hvat evnið er, fær Frits altíð givið prátinum eitt serstakt musiskt flog. - Øll list er ein ál av sama vadmali, men tónleikurin er tann týdningarmesta listagreinin, sigur Frits avgjørdur. Og tað er hann, tí [...] at hann ikki tímur so nógv hóvasták. ?Frits er ikki so roksutur. Hann vil hava okkurt at henda, og so fer hann bara í gongd?, sum onkur segði. - Jú, tað er nokk rætt, sigur Frits. Eg havi ikki so gott [...] rík. Tað er framvegis stórur munur millum fólk, men tað er meir, tí at summi eru vorðin ovurhonds rík. Lukkutíð hava vit megnað at skapað eitt samfelag her um okkara leiðir, har tað hvørki er góðtikið
tað fyrsta er tað ikki mín uppgáva at døma um, nær okkurt er ein trupulleiki ella ikki. Tað veldst um, hvussu tað einstaka menniskja upplivir støðuna. Fyri tað næsta haldi eg, at hatta tosið er vorðið í [...] eri noydd at leypa avstað, eisini um klokkan er trý um náttina og fyri, at familjan skilur, hví tey ofta síggja lítið til mín um høgtíðirnar. ? Lívið er jú ikki nakað, sum hendir millum 8 og 16. Og eg [...] á okkara lívsleið. ? Eg trúgvi, at ein av orsøkunum er, at vit allatíðina er umgyrd av náðileysum krøvum um at skula liva so fullkomin lív, at tað er ikki pláss fyri at vera menniskja longur. Hvønn dag
hava fingið ov nógv. Hin møguleikin er at tey ganga og dingla á gøtuni ella brúka bilarnar sum vertshús. Og har er tað jú ongin, sum heldur eyga við teimum. Annars er tað at siga, at ongin undir 18 ár fær [...] heldur Hjørdis. - Á jú. Her er nógv broytt, síðani eg byrjaði fyri 26 árum síðani, fortelur Hjørdis. Eg minnist, at vit plagdu at vísa videofilmar um kvøldarnar, tí tá høvdu vit jú onki sjónvarp í Føroyum [...] ill á málinum. "Hvør er omma tín?" Tað hvørki sæst ella hoyrist, at Hjørdis fyllir 70 seinni í ár. Hon er framvegis ein av teimum fremstu, tá tey sláa ring uppi í Skálanum, hon er íðin bingokona, og so
Ansvein. Djórini og eg Tá prátið kemur inn á konufólk, er Ansvein skjótur at minna á, at hann er gamal drongur, og at alt hatta við konufólki er ein liðug søga fyri hansara viðkomandi. - Sjálvandi hyggi [...] við djórið, tá tað ikki er stuttligt longur. Sovorði átti at verið forboðið við lóg. ? Sjálvur havi eg altíð havt hund, og Skipper er tann sætti pappageykurin, eg havi. Og hann er nakað heilt fyri seg, vil [...] gongur ikki tí, tað er ongin vegur uttan um hann. Hann gjørdi eina ræðuliga gerð, tá hann tók mammu mína frá mær so tíðliga, men soleiðis mátti tað bara vera. Tað er hann, sum veit, hvat er best, og tí seti
Skipasmiðju er sodnað um vikuskiftið, svarar Poul Mohr, at tað kennist framvegis líkað sárt sum fríggjadagin. Hóast sølan av fyritøkuni til Notio tók flestar føroyingar á bóli, hevur Poul Mohr ikki merkt [...] tímar um døgni, sigur Poul Mohr. -Hetta verður ein stór broyting hjá mær, men sanniliga eisini fyri konuna Avgerðin er tikin, og nú mugu vit bert fáa tað besta burturúr, sigur Poul Mohr at enda. [...] kensluborin Poul Mohr, sum greiddi fjølmiðlunum frá torføru avgerðini at selja Skipasmiðjuna til privata framtaksfelagið, Notio . ?Kenslurnar máttu víkja fyri skilinum, var niðurstøðan hjá Poul Mohr um søluna
sum er næstan líka stórt upplivilsi sum at liggja inni á fyrru gjónni. Niðurdottið grót, steyrrætt berg, og fugl, sum byggir allastaðni. Jú, lætt er at ímynda sær levnaðin, her verður, tá alt er útkomið [...] og kolamyrkur er forút. Til eyguni hava vant seg við tað. So er kenslan aftur. Hendan undranin og virðingin fyri hesum velduga skapanarverki. Ikki gjørt av mannaávum. Men virðingin er nógv djúpari enn [...] nyttu úr tí eisini. So tað gongur skjótt. Men mjørkin er skjótari, og tá vit eru á Barðinum er tjúkt, og tá vit koma fyri gomlu bygdina á Víkum, er kjaftsvart. Vit hóma tó húsini í einum glotta eina løtu
Tí tað gongur jú fínt. Hetta er í mótsetning til tær tíðirnar, hvar tað til dømis er vánaligur fiskiskapur. Tá ber onki til, og vit hava ikki ráð til at investera í framtíðina. Og tað er ein ringrás, sum [...] hvar tað er so synd í øllum. Men írar hava latið hatta verðið eftir í fólkasanginum og hava broytt sítt vinnulív til at vera high-tech, soleiðis at Írland í dag er eitt av teimum londunum, sum er fremst [...] í einari monokulturellari tvingu, sum er ómetaliga ósunn fyri okkum. Og hon er landsskaðilig. So um vit skulu tosa um landsskaðiligt virksemi í framtíðini, so er tað kanska har tað liggur, sigur Tróndur
lesaranum ávegis er ein upplýsing um at tað er Hermann Oskarsson, sum Bjarni Djurholm sipar til, so ger Sosialurin setningin hjá Bjarna Djurholm til sannleika. Men veruleikin er, at hatta er ein grov insinuatión [...] at talan er um Hermann Oskarsson. Bjarni Djurholm sleppur at enda greinarøðina á síðunum 6 og 7 við at siga, at so er ikki meira at siga um tað. Insinuatiónin er heilt greið. Hermann Oskarsson er tjóðveldismaður [...] karaktermorð eru so løtt at fremja í Sosialinum er ein háðan móti øllum sunnum journalistikki. Hatta er tabloidjournalistikkur sum hevur eittans endamál og tað er at selja bløð. At so karakterlík fylgja í
liva eitt sámuligt lív. Og tá ið støðan er so vánalig, sum nú, er tað greitt, at tíðin er komin, at politikarar taka stig til at skapa betri umstøður. ? Tað er upp á tíðina, at politikarar taka sær um [...] landinum, er eitt dømi um tað og tí mugu politisk stig takast. Vinnulívið hevur ført fram, at orsøkin til, at so nógvur óvirkaður fiskur fer av landinum, er, at kostnaðarstøðið í Føroyum er so høgt, eitt [...] eitt nú tímalønirnar. ?Hatta er ein bílig umbering. Eg haldi, at ístaðin fyri bara at hugsa um lønirnar, eiga virkisleiðslur heldur at miðsavna seg um at hugsa nýtt. Tað, sum krevst, er nýhugsan og nýggir
hjá starvsfólkum í Tórshavnar Kommunu, umframt jarðarferðir. - Eg havi onga viðmerking til hatta málið. Vit hava jú boðað frá, at vit fara møguliga at taka tað upp sum eitt gerðarættarmál. Og annars taka [...] um vit fara tann rættarliga vegin, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum. - Tað er tann viðmerkingin, sum eg havi beint nú. -hkm