Í november var journalisturin Halfdan Muurholm var saman við Jørgen Palmer, myndamanni, í tvær vikur.
Filmurin hevur fingið heitið “De seneste bøsser på Færøerne”, og tekur hann støði í gerandisdegnum hjá tveimum bøssum í Føroyum og ein fyrrverandi bøssa, og annars er hann eitt slag av samandrátti av kjakinum, sum vit í Føroyum hava verið vitni til.
Halfdan Muurholm var við til fyrstu tingviðgerðina av málinum um grein 266b. Umframt tað hevur hann gjørt samrøður við fleiri framstandandi føroyingar við meiningum um málið, tað verið seg politikarar, prestar og avvarðandi hjá samkyndum.
Ymiskir vinklar
– Føroyingar kunnu rokna við at síggja ein dokumentarfilm um tað, sum nógv tykkara helst eru við at verða troytt av í Føroyum, síðani málið hevur fylgt so nógv í miðlum tykkara seinastu tíðina. Í Danmark er hetta tó framvegis líka áhugavert, og tí verður hetta eitt slag av samanumtøku av tí, sum hent er her uppi, sigur Halfdan Muurholm og heldur áfram.
– Filmurin varpar ljós á ymsar vinklar og ymisk sjónarmið í málinum, sum føroyingar hava. Hetta er síðani sett upp í móti hvørjum øðrum.
– Eg eri fullgreiður um, at tað sum ávísir politikarar ella prestar siga, ikki er umboðandi fyri allar føroyingar, men tað er eitt tilvitað val, at eg havi gjørt soleiðis. Tí á henda hátt meti eg, at vit fáa varpað eitt sterkari ljós á, hvørjar avleiðingarnar fyri samkynd í Føroyum í ringastu føri eru, sigur journalisturin hjá Danmarks Radio.
Sum tá fanin lesur Bíbliuna
Halfdan Muurholm sigur, at tað ikki er nøkur loyna í hesum dokumentarfilminum, hvørjum hann hevur hug at stuðla.
– Tá eg kom til Føroya royndi at taka so nógv til mín sum gjørligt. Eg gjørdi alt fyri at fáa eina objektiva lýsing av málinum, men tess longur eg kom inn í málið, tess meiri øtaðist eg av útsagnum og holdningunum hjá framstandandi persónum í Føroyum, sigur Halfdan Muurholm.
Hann sigur sjálvur, at hann er kristin, men at hann samstundis als ikki kann foreina seg við mátan sum málið er viðgjørt uppá í Føroyum
– Soleiðis sum eg havi hoyrt fólk endurgivið í Bíbliuni í Føroyum, soleiðis ljóðar tað, tá sjálvur fanin lesur Bíbliuna, heldur Halfdan Muurholm, sum eisini hevur skrivað eitt formæli til dokumentarfilmin, sum stendur at lesa aðrastaðni her á síðuni.
Soleiðis ljóðar formælið til dokumentarfilmin “De sidste bøsser på Færøerne”:
Ingen havde drømt om, at et groft overfald på den homoseksuelle musiker Rasmus Rasmussen på en karaokebar i Torshavn ville kaste Færøerne ud i en politisk krise med internationale etiske dimensioner. Programmet følger to bøsser og en eksbøsse i deres hverdag, alt imens fanatiske præster, politikere og almindelige færinger må se dybe kløfter blive skabt i det lille samfund.