At fara eftir manninum heldur enn bóltinum

Vit hava seinastu tíðina verið vitni til, at samgongulimir hava roynt at køvt ein fakligan debatt um føroyska búskapin í samband við fullveldisætlan landsstýrisins.

 


Kári Petersen búskaparfrøðingur legði fram nakrar útrokningar, ið vóru sera líkar teimum, ið landsstýrið hevur lagt fram, men við millum annað tí muni, at hansara útrokningar vóru eitt sindur meira konservativar viðvíkjandi vøkstri. Tá talan er um Føroya framtíð, so er ivaleyst betur at undirmeta innntøkur enn at yvirmeta tær.


Nú kundi man kanska væntað ein fakligan debatt um fortreytir fyri vøkstur í føroyska búskapinum í tráð við gyltu orð Tjóðveldisfloksins um at hvør steinur skal vendast o.s.fr., men nei! Landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum tveitti seg - sum ein optimistjolla í ein tíggjumannafarsróður - út í tað, ið átti at verið eitt búskaparligt orðaskifti. Hann borðreiddi við nøkrum ókeypis hugleiðingum um rokniark, ið ivaleyst ikki eru meira enn tað sama verdar, og kom til ta niðurstøðu, at íkastið hjá Kára Petersen var politiskt.


Harmiligt er, at íkast, ið ditta sær at seta spurnartekin við búskaparliga grundarlagið hjá landsstýrinum pr definitión eru partapolitisk. Hetta minnir eisini ikki sørt um afturvendandi úttalilsini hjá formanninum í Tjóðveldinum um, at alt tað hinir gera og siga er partapolitikkur. Enn meira harmiligt er, at persónarnir, ið ditta sær at koma við einari fakligari meining verða viðgjørdir á einum støði, ið als ikki hoyrir heima í einari fakligari debatt. Tað hevur einki við vøkstur í føroyska búskapinum at gera, um onkur persónur hevur stillað upp til løgtingsval fyri onkran flokk fyri mongum árum síðani ella hevur røkt okkurt álitisstarv í umsitingini. Fullveldisfortalarar áttu heldur at nýtt orku uppá at fortalt fyri fólki, hvar hesin í heimshøpi einastandandi búskaparvøksturin skal koma frá, heldur enn at fara eftir monnunum, ið ditta sær at seta spurningar við ætlan teirra. Vit minnast, hvussu ein búskaparfrøðingur í samband við Hvítubók bleiv hongdur út av varaløgmanni, tí hann ikki akkurát sang úr sanghefti Tjóðveldisfloksins viðvíkjandi búskaparútlitum.


Hevði tað ikki verið skilagott hjá eitt nú einum yrkisfelag sum Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum at skipa fyri einum fakligum kjaki um føroyskan búskaparvøkstur, uttan at luttakarnir nýttust at verða bangnir fyri at verða viðgjørdir persónliga, politiskt, trúarmessiga ella á annan hátt, og ikki at forgloyma uttan at varaløgmaður fer at varpa framløguratur hjá hesum fólki um allar geilar.


Sosialurin