Nú arbeiðarafeløgini eru farin í verkfall, hevur ein ávísur orðadráttur tikið seg upp millum feløgini og samgonguflokkarnar. Í Útvarpinum herfyri var samrøða við umboð fyri allar politisku flokkarnar, og fingu hesi har høvi at gera sínar viðmerkingar til støðuna á arbeiðsmarknaðinum. Tað, íð eg serliga beit merki í, vóru viðmerkingarnar frá formanni Tjóðveldisfloksins. Honum dámdi als ikki, at arbeiðarafeløgini "høvdu hongt seg og hinar samgongupolitikkararnar á nakrar knagar," sum hann málbar seg, og minti á, at Tjóðveldisflokkurin so sanniliga hevði tónað reint flagg t.d. í fiskimmannafelagsverkfallinum í 50-unum o.s.fr. Fyri mær ljóðar hetta sum, at tað er ein farin tíð.
Og júst hetta viðger hann nærri í hesi somu útvarpssending. Hann mælir rættuliga avgjørdur til, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu sjálvir loysa sínar ósemjur, uttan at politikkarar verða drignir uppí, og ei heldur skulu teir blanda seg uppí.
Fyri ikki so langari tíð síðan samráddust maskinmeistararnir hjá SEV og arbeiðsgevarar teirra um ein nýggjan sáttmála. Óivað hava báðir partar verið væl nøgdir við úrslitið, annars varð sáttmálin sjálvsagt ikki undirskrivaður. Hesar samráðingar eru farnar fram akkurát soleiðis, sum formaður Tjóðveldisfloksins ynskir, at samráðingar skulu fara fram. Har var, eftir øllum at døma, ikki tað stóra hóvastákið, og tað vóru ikki nógv, íð góvu sær far um henda sáttmála, gjørdur í sátt og semju. Men so hendir tað, at fíggjarmálaráðharrin blandar seg uppí, hann vil ikki góðkenna sáttmálan, og reystina av søguni kenna helst allir føroyingar.
Nú skuldi ein trúð, at formaður Tjóðveldisfloksins fór at ilskast inn á fíggjarmálaráðharran fyri at blanda seg uppí partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Men nei, her fóru vit so ruddiliga skeiv, tí í hesi somu sending, ja næstan í sama andadrátti, sigur formaður Tjóðveldisfloksins, at fíggjarmálaráðharrin fær fulla uppbakking frá sær.
Hetta er so sanniliga heldur ikki fyrstu ferð, at formaður Tjóðveldisfloksins er í andsøgn við sjálvan seg, og haldi eg, at hann sleppur alt, alt ov væl við tí.
So gott í tykkum, føroyingar: Hugsi um tað, íð Høgni sigur, tá hann tosar, væl at merkja, áðrenn hann kemur til "og so framvegis" ella "og so víðari," tí tá er nærliggjandi at hugsa, at ein væl inniballað, hálvgum loddrøtt er avleverað.










