Hjúkla um konuna og abbabørnini

Eyðkendi vinnulívsmaðurin og skjótt fyrrverandi stjórin á Tórshavnar Skipasmiðju, Poul Mohr, hevur ikki gjørt sær stórvegis ætlanir um framtíðina, nú hann veitrar sínum lívverki farvæl. -Øll 12 abbabørnini eru ómetaliga góð við abban, og eg ætli mær at seta nógva tíð av til tey, sigur Poul Mohr.

Størsti vinnulívshandil í Føroyum. Fríggjadagin tveittu Mohrarnir á Tórshavnar Skipasmiðju eina bumbu, sum skelkaði føroyska vinnulívsheimin. Sterka og vælrikna fyritøkan millum Álagerð og Rættará hevur síðan 1936 verið ein týðandi partur av Mohr-familjuni, men fyrst í juli mánað verður hetta søguliga tíðarskeið av.
Tað var ein ikki sørt kensluborin Poul Mohr, sum greiddi fjølmiðlunum frá torføru avgerðini at selja Skipasmiðjuna til privata framtaksfelagið, Notio . ?Kenslurnar máttu víkja fyri skilinum, var niðurstøðan hjá Poul Mohr um søluna av fyritøkuni, sum pápin, Kjartan Mohr, setti á stovn.
Seinastu 51 árini hevur Poul arbeitt á Tórshavnar Skipasmiðju, men í komandi mánaði leggur eyðkendi Skipasmiðjustjórin endaliga árarnir inn

Til abbabørnini
-Hetta verður klassikarin. Eg fari at brúka tíðina til mína fittu konu og ikki minst abbabørnini. Øll 12 abbabørnini eru góð við abban, og eg ætli mær at seta nógva tíð av til tey, sigur Poul Mohr.
Hann sigur seg ikki hava gjørt stórvegis ætlanir um, hvat hann fer at takast við, nú hann um góðan mánaða veitrar sínum lívsverki farvæl.
-Eg eri blivin 75 ár, so hvørjar framtíðarætlanir skal eg gera mær ?. Tú fert so ikki at síggja meg í urtagarðinum. Slíkt tími eg ikki, og tí eri eg ómetaliga heppin at hava eina frálíka konu, sum tímir at gera hatta fyri meg. Eg ætli mær heldur ikki at fara ferðast, tí slíkt tími eg heldur ikki, greiðir Poul Mohr frá.

Friðarligt vikuskiftið
-Sárið av at selja Skipasmiðjuna verður ongantíð grøtt.
Spurdur, um avgerðin at selja Tórshavnar Skipasmiðju er sodnað um vikuskiftið, svarar Poul Mohr, at tað kennist framvegis líkað sárt sum fríggjadagin.
Hóast sølan av fyritøkuni til Notio tók flestar føroyingar á bóli, hevur Poul Mohr ikki merkt stórvegis hóvastak av søluni um vikuskiftið,
-Nei tað eru ikki nógv fólk, sum hava sett seg í samband við meg um vikuskiftið. Vikuskiftið hevur verið stak friðarligt, ja næstan friðarligari enn vanligt er, sigur Poul Mohr flennandi.

Konan ávirkað
-Konan hevur verið ómetaliga tolin við mær. Hon verður helst líka í ørviti sum eg, nú eg fari at sleppa mær heim at mala um beinini á henni
Síðan 1953 hevur Poul Mohr arbeitt á Tórshavnar Skipasmiðju, og frá 1979 sum stjori á fyritøkuni. Hann hevur halgað sítt lív til fyritøkuna, og sum stjóri á einari fyritøku, hugsar tú um fyritøkuna 24 tímar um døgni, sigur Poul Mohr.
-Hetta verður ein stór broyting hjá mær, men sanniliga eisini fyri konuna Avgerðin er tikin, og nú mugu vit bert fáa tað besta burturúr, sigur Poul Mohr at enda.