Skyldu at brúka mínar gávur

- Lívið er ikki nakað, sum hendir millum 8 og 16. Tí má prestur vera prestur alt døgnið, og markið millum arbeiðið og frítíð er oftast hárfínt. Í grundini er hetta starvið kanska líka nógv ein lívsstílur, sum eitt arbeiðið, sigur 29 ára gamla Marjun Lómaklett, sum dagliga starvast sum prestur í Danmark. Hóast Marjun í løtuni er heima í burðarfarloyvi, fingu fólk kortini høvi at hoyra hana prædika í Christianskirkjuni 1. hvítusunnudag

? Ongin av okkum kann vita, hvussu okkara lív hevði lagað seg, um vit vórðu fødd og uppvaksin undir øðrum umstøðum enn teimum, vit kenna. Men eg veit, at mín byrjan í lívinum var døpur. Høvdu míni foreldur ikki ættleitt meg, hevði eg neyvan fingið møguleika at brúkt tær gávur, eg havi fingið. Eg fekk ein kjans afturat, og við prestastarvinum vil eg fegin nýta møguleikan at siga takk, sigur Marjun Lómaklett.
Marjun hevur ongantíð verið í iva um, at hon skuldi hava eitt lívsstarv, har fremsta uppgávan var at hjálpa øðrum menniskjum, eins og onnur hava hjálpt henni. Eitt tíðarskeið hugsaði hon um at gerast lækni, men kallið til prestastarvið var størri. So beint eftir lokið H.F-prógv, fór hon undir at lesa gudfrøði.
Longu 26 ára gomul fekk hon sítt fyrsta prestaembæti, og gjørdist samstundis yngsti prestur í danska ríkinum. Og hon hevur ongantíð verið í iva um, at hon valdi rætt.
? Tað er ikki øllum unt at hava eitt starv, har tú oftast ert til staðar í teimum týdningarmestu løtunum hjá tínum medmenniskjum. Eg síggi tað sum eina gávu - ikki bara, tí eg fái møguleika at ugga tey í teimum sváru løtunum og gleðast saman við teimum í teimum góðu. Men eisini tí tað setur mítt egna lív í eitt størri høpi. Slíkt er ómetaliga gevandi og læruríkt, sigur Marjun.
Ein lívsstílur
Tá Marjun valdi prestastarvið, var hon greið yvir, at hon samstundis valdi ein lívsstíl, sum ikki líkist mátanum, flest onnur liva.
? Prestur er prestur alt døgnið alt árið. Tað ber ikki til bara at lata hurðina aftur og siga, at nú havi eg frí. Vit kunnu býta kirkjuligu uppgávurnar ímillum okkum, men húsið og telefonin skulu standa opin alt døgnið, um onkur hevur brúk fyri tær. Tí eri eg sera takksom fyri, at maður mín góðtekur, at eg knappliga eri noydd at leypa avstað, eisini um klokkan er trý um náttina og fyri, at familjan skilur, hví tey ofta síggja lítið til mín um høgtíðirnar.
? Lívið er jú ikki nakað, sum hendir millum 8 og 16. Og eg kenni meg hepnan at hava eitt starv, har eg hvønn dag sleppi at uppliva lívið í øllum sínum ótrúliga fjølbroytni - líka frá teimum størstu gleðisløtunum til løturnar, har alt tykist meiningsleyst, sigur Marjun hugsunarsom.
Hárfín javnvág
? Líka so gleðiligt tað er at doypa eitt barn ella víga eitt par, líka tungt er tað, tá deyðin bankar á dyrnar, heldur Marjun fram. Tú venur teg ongantíð við at jarða eitt pinkubarn, og tú veist ongantíð, hvat bíðar, tá tú skalt út til eini foreldur, sum júst hava mist sína 16 ára gomlu dóttur í eini ferðsluvanlukku. Samstundis, sum tey seta alt sítt álit á, at prestur kann forklára teimum hetta meiningsloysið, er støðan so lemjandi, at tey lukka av fyri orðunum. Í slíkum løtum kann tað kennast einsligt at vera prestur, tí orðini røkka ikki til longur. Tá royni eg at ugga meg við, at størsta hjálpin, eg kann geva, ofta bara er at vera til staðar og lurta og virða teirra sorg.
