Sterkasti og mætasti telvari í heimssøguni skal verða so hjartaliga vælkomin at vitja pinkutjóðina Føroya. Føroyingar eru takksamir fyri, at hann valdi at taka av júst hesi innbjóðingini, nú gravgangur er eftir honum at vitja øll heimsins lond. Tað er heldur einki minni enn eitt bragd, at tað hevur eydnast Talvsambandinum og her ikki minst ótroyttiliga formanni tess at fáa Talvkongan Kasparov at leggja leiðina til oyggjar okkara úti í Atlantshavi. Og hesum eiga tey tøkk og rós uppiborið fyri.
Tað er ikki skeivt at samanbera slíka hending við, at Føroyar fingu vitjan av fótbóltssnillingum sum Pelé og Beckham ella stórmenni sum Mandela. Ein løgin samanbering vil onkur siga, men tá hugsað verður um ríku talvsøguna og hvussu nógva tíð eitt stórt tal av jarðarbúgvum uttan mun til landamørk, húðalit og átrúnað hava brúkt og brúka frammanfyri talvborðið, so er henda vitjan einki minni enn ein sensatión.
Føroyingar eru góðir við sítt land, og tí harmar tað okkum at hoyra útlendingar siga, at teir hava ongantíð hoyrt um hetta landið og fólkið her býr. Tí frøðir tað okkum, tá fótbóltslandsliðið á útlendskum leikvøllum letur umheimsins eygu upp fyri lítla oyggjalandinum í Atlantshavi. Júst tað sama hava talvlandslið okkara gjørt. Tað at sjálvur heimsmeistarin í talvi nú vitjar land okkara er eisini nakað, sum letur umheimsins eygu upp fyri Føroyum.
Vit ivast ikki eina løtu í, at henda vitjan verður við til at økja medvitanina í øðrum londum fyri Føroyum. Men allarfyrst fer hon at verða ein eggjan, ein íblástur , ja ein katalysatorur fyri tey mongu, sum hava alsk til hetta so ótrúliga fyribrigdið, sum talv er. Neyvan nakað spæl ella ítróttargrein hevur havt slíkar fastatøkur í fólki í allari í heimssøguni sum talv. Fyri ungdómsarbeiðið hjá eini ítrótt hevur tað so ómetaliga nógv at siga at kunna síggja ?teir stóru og góðu? í heimligum umhvørvi. Tí er vitjan Kasparovs eins lívgevandi spíri fyri uppvaksandi ættarliðið av føroyskum telvarum eins væl fyri tilkomnar og rutineraðar telvarar. Men talv ella ikki, so er tað ein stórur heiður at fáa vitjan av hesum mæta telvara. Enn einaferð hjartaliga vælkomin, Kasparov. Vónandi fáa tygum nógvar góðar dagar her. Tøkk til tey mongu, sum hava stuðlað vitjanini.
Sosialurin