Góð útlit fyri kringvarpshúsi í Sortudíki

Stendur tað til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann og Jógvan Jespersen stjóra í Kringvarpinum, verður útbyggingin av útvarpshúsinum til felags kringvarpshús veruleiki um fá ár

Í samband við samanleggingina av ÚF og SVF til nýggja stovnin Kringvarp Føroya, hevur nakað av práti verið um, at allur stovnurin skal húsast undir somu lon. Sostatt er greitt, at økið norðanfyri útvarpshúsið er keypt, og at Palle Gregoriussen, arkitektur, hevur gjørt eitt skitsuprojekt, sum landsstýrið tekur undir við. Nú er bert eftir hjá landsstýrismanninum at fáa løgtingið at taka undir við einum uppskoti um verklagslóg, sum vónandi verður lagt fyri tingið í vár, ella í øllum førum í ár.

Vónandi longu í vár
Jógvan Jespersen, stjóri í Kringvarpinum, sigur við Sosialin, at eftir samanleggingina fyri knøppum ári síðani, fóru tey undir at meta um hølisviðurskiftini hjá nýstovnaða Kringvarpinum.
 Fyri at fáa sum mest burtur úr samanleggingini, gjørdist tað beinanvegin greitt, at tað fór at vera týdningarmikið at savna alt virksemið undir somu lon. Tí settu vit ein bólk at gera eina tørvs- og kostnaðarmeting og eitt tilmæli til mynduleikarnar, sigur Kringvarpsstjórin. Og hann vísir á, at úrslitið av hesum arbeiðinum var, at leiðslan og arkitekturin handaðu landsstýrismanninum eitt skitsuprojekt, har heitt var á hann um at leggja eina verklagslóg fyri tingið.
 Eg veit, at landstýrismaðurin hevur havt skitsuprojektið fyri á landsstýrisfundi, og haðani hevur hann fingið heimild at arbeiða víðari við verkætlanini, sigur Jógvan Jespersen, sum nú sigur seg bíða eftir, at málið skal vera lagt fyri, og samtykt av tinginum.
 Vit vóna, at landsstýrismaðurin leggur uppskotið um verklagslóg fyri tingið í vár, so vit kunnu brúka restina av hesum árinum til at fyrireika eina fysiska samanlegging. Síðani kundi eg hugsað mær, at vit brúktu tey næstu árini til at útbyggingar uppi í Sortudíki, og at hølistrupulleikarnir vórðu loystir um eini 3 ár, í 2009, greiðir Jógvan Jespersen frá.

Vørðslan ótíðarhóskandi
Hølisumstøðurnar hjá sjónvarpinum eru út av lagi vánaligar, og nú er stovnurin farin undir at endunýggja nógva tekniska útgerð.
 Tí hevði verið gott at fingið eina ábending um nær, og um, myndugleikarnar ætla at lívga um okkum. Stovnurin húsast í fimm ymsum húsum, bæði sethúsum og handilsbygningum. Um vit hugsa okkum, at vit fáa nakað av peningi fyri at selja tær fýra ognirnar, sum SVF eigur, so ikki so nógv verður eftir hjá tí almenna at rinda, sigur Jógvan Jespersen. Og hann sigur seg meta, at kostnaðurin fyri útbyggingarnar fer at liggja um 40 milliónir, áðrenn møguligar sølur er frátiknar.

Sigur tú A..
Jógvan á Lakjuni, landstýrismaður í mentamálum, játtar fyri Sosialinum, at hann hevur havt málið um skitsuprojektið fyri á landsstýrisfundi, og at hann har fekk heimild til at arbeiða víðari við málinum.
- Lá tað til mín, so var málið avgreitt longu í vár, ella í øllum førum í ár, so farast kann undir at byggja. Tí, sigur tú A, mást tú eisini siga B, og tað er púra natúrligt, at útvarpið og sjónvarpið húsast saman, nú vit hava lagt stovnarnar saman, sigur landsstýrismaðurin.