Tey, sum kenna Ansvein, vita øll, at tað er okkurt heilt serligt við honum og djórum. Og kanska er tað okkurt viðføtt, tí einaferð var Ansvein hjá eini spákonu, sum segði, at hon var vís í, at øll djór vóru góð við hann.
- Tað visti eg sjálvandi av, men eg helt tað vera løgið, at hon skuldi vita tað, tí hon hevði jú ongantíð møtt mær fyrr. Jú, eg eri stak góður við øll djór, og tí eru tey eisini góð við meg. Men fært tú tær djór, skalt tú eisini taka tær ordiliga av teimum og vita, at tey liva leingi. Onki kann gera meg so óðan, sum tá eg hoyri um fólk, sum bara sleppa sær av við djórið, tá tað ikki er stuttligt longur. Sovorði átti at verið forboðið við lóg.
? Sjálvur havi eg altíð havt hund, og Skipper er tann sætti pappageykurin, eg havi. Og hann er nakað heilt fyri seg, vil Ansvein vera við.
Pappageykurin Skipper
- Skipper er av Gråjakob slagnum, og teir sigast at vera teir klókastu pappageykarnir, sum eru, fortelur Ansvein.
? At hava ein pappageyk í húsinum er næstan sum at hava eitt húsfolk hjá sær. Skipper fylgir við í øllum, og so hermir hann eftir øllum, hann hoyrir. Serliga fuglaljóðum og ringitónanum á fartelefonini hjá mær. Nú havi eg vant meg við tað, men í fyrstuni bleiv eg trill í ørviti av honum, tí eg helt tað sjálvandi vera telefonin, sum ringdi. So broytti eg ringitónan, men tveir dagar seinni hevði Skipper lært seg nyggja tónan. Fari eg út úr kamarinum, byrjar hann at láta sum ringitónin fyri at fáa meg innaftur. Nei, býttur er hann ikki.
- Hann dugir eisini avbera væl at spæla sjúkur við spýggja ella halta, tá hann skal hava meg at taka synd í sær. Hann heldur seg vist ikki kunna sova, fyrr enn eg eri fari í song, tí um klokkan blívur ov nógv, situr hann og rópar: "Gå så i seng med dig!" Tá hann vil hava selskap, rópar hann á fólk, og so flennir hann í kíki, tá man kemur yvir. Hann hevur gud-hjálp-mær eisini lært seg at flenna akkurát líka sum eg.
Skipper ger illa fortreð og er herviligur at arga fólk, men fyri tað mesta er hann øgiliga fittur. Tá eg siti og fái mær okkurt gott, serliga sjokulátakeks, vil hann sjálvandi eisini hava. So sigi eg: "OK, men tað kostar ein muss". So fái eg eisini ein muss afturfyri.
Eg veit væl, at onnur halda Skipper vera ljótan, tí hann er so fjaðursárur. Men í mínum eygum er hann vakur, og hann kann ikki gera við, at hann sær soleiðis út, sigur Ansvein og og smílist uppá Skipper, sum hevur sett seg á økslina á honum.
Slatur og sleyg
Ansvein hevur búð í Klaksvík alt sítt lív, og fer hann nakra aðrastaðni, verður tað ikki, fyrr enn hann verður borin út í Grøv, sigur hann.
- Eg eri ómetaliga góður við Klaksvík, men eg dugi væl at síggja, at klaksvíkingar eisini hava sínar feilir. Tað ringasta er kanska, at vit slatra so illa. Eg veit ikki, hvat feilar okkum her í býnum, men øll fáa alt við, og øll snakka um øll. Og gert tú nakað býtt, verður tað samrøðuevnið allan næsta mánaðin. Tað er alt í lagi at fylgja væl við, men tað mátti ikki verið neyðugt at gingið og skrætt seg soleiðis um fólk. Vit, sum búgva her, hava kanska vant okkum við tað, men eg skilji væl, um avbygdafólk fáa eitt sjokk, tá tey hoyra, hvussu tosið gongur.
