Skarvslop inn í ferðavinnuna

Nýtt ferðavinnufelag í Sørvági er farið undir at skipa fyri túrum fram við landi undir Vágum og Mykinesi. Nýggjar leiðir eru at vitja hjá teimum, sum dáma at flóta fram við landi

Spakuliga glíður 33 fót glastrevjabáturin Skarvur úr Sørvági inn í Seyðaskorargjógv, ella Seyðskorargjógv, sum teir lokalu siga. Einki ljóð er at hoyra uttan fossurin úr erva, ið uttanvert okkum smellur í havið, sum stendur við klettin. Gjøgnum ein náttúrugjørdan glugga legst grønt ljós eftir sjónum í bakborð. Ljósið afturút er sterkt og blátt, og kolamyrkur er forút. Til eyguni hava vant seg við tað.
So er kenslan aftur. Hendan undranin og virðingin fyri hesum velduga skapanarverki. Ikki gjørt av mannaávum. Men virðingin er nógv djúpari enn fyri katedralum, bygdum av mannahondum, sum vitjaðir eru úti í heimi.
Tú mást rópa hana út til allan heimin. Hesa heilsanina til meistaran, her hevur verið við síni hond. Og til tað, tú upplivir.
? HALLÓó, óóó, óóó, óóó, óó, ó.
Rópið melur í klingur. Kemur aftur einar tvær ferðir, meðan tað spakuliga fjarar burtur, minkar og gerst so lítið, at tað at enda sleppur út gjøgnum gjáarmunnan og hvørvur vestur í hav onkunstaðni, har vindurin er farin og í dag liggur og hvílir seg, til hann ein annan dag fer at koma aftur og gera, at ikki verður farandi inn á gjónna her.
Her verður steðgað á. Tað er mestsum halgibrot at fara útaftur. Men sjálvandi ber heldur ikki til at verða liggjandi her allan dag, hóast ein væl kundi hugsað sær at notið hesa løtuna eitt sindur afturat.
Grindin til uppliving
Blue-Gate eitur felagið, sum sendir Skarv avstað á hesar forvitnisligu ferðir fram við Vágalandinum fyri sunnan, eins og eisini farið verður kring hólmarnar og Mykines fyri vestan. Triði túrurin, gjørdur verður, er norður á Barðið og Víkar.
Hesir tríggir túrarnir verða, sum vera man, ikki gjørdir allir í einum, men býttir sundur soleiðis, sum veðurlíkindi nú eru til. Eisini ber til at leiga bátin ein túr við snellu ella tráðu, alt eftir, hvat hugur og tíð eru til.
Hevur tú góða tíð og hug at fara eitt sindur frá landi við snelluni, ber tað til. Er hugurin heldur til ein stuttan túr út í fjarðarmunnan ella norður undir Gásadal við tráðuni, ber tað eisini til. Birgir Hansen, sum er kendur á útróðrarleiðunum vestanfyri, man fara at finna eitthvørt pláss, har okkurt livandi er undir.
Hendan dagin, Sosialurin var við Skarvi, var fiskiskapurin tó ikki tann stóri. Norðuri á Víkum fekst einki livandi, og í fjarðarmunnanum var fongurin ein brosmukálvur og einir tveir smáfiskar.
O minniligu bjørg
Stórbært er at sigla undir Sørvágsbjørgunum sunnanfyri. Bratt meitilberg summastaðni skiftir við síðar, gørnar skorar aðrastaðni, og inn í hetta velduga lendið skera seg gjáirnar, sum goyma ymiskt loyndarfult, ið kortini um eina løtu verður avdúkað, tá vit fara inn.
Vit fara út um Sundið. Tað sita nakrar ritur í Dranginum, og á helluni eru onkrir hellufuglar eisini at síggja. Uppi í berginum er líkt til, at lomvigin, sum har er, hevur vorpið. Tað tykist, sum minst líka nógvir fuglar venda bakið út, sum teir eru hvítir at síggja. Lundin heldur seg á sjónum. Bæði her undir Dranginum og heldur meira út móti Tindhólmi.
So fara vit suður við Filpusardrangi. Fáa onkra søgu frá Høgna soleiðis alla tíðina, meðan siglt verður. Um menn, sum í gomlum døgum gingu av eggini niður í hálvt bergið eftir nøkrum lundum ella havhestaeggum. Tað sigur ikki so lítið um støðuna, og viðhvørt eisini neyðina, ið tá hevur verið, tá so nógv hevur verið lagt fyri til tess at fáa hesa bitarnar.
Vit síggja upp í Kvívíksskor og undrast enn einaferð á, at nakar seyður skal vera komin livandi niður haðar. Men soleiðis gekk, og við egnari sjónvarpssending gjørdist hornaseyðurin í Kvívíksskor eisini landskendur.
Tá vit so seinni síggja ein annan einsamallan hornaseyð í einum keka longri suðuri í berginum, sæst eitt smíl um andlitið á skiparanum. Hann tekur kikaran og staðfestir, at hatta er hansara egni brundseyður, sum ikki kom aftur í vár. Teir hildu hann vera farnan fyri bakka, men nú gongur jassurin her einsamallur. Tað birtist ein vón um, at hann kanska kann takast aftur í heyst.
