Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, hevur ongar viðmerkingar til ta býráðssamtykt, sum kemur í gildi í dag. Henda samtykt snýr seg millum annað um læknaørindi hjá starvsfólkum í Tórshavnar Kommunu, umframt jarðarferðir.
- Eg havi onga viðmerking til hatta málið. Vit hava jú boðað frá, at vit fara møguliga at taka tað upp sum eitt gerðarættarmál. Og annars taka vit okkum ta fríheit til at taka tey stig, sum vit meta vera røtt, sjálvt um vit fara tann rættarliga vegin, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum.
- Tað er tann viðmerkingin, sum eg havi beint nú.
-hkm