Onnur siga, at vit eru so bygdaslig, men hvat vil tað siga at vera bygdasligur? Um tað er, at vera serliga góður við sína bygd, so mást tú gjarna kalla meg tann allarbygdasligasta í býnum, sigur Ansvein.
Skúlatíðin
Sjálvt um Ansvein altíð hevur trivist væl í Klaksvík, minnist hann lítið gott frá skúlatíðini.
- Eg eri orðblindur, og tá eg gekk í skúla, merkti tað tað sama sum at vera býttur. Eg haldi heldur ikki, at næmingar við serligum tørvi vóru uppfunnir tá, tí tað var onki sum æt serundirvísing í fyrstuni. Men seinni vóru tað serliga tríggir lærarar, sum hjálptu mær ótrúliga væl. Tað vóru Bigge (Jákup Mikkelsen), Eyðfinn Hansen og Jonhild Heinesen. Tað, eg havi lært í skúlanum, kann eg takka teimum trimum fyri, og eg eri sera takksamur fyri tað.
Men børn eru nú soleiðis, at tey skulu gera vart við seg uppá onkran máta. So tá eg ikki kláraði meg so væl í tí bókliga, gjørdist eg vist í so óskikkiligur. Eg trúgvi neyvan tað mundi vera so álvarsamt, men tað var ein máti at klára seg ella vísa seg fyri hinum dreingjunum, sigur Ansvein hugsunarsamur.
Sjafførurin Ansvein
Tað var tað ongin trupulleiki hjá Ansvein at taka koyrikoyrt, sjálvt um hann er orðblindur. Hann fekk teir á Bileftirlitinum at bíleggja sær eitt videoband, soleiðis at hann kundi hyggja og lurta seg til tað, sum annars stendur at lesa í koyribókini.
- Tá eg so skuldi upp til teori, las ein frá bileftirlitinum spurningarnar upp fyri mær, og tá var bara at lurta væl og svara sum frægast. So var bara koyriroyndin eftir, og hon var onki problem. Tú kanst faktist duga væl at koyra bil, fyri tað um tú ert orðblindur. Tað kemur meir enn so fyri, at politiið rósar mær fyri at koyra serliga hampiliga. Men tað skal nú heldur ikki so nógv til fyri at kappast við bilførarar her í Klaksvík, tí koyringin her líkist svarta ongum. Fólk eru so ólagalig í ferðsluni, at tú skuldi trúð, tað var lygn, sigur Ansvein.
Djórini og eg
Tá prátið kemur inn á konufólk, er Ansvein skjótur at minna á, at hann er gamal drongur, og at alt hatta við konufólki er ein liðug søga fyri hansara viðkomandi.
- Sjálvandi hyggi eg framvegis eftir konufólki - annars hevði eg ikki verið í ordan. Allir vinmennirnir hjá mær eru giftir ella hava dámu, so tað hevði verið deiligt, um eg eisini fann eina fitta gentu at vera saman við. Men eg havi onga hitt enn her í Klasvík, og eg fari ikki pressandi av oynni at leita eftir konufólki. So altráður eri eg altso heldur ikki. Og so er tað eisini nógv bíligari at hava ein pappageyk, flennir Ansvein.
Dagarnir hjá honum ganga fyri tað mesta við at ansa pappageykinum, hundinum Sjarlu og at koyra biltúrar og práta við fólk. Hann plagdi at egna fyrr og var eisini onkrar útróðratúrar, men nú eru lendarnir gingnir fyri, so hann skal helst halda seg í frið.
- Eg kann gott egna ein ella tveir stampar, men so eri eg eisini ferdigur. Tað er tungt og strævið at ganga fyri onki, tí man blívur so óhugnaliga dovin av tí. Men eg royni at hjálpa til, har eg kann, og eg fylgi enn væl við í øllum tí, sum gongur fyri seg í egningarskúrunum niðri á Stangabrúnni.