Og vit hoyra søgur úr fornu tíð, meðan vit sigla suður við landinum. Fara inn á Seyðaskorargjógv og halda so fram suðureftir. Fara inn um Dunnesdrangar, sum er næstan líka stórt upplivilsi sum at liggja inni á fyrru gjónni. Niðurdottið grót, steyrrætt berg, og fugl, sum byggir allastaðni. Jú, lætt er at ímynda sær levnaðin, her verður, tá alt er útkomið, og fuglurin fer at veiða og ferðast aftur og fram við føði til ungarnar.
Kópurin undir oynni liggur
Vit halda vestur við bjørgunum. Uttanvert Tindhólm, har tveir fremmandir ferðamenn sita á helluni og veittra til okkara. Fara gjøgnum Gáshólmsund og runda Gásholm. Heilsa upp á veðrarnar, sørvingar hava gangandi har úti, og einar tveir navnafelagar hjá bátinum, vit eru í, sum sita á helluni. Annar vaksin og næstan grønligur á liti, og hin mestsum morreyður. Man ungin longu vera komin út hjá skarvinum?
Í Mykinesfirði er heilt fitt av lunda. Allir flúgva suðureftir. Tað hevur okkurt við rákið at gera, greiðir Birgir frá.
Hann hevur sett kós eftir Borgargjógv. Har fara vit inn, sigur hann, og so sigla vit mestum innanskers vestur við oynni.
Tað er smeðið inni á gjónni, men ljóst, tí loft er ikki yvir. Steindeytt til rák, men beint uttanfyri rekur bókstaviliga sum eftir ánni.
Tað forðar okkum tó ikki í at koma vesturum. Fara innan fyri Grønskorardrang fram við landinum. Her er Birgir kendur og veit nógvar søgur at siga frá. Vit fara at lata tær liggja til komandi ferðafólk at eiga til góðar.
At kalla á hvørjari gjógv vóru vit inni vestureftir. Eisini fyri lendingini í Mykinesi.
Hildu so út móti Hólminum. Vit vóru ikki einastu ferðafólkini har hendan dagin, hóast onnur vóru á landi. Einar sjey ungar kvinnur vóru ávegis til gongu oman móti brúnni, tá vit koma skúmandi framvið.
Vit runda drangarnar og sanna, at enn er í Mykinesi sum á døgum Jóanesar Niklassonar, tá kópurin undir oynni lá, og lundin fleyg í ring. Og hóast súlurnar í dag eru hvítar heldur enn gráar, munnu tær eisini duga sítt.
Tað var heilt fitt av kópi á flesjunum norðantil. Onkur rættiliga stórur var imillum. Flestu stoyttu teir seg útav, men onkur hendingur varð liggjandi eftir. Mundi hava so frægt álit á okkum, at hann helt hetta vera rímilig ófarligt, sum her kom brestandi framvið.
So kom mjørkin
Vit halda so leiðini víðari um oynna norður. Sigla enn fram við landi og skoða súlurøkurnar í erva.
Kvinnurnar, vit sóu í áðni, eru farnar um brúnna út í Hólmin, sum nú stendur tóm og gleivar tvørtur um sundið.
Tosa um, hvussu brattar skorarnar norðan fyri eru. Her man neyvan verða nógv fólk, ið gongur, semjast vit um.
Tað síður niður yvir í erva. Mjørkin legst niður á hálva oynna, og vit skunda okkum at seta kós móti Barðinum. Ætla okkum norður á Víkar.
Tað rekur í Mykinesfirði, men Birgir veit, hvussu siglast skal fyri at fáa nyttu úr tí eisini. So tað gongur skjótt.
Men mjørkin er skjótari, og tá vit eru á Barðinum er tjúkt, og tá vit koma fyri gomlu bygdina á Víkum, er kjaftsvart.
Vit hóma tó húsini í einum glotta eina løtu, og eysturi fyri sandinum hoyra vit Reipsáfoss so hulisligan í mjørkanum.
Eitt sindur lættir, so vit síggja tann niðasta fossin. Eina rúgvu av reka síggja vit eisini, umframt einar fimm veðrar, teir hava gangandi her.
Men so er lítið meira at síggja. Flyta okkum eitt sindur út frá og kasta við tráðuni. Men einki ber til.
Fara heim við aftur landinum. Nú er klárnað so mikið, at vit síggja upp í hálvt Barðið. Sæurðina og Sæurðardrang síggja vit í mjørkanum.
Heimanvert Gásadal verður aftur kastað, men heldur ikki har ber til. Ikki fyrr enn fyri opnum Gáshólmssundi bar til, hóast fongurin var lítil. Ein brosma, tveir smáfiskar og ein trælsrassur. Tað var alt.
Men túrurin var óførur. Eitt upplivilsi av teimum góðu. Og eitt, sum telur heilt nógv er, at hann var gjørdur heima hjá okkum sjálvum.