Haldið fingrarnar vekk

Eitt av feløgunum, ið er við í oljuleitingini við Føroyar, týska Veba, er dottið so dyggiliga í felluna hjá umhvørvisterroristinum, Paul Watson. Leiðslan í felagnum hevur av berum ótta fyri møguligum tiltøkum móti fyritøkuni, váttað fyri felagsskapinum Sea Shepherd, at hon vil gera sítt til, at føroyingar gevast við at drepa grind.

 

Sambart grein í Fregnum skal Veba hava svarað áheitan frá Sea Shepherd um at fáa føroyingar at gevast við grindadrápi, við at skriva ?at Veba fer at virka fyri, at føroyingar fara at endurskoða sína mentan og gevast at drepa grind.? Um somu tíð vísir eitt nú Amerada Hess áheitanini frá sær.


Lat tað verða sligið fast við sjeytummaseymi, at útlendsk oljufeløg hava ongan rætt at leggja seg út í føroysk viðurskifti á slíkan hátt. Teirra uppgáva er at leita eftir olju og síðani í samstarvi við føroyskar myndugleikar at tryggja tann skilabesta útviklingin.


Í fyrstu atløgu kann tað tykjast sum eitt mistak, at eitt oljufelag á henda hátt leggur seg út í føroysk viðurskifti. Slíkt kann jú gera, at felagið verður óynskt her. Tá grundgevingin hjá felagnum fyri at ganga Paul Watson á møti so ella so er tann, at týska felagið ber ótta fyri, at tiltøk fara at verða sett í verk móti tess virksemi, gongur tað ikki Watson á møti, so eigur slíkt felag at endurskoða støðu sína í Føroyum. Vil tað virka fyri at steðga grindadrápi, ja so má tað fara aðrataðni at arbeiða. So einfalt er tað.


Tað stendur greitt, at oljufeløg, sum vilja gera íløgur í Føroyum, mugu ikki lata seg trýsta av felagsskapum sum Sea Shepherd, ið jú brúka allar hugsandi ólógligar og óreiðiligar metodur at røkka sínum máli. Sjálvandi kunnu vit hava ymsar áskoðanir um grindadráp, men hetta er ein lívsháttur føroyingar hava havt í árhundraðir. At grindahvalurin er dálkaður er ikki av okkara ávum, men tað eru ídnaðarlondini, eitt nú Týskland, sum hava skyldina. Tí var rættari at vent atfinningum móti teimum, sum dálka høvini og harvið eisini hvalin.


Føroyar hava brúk fyri oljufeløgunum at leita eftir olju her. Men tey hava eisini brúk fyri okkum, tí her møguliga finst olja. Tí er talan um eitt samstarv, sum má byggja á sínamillum álit. Í síðsta enda eru tað føroyskir myndugleikar og Føroya fólk, sum hava avgerandi orðið. Og har er grindamálið einki undantak. Tí eiga oljufeløgini at halda fingrarnar langt vekk frá Paul Watson og øllum royndum hansara at gera seg inn á føroyingar, føroyskan livihátt og mentan. Rættir tú Watson lítlafingur er greitt, hvør endin verður.


Sosialurin