa lív í fólkaupplýsingina til tess at eggja eina virkna luttøku í demokratiinum.

Fyrst talaði Johan Steen Johansen, cand. pæd.psyk og rektari á norðurlendska fólkaháskúlanum í Geneve, um evnið: Demokrati og virkin medborgaraskapur í norðurlendskum høpi. Síðani greiddi Ingibjørg Berg, trivnaðarstjóri í Tórshavnar Býráð, frá um demokratiska luttøku í Føroyum. Ingibjørg Berg hevur eitt nú verið uppi í arbeiðinum við norðurlendsku demokratifrágreiðingunum.

Sìðsta innleggið stóð Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara úr Mentamálaráðnum, fyri. Hon fortaldi um Mentamálaráðið, fólkaupplýsing og lívlanga læru.


Nógv ynski

Aftaná innleggini var orðið frítt. Eftir øllum at døma vóru fleiri øki, har fólk kundu hugsað sær skeiðs- og útbúgvingartilboð. Eitt nú vóru ynski sett fram um átak til frama fyri lesiveikar føroyingar, bæði børn og vaksin. Eitt, sum eisini verður undirmett her á landi er eykaundirvísing bæði á fólka- og miðnámskúlaøkinum. Saknur hevur verið í hesum síðani kreppuárini, og er tað sera óheppið, tá hugsað verður um, at krøvini til hægri útbúgvingar herðast í hvørjum.

Harumframt var eisini sett fram ynski um at fáa fleiri almennir fyrilestrar á hægri støði, sum eitt fólkauniversitet. Hesir kundu snúð seg um alt frá demokratii, religión til etisk/filosofisk evni. Eisini vóru pensionistarnir áhugaðir í at fáa evni tikin upp innan teirra áhugaøki.


Vælvirkandi fólkaræði

Sambært stigtakarunum er DEMOS ein norðurlendskur hugskotsbanki sum sameinir gransking um norðurlendsku makt- og demokratifrágreiðingarnar við pedagogiska og praktiska arbeiðsháttin innan fólkaupplýsingina í Norðurlondum. Sagt verður, at ein virkin medborgaraskapur, fjølbroytni, upplýsing og samrøða eru grundleggjandi hugtøk í einum vælvirkandi fólkaræði. Og at DEMOS er í sjálvum sær ein eggjan til orðaskifti og virksemi.

Á fundinum vóru fýra kontaktfólk vald, sum samskipa arbeiðið víðari á hvør sínum øki. Ætlanin er, at hava eina ráðstevnu um fólkauplýsing til hestar, sum MMR, NVL (Netværk Voksnes Lærende), Nordplus Voksen og Demos Føroyar 2007 skipa fyri. Stigtakararnir til fundin í Miðlahúsinum vóru Hildur Patursson med e-mail: hildurp@post.olivant.fo og Holger Arnbjerg med e-mail: ask@ask.fo, sum til ber at seta seg í samband við.


--


Myndatekstur: Ingibjørg Berg, stjórnmálafrøðingur, greiddi millum annað frá um norðurlendsku demokratifrágreiðingarnar.