Fiskivinna
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sigur, at á tingi hevur verið róð uppundir, at hann sum landsstýrismaður ikki skal taka málið um hjáveiði hjá nótaskipum í álvara. Somuleiðis hava menn líka sum roynt at fingið landsstýrismannin at siga, hvussu stórur hesin trupulleiki er.
- Jú, eg taki hetta málið í fullum álvara, og tí havi eg biðið Fiskiveiðieftirlitið og Fiskirannsóknarstovuna kannað hesi viðurskifti. At eg enn ikki kann siga, hvussu støðan er, kemst av, at kanningarnar ikki eru lidnar.
Bjørn Kalsø sigur, at enn hevur hann ? sum hann sjálvur tekur til - ongar alarmerandi ábendingar fingið um stóra hjáveiði av eitt nú upsa, toski ella kongafiski.
- Fiskiveiðieftirlitið hevur í summar kannað veiðina hjá føroyskum og øðrum skipum, sum hava landað í Føroyum, men hesi hava fyri tað mesta fiskað í íslendskum sjógvi og altjóða sjógvi. Síðan kanningarnar byrjaðu, hevur lítil og eingin fiskiskapur verið í føroyskum sjógvi.
Minni enn 1%
Bjørn sigur, at Fiskiveiðieftirlitið hevur staðfest, at ein ávís
hjáveiða hevur verið av eitt nú upsa og kongafiski, men enn er ov tíðliga at siga, hvussu nógv talan er um.
- Nøgdirnar, sum nótaflotin førir til lands, eru stórar, og landingin gongur skjótt fyri seg. Tí hava vit onga haldgóða niðurstøðu fingið enn, og tí er í løtuni eisini ógjørligt at siga, hvussu nógv talan er um.
Í samrøðu við Sosialin í gjár, segði leiðarin á Fiskiveiðieftirlitinum, Elmar Højgaard, at teir hava staðfest eina ávísa hjáveiði uppi í veiðini hjá nótaflotanum, men soleiðis, sum vit skiltu hann, hevur talan verið um hjáveiði, sum helst liggur niðanfyri tað eina prosentið.
- Men vit kunnu ikki koma við nakrari endaligari niðurstøðu enn, tí kanningarnar eru ikki lidnar, segði hann.
Í samrøðu við Sosialin, heldur Bjørn seg ikki hava skilt, at hjáveiðan hjá nótaskipunum hevur ligið omanfyri tað eina prosentið.
- Men fyri tann skuld verður hetta málið tikið í fullum álvara, tí bara svartkjaftaveiðan undir Føroyum í fjør var eini 500.000 tons, og tað er skjótt, at hjáveiðinøgdirnar kunnu gerast stórar, hóast uppíblandingin í fyrstu atløgu ikki sær út av nógvum.
Landsstýrismaðurin sigur, at ongar hjáveiðireglur eru galdandi fyri nótaskipini.
- Mær kunnugt, hevur hesin parturin av flotanum altíð fiskað rættiliga "reint", og tí hevur ivaleyst verið hildið, at neyðugt ikki hevur verið við hjáveiðireglum.
Halda fram
Bjørn Kalsø sigur, at Fiskiveiðieftirlitið eisini fer at halda eyguni eftir hjáveiðini, tá ið fiskiskapurin hjá nótaskipunum væntandi tekur seg uppaftur í heyst.
- Tað hevur ljóðað, at íslendingar hava umhugsað at steingja leiðir, tí hjáveiðan hjá nótaskipunum á ávísum leiðum er vorðin ein trupulleiki.
Hann sigur, at hann sum landsstýrismaður fer at fylgja væl við kanningunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum og Fiskirannsóknarstovuni.
- Men fyrst noyðast vit at fáa staðfest, hvussu støðan er. Er hjáveiðan ein trupulleiki, fara vit sjálvsagt at taka hetta álvarsmál upp, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður.