kunnu vit hava ymsar áskoðanir um grindadráp, men hetta er ein lívsháttur føroyingar hava havt í árhundraðir. At grindahvalurin er dálkaður er ikki av okkara ávum, men tað eru ídnaðarlondini, eitt nú Týskland [...] fyri, at føroyingar fara at endurskoða sína mentan og gevast at drepa grind.? Um somu tíð vísir eitt nú Amerada Hess áheitanini frá sær. Lat tað verða sligið fast við sjeytummaseymi, at útlendsk oljufeløg [...] møguliga finst olja. Tí er talan um eitt samstarv, sum má byggja á sínamillum álit. Í síðsta enda eru tað føroyskir myndugleikar og Føroya fólk, sum hava avgerandi orðið. Og har er grindamálið einki undantak
Nú arbeiðarafeløgini eru farin í verkfall, hevur ein ávísur orðadráttur tikið seg upp millum feløgini og samgonguflokkarnar. Í Útvarpinum herfyri var samrøða við umboð fyri allar politisku flokkarnar, [...] allir føroyingar. Nú skuldi ein trúð, at formaður Tjóðveldisfloksins fór at ilskast inn á fíggjarmálaráðharran fyri at blanda seg uppí partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Men nei, her fóru vit so ruddiliga skeiv [...] verið væl nøgdir við úrslitið, annars varð sáttmálin sjálvsagt ikki undirskrivaður. Hesar samráðingar eru farnar fram akkurát soleiðis, sum formaður Tjóðveldisfloksins ynskir, at samráðingar skulu fara fram
umvælingar, verða vaskaðir tá teir eru lidnir. Tað setur sera stór krøv til bæði starvsfólk og leiðslu at halda verkstaðið og tænastuna á so høgum støði, men hetta eru treytirnar, um teir skulu verða D [...] Magnus Gunnarsson Long tíð er nú liðin, síðan av Reyni(1916-1994) kom heim aftur til Føroya eftir seinna veraldarbardaga og byrjaði við egnum bilverkstaði og innstalatørvirki í Rættará í 1947. Hann hevði [...] um at umboða Morris bilarnar í Føroyum. Hetta var byrjanin til stóru bilasøluna, Reyni Service, sum vit kenna í dag. Á mekaniska verkstaðnum hjá Reyni Service verður nógv gjørt fyri at veita viðskiftafólkunum
n hevur »toppað«. Flokkurin hevur kasta allan sín indentitet í loysingina og har eru so 24% av veljarafjøldini, íð eru samd í hesum. Tá íð eg sigi hetta við identitetinum, so er tað millum annað tí eg [...] at hann nú hevði slept loysingakósina hjá Tjóðveldisflokkinum og vildi hava semju við hinar báðar flokkarnar um eina sjálvstýriskós. Hann fær kanska møguleikan til hettar aftan á eitt val. Nú dámar mær [...] sum danir vóru sátmálabundnir at gjalda til munandi oljuinntøkur koma kanska um eini 8-10 ár. Fáa vit okkurt bakkast innan tað tíð so merkir tað helst at peningur skal takast inn í landskassan og harvið
Lántøka Nú verður møguligt at taka lán við rentulofti í sjey ár fram. Vanliga tá fólk taka eitt lán verður kann rentan vera skiftandi ? bæði upp og niður. Hetta eru lán við sokallaðari variablari rentu [...] sum skiftir alt eftir rentu- og fíggjarstøðu. Í løtuni er rentan á útlánum í Føroyum søguliga lá. Vit skulu heilt aftur til fimmtiárini fyri at finna eitt líknandi lágt rentustøði. Í búskaparliga óveðrið [...] rentan fara nógv upp, men hon kann sjálvandi eisini fara munandi nógv niður. Føroya Sparikassi bjóðar nú sínum viðskiftafólki ein lánimøguleika, har álagt verður eitt rentuloft, soleiðis at rentan ikki kann
