Eitt gott íkast til svimjihylin í Nólsoy

Hóast Rytan sigldi um Nólsoyarfjørð við tilsamans 3.600 fólkum á ovastevnu, og talið av bátum helst var um 150, gekk alt friðarliga fyri seg. - Vit, sum eru í stuðulsnevndini, hava ikki hoyrt eitt orð um illstøður. Alt lagaði seg á bestan hátt, hóast bygdin var stúgvandi full av fólki, sigur Una Hansen, kassameistari

Ovastevna

Týskvøldið hevði stuðulsnevndin fyri svimjihyli í Nólsoy fund, har tey taldu upp, hvussu nógv ovastevnan í ár hevur givið í peningi.
Una Hansen, sum er kassameistari hjá nevndini, sigur, at tey eru væl nøgd við tað, sum kom burtur úr, men nevndin hevur í ár gjørt av ikki at upplýsa alment, hvussu nógv stevnan gevur.
- Vit kunnu tó siga, at ovastevnan í ár hevur givið meira enn nakrantíð áður, og tað eru vit ógvuliga væl nøgd við.
Hon sigur, at dansurin í tjaldinum í skúlagarðinum vanliga kemur við tí størsta íkastinum, men tjaldið, sum nevndin hevur keypt og sum stóð uppi á kaiuni, hildnaðist eisini rættiliga væl. Í tjaldinum var breyð-og ølsøla.
- Tombola, kabarett og aðrir aktivitetir, sum vóru á stevnuni, góvu eisini væl av peningi, sigur kassameistarin.

Eitt gott íkast

Eftir stevnuna síðsta ár, hevði Sosialurin samrøðu við Leo Poulsen, sum er formaður í stuðulsnevndin.
Hann upplýsti, at ovastevnan 2003 gav 307.000 krónur brutto, sum var met. Árið fyri ? 2002 ? gav stevnan 280.000 krónur.
Sambært Unu hevur stevnan sum nevnt sett met í ár, og tað merkir, at bruttuinntøkan í øllum førum hevur verið omanfyri tær 307.000 krónurnar.
Una sigur, at ein trupulleiki tók seg upp leygarkvøldið, tá ið dansur var í tjaldinum í skúlagarðinum.
- Tað vísti seg nevniliga, at bondini, sum fólk fingu um armin sum atgongumerki, høvdu sama lit sum bondini, ið nýtt vórðu í Hósvík kvøldið fyri. Hetta kann hava ført til, at eitt ávíst tal av fólki slapp inn í tjaldið uttan at rinda fyri atgongumerkið. Haraftrat vísti tað seg, at nøkur sluppu inn í tjaldið uttan um vanligu inngongdina.
Una er kortini væl nøgd við dansin og tær inntøkur, sum hesin gav á ovastevnuni.

Alt gekk væl

Hóast Rytan sigldi um Nólsoyarfjørð við tilsamans 3.600 fólkum síðsta vikuskiftið, og talið av bátum helst var um 150, so er ikki líkt til, at nakar kuril var á tráðnum.
- Vit, sum eru í nevndini, hava ikki hoyrt eitt orð um illstøður. Alt gekk friðarliga fyri seg og lagaði seg á bestan hátt, hóast bygdin var stúgvandi full av fólki.
Spurd, um tveir løgreglumenn, sum sóust í gøtunum í Nólsoy fríggjakvøldið, vóru boðsendir, sigur hon, at eingin í nevndini veit, hvat teir gjørdu í Nólsoy hetta kvøldið.
- Á hvørjum ári hava vit vent okkum til løgregluna og spurt, um teir vilja koma út um fjørðin at hjálpa okkum at halda skil á, men svarið haðani hevur verið, at hetta er ikki teirra uppgáva. So, vit hava ikki ánilsi av, hvat løgreglumenninir gjørdu í Nólsoy fríggjakvøldið - og ikki leygarkvøldið, sum er kvøldið, tá ið trýstið er nógv størst, sigur Una.