Eg vildi ynskt, at eg kundi fari til útróðrar, men tá eg nú ikki kann tað, royna eg at síggja tað góða í tí, sum eg kann og tí, sum eg havi. Eg leggi onki í, hvat onnur halda um meg. Eg eri bara, sum eg eri, sigur Ansvein.
Gud veit best
Tey, sum ikki kenna Ansvein, hava ivaleyst kortini hoyrt málið í honum onkuntíð. Hann er nevniliga ein av teimum, sum javnan ringir inn til Lurtarnar og Vit og fær sær eitt prát við onkran av útvarpsmonnunum.
- Jú, mær dámar væl ta sendingina, og tá eg ringi, plagi eg at biðja teir spæla okkurt andaligt lag fyri mær, tí tað slagið av tónleiki dámar mær best. Eg eri ikki tann, sum siti fremst í kirkjuni ella á møti, men eg trúgvi uppá Gud. Tú kanst royna at lumpa teg ígjøgnum, men tað gongur ikki tí, tað er ongin vegur uttan um hann. Hann gjørdi eina ræðuliga gerð, tá hann tók mammu mína frá mær so tíðliga, men soleiðis mátti tað bara vera. Tað er hann, sum veit, hvat er best, og tí seti eg altíð mítt álit á hann. Tað eri eg uppvaksin við, og tað havi eg ongantíð verið í iva um, sigur Ansvein.
Norðoyastevnan
Norðoyastevna er í hondum, men sjálvur hevur Ansvein ongantíð gjørt nakað serligt burtúr norðoyastevnuni.
- Eg tími ikki øll hesi fullu fólkini, og eg haldi tað vera so syndarligt at síggja 14-15 ára gomul børn ganga og dingla eftir gøtuni við eini fløsku í hondini. Mær dámar væl at hyggja eftir kappróðri og fótbólti, men tað skal vera kvinnuróðurin og kvinnufótbólturin. Har er meir at hyggja eftir, veist tú, sigur Ansvein við einum skálkasmíli.
Men føroysku ítróttarkvinnurnar má hann verða fyri uttan hesa norðoyastevnuna, tí í ár verður hann ikki heima. Han fer til Danmarkar at halda sín 37 ára føðingardag, og ætlanin var eisini at keypa ein pappageyk fyri ein vinmann.
- Men tað verður av ongum. Tað er ov nógv roks við djóra- og tollmynduleikum og pappírum, sum skulu fyllast út, og hvat veit eg. Nei, hesuferð ætli eg bara at halda feriu. Skipper fer norð til systir mína í Hvannasundi at vera. Har hevur hann tað gott, men hann verður nakað fornermaður, tá eg bara soleiðis stingi av. So okkurt skeld kann eg vænta mær, tá eg komi aftur, heldur Ansvein.
Prátið hjá okkum báðum er komið at enda. Ansvein letur hurðina aftur inn til Skipper og fylgir mær út í gongina. Útkomin byrjar fartelefonin hjá honum at ringja. Ella? Nei, tað var ikki telefonin. Tað var bara Skipper, sum longu er eitt sindur firtin ?
10 spurningar til Ansvein:
Navn? Ansvein Danielsen Sigurðsson
Aldur? 37 ár 6. Juni
Lívrættur? Grind og spik.
Hvat skal man ikki bjóða tær? Pizza, grønmeti og fyri alt í verðini ikki hvíttleyk.
Besti drykkur: Ein skarpur akvavittari er ikki av vegnum, tá rætta høvið er.
Sterka síða? Hjálpsamur
Veika síða? Ótolin
Hvønn sært tú upp til? Mammu mína
Áhugamál: Djór, konufólk og alt, sum hevur við útróður at gera.
Dreymur? At keypa míni egnu hús.