at tær nú eru um at vinna seg úr aldudalinum, sum liðið hevur verið. Har afturat hava klaksvíkingarnir tvey ár á rað tapt hálvfinaluna í steypakappingini, og ivaleyst er hetta nakað, sum tær nú vilja broyta [...] niðurflyting. Sum vit áður hava nevnt, so hevur dysturin tvær reisur verið útsettur, og so er bert at vóna, at grundspælið hjá kvinnunum kann avgreiðast endaligt leygardagin. Sunnudagi eru so tríggir dystir
so hjartaliga vælkomin at vitja pinkutjóðina Føroya. Føroyingar eru takksamir fyri, at hann valdi at taka av júst hesi innbjóðingini, nú gravgangur er eftir honum at vitja øll heimsins lond. Tað er heldur [...] talvlandslið okkara gjørt. Tað at sjálvur heimsmeistarin í talvi nú vitjar land okkara er eisini nakað, sum letur umheimsins eygu upp fyri Føroyum. Vit ivast ikki eina løtu í, at henda vitjan verður við til at [...] brúkt og brúka frammanfyri talvborðið, so er henda vitjan einki minni enn ein sensatión. Føroyingar eru góðir við sítt land, og tí harmar tað okkum at hoyra útlendingar siga, at teir hava ongantíð hoyrt
vøkstri. Tá talan er um Føroya framtíð, so er ivaleyst betur at undirmeta innntøkur enn at yvirmeta tær. Nú kundi man kanska væntað ein fakligan debatt um fortreytir fyri vøkstur í føroyska búskapinum í tráð [...] búskaparligt orðaskifti. Hann borðreiddi við nøkrum ókeypis hugleiðingum um rokniark, ið ivaleyst ikki eru meira enn tað sama verdar, og kom til ta niðurstøðu, at íkastið hjá Kára Petersen var politiskt. Harmiligt [...] íkast, ið ditta sær at seta spurnartekin við búskaparliga grundarlagið hjá landsstýrinum pr definitión eru partapolitisk. Hetta minnir eisini ikki sørt um afturvendandi úttalilsini hjá formanninum í Tjóðveldinum
18 ára gamli Heri á Rógvi av Argjum hevur júst fingið húgvuna, og nú kann hann kalla seg rættiligan student. Hann man eisini vera fegin um prógvið, tí har finnast tvey 13 tøl. Hann fekk 13 til próvtøkuna [...] lærugrein, sum sameinir fleiri ymiskar tættir, og tað ger hana áhugaverda. Eisini er oljufrøði viðkomandi, nú ein oljuvinnan væntandi ger innrás í Føroyum, sigur Heri á Rógvi. Tveir lærarar Av tí at oljufrøði [...] sínum øki. ? Tað hevur riggað væl við tveimum lærarum. Lærugreinin er býtt í tríggjar bólkar. Teir eru jarðfrøði, olja og samfelag og oljutøkni, sigur Heri. Lærararnir Katrin Thomassen, sála, og Heini Eysturoy
Í bókini eru sum nevnt nógvar myndir, men her hava høvundarnir heldur ikki gjørt sær ómak, tí myndagóðskan er út av lagi vánalig. Sum myndakeldu uppgeva høvundarnir m. a. Sosialin (tað vita vit her á blaðnum [...] metbókin. Tað er forlagið Føroya Met, sum gevur út bókina, sum er 200 blaðsíður til støddar. Í bókini eru umframt ørgrynnu av reint føroyskum metum, umleið 180 myndir, siga útgevararnir í tíðindaskrivi. Ritstjóri [...] ómakur ikki hevur verið gjørdur til tess at kanna eftir, at tað, ið skrivað hevur verið, er rætt. Eitt nú stendur á síðu 16 um fyrsta skúlabygning í Føroyum. Har verður nevndur latínskúlin úti á Reyni í Havn