Samstarvið í samgonguni er fyrimyndarligt.
Tað staðfestu fleiri politikarar hjá fólkaflokkinum á landsfundinum í Øravík leygardagin.
Jørgen Niclasen, formaður fólkafloksins á Løgtingi, fortaldi fundarfólkinum, at samstarvið í samgonguni var týðiliga merkt av, at allir flokkar høvdu viljan til samstarv.
- Sjálvur havi eg verið við í seks samgongum, men eg tori at siga, at hendan hevur verið tann besta at loysa ósemjur og finna semjur, segði hann.
- Tá ið vit hava sett okkum saman, hevur tað borið til at koma á mál á nógvum málum-men ikki øllum kortini.
Eisini formaðurin í Fólkaflokkinum, Anfinn Kallsberg, segði, at samstarvið í samgonguni var ógvuliga konstruktivt, har tað bar til at koma til orðanna. Tá ið flokkarnir vóru ójavnir á máli.
- Fólkaflokkurin hevur sitið í samgongu í 10 ár og tað gevur okkum stórar royndir í at vera í samgongu og avgjørt eisini gott innlit. Tí verða okkara sjónarmið hoyrd og sostatt endar tað eisini ofta við, at tað verður politikkurin hjá Fólkaflokkinum, sum eisini verður politikkurin hjá samgonguni, segði Anfinn Kallsberg.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður var samdur. Hann var eisini í undanfarnu samgongu og helt, at her var munur á, tí samstarvið í undanfarnu samgongu var í stóran mun merkt av klandri.
- Hendan samgongan er merkt av, at allir flokkar vilja samstarva.
Eisini Kjartan Joensen og aðrir politikarar hjá flokkinum fegnaðust um samstarvið.
Samstavið mestsum ov gott
Men tað vóru ikki øll, sum vóru heilt samd í, at hetta var bara av tí góða.
Annika Olsen, sum umboðar Fólkaflokkin í Tórshavnar Býráð, helt, at stevið í samgonguni hevði verið í so gott.
Hon helt, at tað eru summi, sum leggja ov stóran vilja í at varðveita samgonguna
Í hesum sambandi harmaðist hon um og helt, at tað er ein vanlukka, at studentaskúli ikki verður bygdur í Marknagili, soleiðis, sum tosað hevur verið um og hon harmaðist eisini um, at miðnámsskúlin varð fluttur úr Vági.
- Men øll hesi málini vórðu vavd upp í ein ellibita, tí onkur vildi hesi samgonguni so væl, at hon mátti halda fram.
Hesum varð Jógvan á Lakjuni ikki samdur í. Hann ivaðist ikki í, at tað var tann betra loysnin at byggja miðnámsskúlan í Hovi.
- Tað tykist sum um at tey flestu hava gloymt, at vit at byggja í Hovi, hava vit fingið heilsuskúlan upp í, so at vit bæði fáa loyst hølistrupulleikarnar hjá studentaskúlanum og heilsuskúlanum í einum.
Hann helt eisini, at tað var ein góð loysn, sum varð funnin í Marknagili, tí skuldi studentaskúlin verið uppi í, hevði talan verið um eina bygging, sum varð so dýr, at hann stúrdi fyri, at hon hevði aldrin verðið veruleiki.
Á landsfundi hjá fólkaflokki leygardagin fingu teir 60 áhoyrararnir at vita frá polikarunum, at stevið í samgonguni er fyrimyndarligt. Men onkur helt, at tað hevði verið í so gott