? Sum menniskja letur tú teg ávirka av sorgini ella gleðini hjá tínum medmenniskjum, og tú livir teg inn í teirra støðu og kenslur. Samstundis mást tú ansa eftir, ikki at missa teg sjálva burtur, tí tú hevur framvegis eina uppgávu at røkja og eina familju at fara heim til. Tað er ikki altíð líka eyðsýnt, hvar annað byrjar og hitt endar, og javnvágin har ímillum er ofta viðbrekin. Tí royni eg altíð at fáa løtur fyri meg sjálva inn ímillum, so eg kensluliga fái skapa pláss fyri mær sjálvari og míni familju ella næstu uppgávu aftur, sigur Marjun.
Ikki stundir at liva lívið
Ongin trupulleiki er ov lítil at koma til prest við, og tí kann leikluturin sum sálarhirði ofta tykjast óneyðuga tíðarkrevjandi. Men Marjun er ikki heilt samd við teimum, sum vilja vera við, at vit menniskju eru vorðin ótolandi erkvisin.
? Fyri tað fyrsta er tað ikki mín uppgáva at døma um, nær okkurt er ein trupulleiki ella ikki. Tað veldst um, hvussu tað einstaka menniskja upplivir støðuna. Fyri tað næsta haldi eg, at hatta tosið er vorðið í so grunnskygt. Tað er so lætt at sita og fortelja stuttligar søgur um onkran, sum mátti fáa kreppuhjálp, tí kanariufuglurin keddi seg. Men tað verður ikki áhugavert, fyrr enn tú grunar yvir, hví summi hava so ilt við at koma til sættis við tær forðingar, vit øll møta á okkara lívsleið.
? Eg trúgvi, at ein av orsøkunum er, at vit allatíðina er umgyrd av náðileysum krøvum um at skula liva so fullkomin lív, at tað er ikki pláss fyri at vera menniskja longur. Hvønn dag verða vit díkt undir í góðum ráðum og uppskriftum til, hvussu vit kunnu gerast líka væleydnaði og harvið líka eydnurík, sum onkrar tilvildarligar fyrimyndir. Innast inni trúgva vit ikki rættiliga uppá tað - og tó. Vit vóna og lata okkum lokka, tí tað er menniskjaligt og freistandi at leita eftir løttum loysnum. Tá so uppskriftin uppá tað væleydnaða lívið ikki riggar, kenna vit okkum snýtt og miseydnaði sum menniskju.
? Ein annar vandi við hesum er, at vit hava ikki stundir at liva lívið, tí vit eru altíð onkra aðrastaðni og leita eftir eydnuni. Um vit ikki duga at síggja, at eydnan er at finna beint her og nú hjá okkum sjálvum, megna vit sjálvandi heldur ikki at virðismeta, tað vit hava, og tey menniskju, ið eru rundanum okkum í gerandisdegnum, sigur Marjun.
Skyldu at liva í nú?inum
? Í starvinum sum prestur slepst ikki undan, at tú næstan dagliga og heilt ítøkiliga verður mint á, hvussu stutt lívið í veruleikanum er. Og eftir fleiri barnadópir og jarðarferðir í somu viku, fert tú av álvara at hugsa um, hvat kom burturúr, og hvussu lívið kanska heldur kundi verið livað.
? Til jarðarferðir upplivi eg til dømis onkuntíð, at umframt sorgina situr hjúnafelagin eftir við eini kenslu av at vera snýttur. Tey høvdu kanska brúkt nógva orku uppá, at skapa karmar og leggja planir um eina langa pensiónistatilveru saman, og nú verður alt knappliga av ongum.
Slíkt fær meg at hugsa, um tíðin og orkan ikki hevði verið betri brúkt til at fjálga um lívið saman, meðan tey enn høvdu hvønnannan. Ongin hevur lovað okkum eitt langt lív saman við okkara kæru og medmenniskjum, og tí hava vit skyldu til at vera nakað fyri onnur, meðan vit enn hava møguleikan, sigur Marjun.
Tómar kirkjur
Marjun hevur virkað sum prestur niðri í góð tvey ár, men hon hevur ikki staðið og prædika í eini av teimum nógv umrøddu tómu kirkjunum í Danmark.
? Eg havi ikki sjálv upplivað trupulleikan í míni sókn, men eg havi fylgt við í kjakinum og gjørt mær mínar tankar. Tað er ilt at siga, hvør orsøkin til tómu kirkjurnar er. Men okkurt bendir á, at tað er ein avleiðing av einum modernaðum og ofta rótleysum livihátti, sum ikki hevur tol við tað støðuga og varandi. Tí er tað nærum vorðið eitt eykenni fyri okkara tíð, at um okkurt hevur virkað á sama hátt so og so leingi, má tað broytast. Men í mínum eygum er tað ikki ein nóg góð grund til at broyta kirkjuna, og vandin fyri, at vit ikki kenna hana aftur sum kirkju, er stórur.
