18 ára gamli Heri á Rógvi av Argjum hevur júst fingið húgvuna, og nú kann hann kalla seg rættiligan student. Hann man eisini vera fegin um prógvið, tí har finnast tvey 13 tøl. Hann fekk 13 til próvtøkuna í oljufrøði og søgu.
Oljufrøði er nýggj lærugrein, og hetta er aðru ferð, at próvtøka er í henni.
? Eg valdi oljufrøði, tí tað er ein nýggj og spennandi lærugrein, sum sameinir fleiri ymiskar tættir, og tað ger hana áhugaverda. Eisini er oljufrøði viðkomandi, nú ein oljuvinnan væntandi ger innrás í Føroyum, sigur Heri á Rógvi.
Tveir lærarar
Av tí at oljufrøði nemur við fleiri ymiskar tættir, er neyðugt at hava tveir lærarar, sum taka sær av hvør sínum øki.
? Tað hevur riggað væl við tveimum lærarum. Lærugreinin er býtt í tríggjar bólkar. Teir eru jarðfrøði, olja og samfelag og oljutøkni, sigur Heri.
Lærararnir Katrin Thomassen, sála, og Heini Eysturoy høvdu flokkin frá byrjan av, men tá Katrin Thomassen brádliga fór, tók Hans Holm við.
Tað eru ikki nógvir næmingar, ið velja oljufrøði. Bara sjey næmingar fóru til próvtøku í lærugreinini. Orsøkin til hetta er, at bara støddfrøðiligir studentar í 3. flokki kunnu velja oljufrøði. Eisini er lærugreinin nýggj og ókend, og tí halda fleiri seg aftur í at velja hana.
Heri sigur, at næsta ár verður hetta væntandi broytt, so at málsligir studentar eisini kunnu velja oljufrøði.
Las nógv
Heri sigur, at hann og tey í flokkinum lósu ógvuliga nógv til royndina. Tey høvdu sokallaðar lesibólkar, har tey lósu næstan alt samdøgrið undan royndini. Hetta hevur eisini givið úrslit.
? Av tí at oljufrøði var tann fyrsta royndin, so var góð tíð til at lesa, og vit brúktu nógva tíð til tað. Eg las at kalla alt samdøgrið, sigur Heri.
Heri skuldi greiða frá um olju- og gassreservoir, tá hann fekk 13-talið.
? Eg royndi at vera sjálvstøðugur undir royndini og at taka initiativið sjálvur. Eg helt meg vita tað mesta á økinum, og tað gekk bara væl, sigur Heri.
Heri hevur ikki hugsað um at taka eina víðari útbúgving innan oljuvinnu, og hann hevur ikki avgjørt enn, hvønn lesnað hann fer undir um eitt ár, tá hann ætlar sær víðari.