Magnus Gunnarsson
Long tíð er nú liðin, síðan av Reyni(1916-1994) kom heim aftur til Føroya eftir seinna veraldarbardaga og byrjaði við egnum bilverkstaði og innstalatørvirki í Rættará í 1947.
Hann hevði tá arbeitt eina tíð hjá einum av stovnarunum av DOMI (Dansk Oversøisk Motor Industri) í Glostrup. Áðrenn hann kom heim aftur, hevði hann gjørt avtalu við teir um at umboða Morris bilarnar í Føroyum. Hetta var byrjanin til stóru bilasøluna, Reyni Service, sum vit kenna í dag.
Á mekaniska verkstaðnum hjá Reyni Service verður nógv gjørt fyri at veita viðskiftafólkunum so góða tænastu sum gjørligt. Fyri nøkrum árum síðan bleiv verkstaðurin D.A.F. (Dansk Automobilhandler Forening) góðkendur. Nú verður arbeitt fram ímóti at fáa verkstaðin TSM (Toyota Service Marketing) góðkendan. Ein arbeiðsbólkur er settur at gjøgnumføra tað sum krevst fyri at fáa verkstaðin TSM góðkendan. Hvørja viku er fundur í arbeiðsbólkinum, har tey alla tíðina seta sær nýggj mál. Verkstaðurin hevur øll nútímans tól, og mekanikarnir verða dagførdir við tí nýggjasta sum kemur fram innan teirra øki.
SMS til kundan
Tá kundin kemur á verkstaðið við bilinum verður hann innskrivaður við navni, nummarplátu á bilinum, kontaktpersóni, telefonnummarið heima, á fartelefonini og á arbeiðsplássinum. Allar umvælingar verða gjørdar við góðkenning frá kundanum. Um talan er um eykaum
vælingar, skal verkførarin seta seg í samband við kundan og greiða honum frá hvat skal skiftast og hvat kostnaðurin er. Kundin skal játta umvælingina áðrenn umvælingin byrjar. Verkførarin sendir soljóðandi SMS til teir kundar ið skulu á verkstað við bilinum dagin eftir "Mint verður á at bilur tygara hevur tíð á verkstaðnum í morgin". Hetta verður gjørt fyri at minka um teir bilar, ið ikki møta upp til ásettu tíðina.
Á mekaniska verkstaðnum arbeiða 13 mans. Verkstaðið skal haldast reint hvønn dag. Hvør maður tekur upp eftir sær sjálvum og heldur sítt egna øki reint og ruddiligt. Eisini bilarnir, sum hava verið inni til umvælingar, verða vaskaðir tá teir eru lidnir.
Tað setur sera stór krøv til bæði starvsfólk og leiðslu at halda verkstaðið og tænastuna á so høgum støði, men hetta eru treytirnar, um teir skulu verða D.A.F og TSM góðkendir, sigur Heðin Hansen, leiðari á mekansika verkstaðnum hjá Reyni Service.