Hjørdis heldur skil á Roykstovuni

- Nei, eg havi ongantíð havt trupulleikar av at fáa fólk út, tá vit lukka. Tað er verri við mær sjálvari. Eg burdi langt síðani verið farin til hús, sigur Hjørdis Isaksen, sum hevur verið barrvørður í Roykstovuni í Klaksvík í 26 ár.

Hon er lítil, kløn, blíð og so fyllir hon 70 næstu ferð. Men henni nýtist bara at fara nøkur fá fet út um barrdiskin í Roykstovuni fyri at fáa ein heilan herð av monnum at akta ella reisa seg og fara út - uttan at mukka eitt orð.
Gandaorðið er lagaligheit. Tí tosar tú hampiliga við fólk, eisini tá tey eru full, so gongur restin av sær sjálvum.
? Kanst tú ikki reka eitt sovorði stað uttan útblakarar, er okkurt galið, heldur Hjørdis.
- Á jú. Her er nógv broytt, síðani eg byrjaði fyri 26 árum síðani, fortelur Hjørdis. Eg minnist, at vit plagdu at vísa videofilmar um kvøldarnar, tí tá høvdu vit jú onki sjónvarp í Føroyum. Á denn gravgangur, ið tá var eftir at fáa sitipláss herinni. Tey ringdu líka úr Havn at royna at bíleggja sær pláss, men tað gekk ikki. Karl, sonur mín, sum tá átti Roykstovuna, hevði eitt fast prinsipp um, at her skuldi ongin hava betri rætt enn nakar annar. Tey, sum komu fyrst, sluppu fyrst framat. Men tað var altíð ein ræðulig trokan, og ofta stóðu fólk líka út í tún og royndu at lúra gjøgnum vindeyguni, fyri at vita, hvat gekk fyri seg á skíggjanum.

"Ná tit. So er Hjørdis her!"
Seinni yvirtók Sigtór Ottoson Roykstovuna, men Hjørdis varð hangandi. Og spyrt tú hana, so gjørdist tað nógv lættari at vera barrvørður, tá skeinkiloyvi kom.
- Tað er lættari at halda skil á fólki, tá tú sjálv selur teimum tað, tey fáa at drekka. Og hava tey fingið nóg mikið, so fáa tey bara ikki meir. So einkult er tað.
Tað fellur sjálvandi ikki altíð í góða jørð, tá eg má siga nei ella taka billyklarnar frá onkrum. Men eg kenni onki til, at fólk gera seg so ómøgulig, at tað ikki ber til at tosa tey til sættis.
Nú arbeiði eg bara um dagin, men fyrr var eg eisni her um kvøldarnar, og tá var tað heldur ongin trupulleiki hjá mær at fáa fólk út, tá vit skuldu lukka. Eg stillaði meg bara eitt sindur út um diskin, inntil onkur rópti, "Ná tit. So er Hjørdis her!" So tómdu tey gløsini og gjørdu seg til at fara uttan meir roks.
- Klaksvíkingarnir, sum koma her kenna meg so væl og vita, hvørjar reglurnar eru. Um onkur mutar ímóti, vísir tað seg ofta at vera avbygdafólk, sum ikki eru von at koma her. Tá hendir tað seg meir enn so, at onkur av stammgestunum blandar seg uppí og forklárar nýggja gestinum reglurnar, so hann skilur tað.
Stammgestirnir eru næstan vorðnir ein partur av innbúgvinum í Roykstovuni. Hvønn gerandisdag fyrrapart støkka teir inn á gólvið, seta seg við sama borð at lesa bløðini og orðna politisku støðuna, meðan Hjørdis skeinkir teimum kaffi og blandar seg uppí prátið.
Á ja, teir eru húsfólk eftirhondini. Og tað má eg siga. Teir eru óalmindeliga fittir og altíð fúsir at taka eina hond í, um okkurt skuldi verið.

Fer væl við fólki.
Tað er neyvan heldur nakar ivi um, at gestirnir í Roykstovuni halda nógv av Hjørdis. So vit spyrja hana, hvat skal til fyri at vera ein góður barrvørður.
- Fyrst og fremst skalt tú skalt tíma og duga at fara væl við fólki og altíð royna at fáa tey at kenna seg vælkoman. Og so sigur tað seg sjálvt, at borðini altíð skulu vera rein og ruddilig, og at fólk ikki verða órógvað av onkrum, sum hevur fingið nóg mikið.
Tað hendir seg sjálvandi eisini at onkur, sum er vorðin hálvfullur, stendur uppi við barrina og tekur synd í sær sjálvum. Teimum skalt tú eisini tíma at lurta eftir og duga at halda munn við tí, tey fortelja, sigur Hjørdis avgjørd.

Onki til tey ungu.
Tað er ongin loyna, at summi fólk halda lítið um støð, sum skeinkja rúsdrekka, og onkur vil enntá vera við, at tað er ómoralskt at reka eitt slíkt stað. Men hetta tekur Hjørdis sær ikki so nær.
- Eg síggi soleiðis uppá tað, at um fólk ætla sær at drekka, kann hvørki eg ella nakar annar forða teimum. Og koma tey ikki inn í Roykstovuna, ja so fara tey onkra aðrastaðni. So leingi tey sita her, halda vit eyga við teimum og siga stopp, tá tey hava fingið ov nógv. Hin møguleikin er at tey ganga og dingla á gøtuni ella brúka bilarnar sum vertshús. Og har er tað jú ongin, sum heldur eyga við teimum. Annars er tað at siga, at ongin undir 18 ár fær ein dropa av rúsdrekka inni her. Og veruleikin er, at okkara ungu gestir ofta duga betri við rúsdrekka enn teir eldru.
Hjørdis heldur, at í staðin fyri at ilskast inn á skeinkistøðini, kundu fólk spurt seg sjálvi, hví vit so ofta síggja heilt ung fólk vála á gøtuni við ølfløskum í hondini.
- Tey hava jú ongastaðni at fara, har tey kunnu sita og hugna sær saman. Eg haldi, at tað er stór skomm, at ein býur sum Klaksvík hvørki hevur eitt ungdómshús ella eitt dansistað til tey ungu, sigur Hjørdis ikki sørt ill á málinum.

"Hvør er omma tín?"
Tað hvørki sæst ella hoyrist, at Hjørdis fyllir 70 seinni í ár. Hon er framvegis ein av teimum fremstu, tá tey sláa ring uppi í Skálanum, hon er íðin bingokona, og so fylgir hon væl við í tí, sum fyriferst í býnum.
- Tað slepst ikki undan, at tú frættir nógv í einum starvi, sum hesum. Eg veit, hvat hvør bátur fiskar, men eg veit sjáldan, hvørji tey ungu eru, sum koma her. Nú má eg spyrja, hvør omman ella abbin er, og tað mátti verið eitt tekin um, at nú er tíð uppá at gevast og fara til hús.
Hatta havi eg sagt í so nógv ár nú, men eg veit ikki. Eg havi verið her so leingi, at eg dugi ikki at fyristilla mær, ikki at skula oman her hvønn dag. Og eitt er vist - eg komi at sakna fólkið her ómetaliga nógv, tá eg einaferð fari.
Kokkan er farin av tvey hendan sunnudagin og teir fyrstu gestirnir eru komnir inn. Prátið snýr seg um KÍ og dystin í dag - ikki um hvat teir skulu hava at drekka. Tað veit Hjørdis, so hon er longu farin at skeinkja í gløsini.