? Í fjølmiðlunum hoyra vit, at fólk halda kirkjuna verða keðiliga og óviðkomandi. Eftir mínum tykki ljóðar hatta eitt sindur ov einfalt, tí hvør er tað, sum heldur kirkjuna vera óviðkomandi? Onki her í lívinum kennist líka viðkomandi fyri øll altíð. Tað veldst jú um eyguni, ið síggja, og um, hví fólk eru farin í kirkju. Og sjálvandi eisini um, hvussu prestur prædikar.
? Hinvegin dugi eg væl at síggja, at kirkjan í sínum formi eigur at royna at fylgja við í samfelagsligum broytingum. Í míni sókn liggur gudstænastan sunnumorgun fast, meðan vit altíð royna at laga barna- og ungdómsgudstænastur og annað virksemi eftir, nær flest fólk fáa komið í kirkju. Tað gevur meining, tí áðrenn vit byrja at tosa um at broyta kirkjuna, eiga so nógv fólk, sum gjørligt, at hava møguleika fyri at vita, hvat tað er, sum gongur fyri seg í henni, sigur Marjun.
Kvinnur sum prestar
Tá Marjun varð sett í starv sum prestur í Sæby í Norðurjútlandi fekk sóknin samstundis sín fyrsta kvinnuliga prest nakrantíð.
? Eg varð ógvuliga væl móttikin, og tað tóktist sum, at fólk hildu tað vera eitt fríkst lot í sóknini, at prestur nú var ein kvinna. Ikki, at tað nakrantíð var nakað kjakevni sum so.
Eg veit, at spurningurin um kvinnuligar prestar framvegis tekur seg upp ymsastaðni. Men satt at siga, eri eg lítið hugað at brúka tíð uppá at grundgeva fyri, hví kvinnur skulu hava sama rætt at virka sum prestar, sum menn. Vit hava øll fingið okkara náðigávur, og besti máti vit kunnu tæna Gudi er at brúka tær, har tær gagna okkara medmenniskjum best. Tað er í grundini okkara skylda.
? Tað vóru jú eisini kvinnur, sum boðaðu frá páskauppreisnini. Skuldu tey boðini ikki verið álítandi, byrjar alt grundarlagið undir kristna boðskapinum at ridla. Heldur enn at sáa iva um tað, sum stendur í bíbliuni, er fremsta uppgávan hjá kirkjuni at boða Guds orð til so nógv og so ymisk menniskju, sum gjørligt. Og tann uppgávan er nógv størri og meir átroðkandi, enn kjakið um, hvør skal gera tað, heldur Marjun.
Doypti sonin
Spurd, um hon og familjan hava ætlanir um at flyta heimaftur til Føroyar, vil Marjun helst ikki siga meir, enn at tey ikki hava sett nakran dag á enn.
? Nú havi eg so ofta endurtikið, at vit eiga at vera glað um tað, vit hava beint nú, so tað má eg eisini sjálv royna, smílist Marjun. Vit hava tað avbera gott, har vit eru, og eg seti veruliga stóran prís uppá tað vinsemið, fólk altíð vísa okkum har í sóknini. Tá vit fingu okkara fyrsta barn fyri tveimum mánaðum síðani, haldi eg, at meir enn helvtin at sóknini var á gátt hjá okkum við einum pakka og at ynskja tillukku og góðan túr heim. Slíkt fløvir heilt avgjørt.
? Men tað hevur eisini verið ein ótrúliga stór uppliving at koma heim og sleppa at hava gudstænastu í kirkjuni, har eg og maður mín eru doypt, fermd og gift. Men eg má viðganga, at størsta upplivingin hjá mær var sjálv at doypa sonin í somu kirkju. Eg havi doypt nógv børn, men hetta var so øðrvísi, at eg dugi ikki at seta orð á tað. Ikki enn, sigur Marjun, meðan hon hyggur uppá sonin, Ásbjørn Lómaklett á Tjaldrafløtti og heldur fram,
- Onkur helt, at við einum slíkum navni eru vit nokk longu á veg heimaftur. So hvør veit, kanska verður tað ikki so leingi ?