Ingeborg Vinther: Nú mugu politikarar vakna

Nú er stundin komin til at politiski mydugleikin mál eggja uppí fyri at forða fyri, at so nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag

Arbeiðsloysi

?Nú mugu politikararnir vakna.
IngeborgVinther, forkvinna í landsins størsta fakfelag, sigur, at nú er stundin komin, at politiski myndugleikin má leggja uppí fyri at fáa arbeiðsloysið niður.
Sum tað sæst í hinari greinini her á síðuni, er arbeiðsloysð munandi økt higartil í ár, afturímóti undanfarnu árum.
Serliga er arbeiðsloysið stórt hjá teimum, sum arbeiða í fiskivinnuni.
Og tað skerst ikki burtur, at ein stórur partur av arbeiðsloysinum rakar limirnar í Føroya Arbeiðarafelag.
Og Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag váttar, at nógvir limir í felagnum ganga arbeiðsleysir.
Og hon sigur, at sum utlitini eru nú, stúrir hon fyri gongdini.
? Støðan er óhugnalig. Og nú mugu politikararnir taka sær um reiggj og seta tiltøk í verk, fyri at fáa arbeiðsloysið niður.
Eitt nú heldur hon, at hendan gongdin, har so nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum, má steðgast.
?Fiskurin fer óvirkaður av landinum og fólkið í Føroyrum gongur arbeiðsleyst og tað mugu politikararnir steðga!.
Hon fýlist eisini á, Framferðina hjá Fiskavirking.
? Fiskavirking er ein fyritøka, sum alt Føroya fólk eigur og sum alt Føroya Fólk hevur betalt skuldina hjá. Men ístaðin fyri at skapa arbeiðið í Føroyum, frættist nú, at Fiskavirking fer at skapa arbeiði í Hetlandi.

Kunnu ikki góðtaka støðuna
Ingeborg Vinther sigur, at hon skilir ikki, at politikarnir góðtaka støðuna.
? Politikararnir eru valdir at stýra. Tað er ein mannarættir at hava arbeiðið og tað er ein mannarættur at kunna liva eitt sømiligt lív. Politikararnir eru valdir at leggja so til rættis, at fólk hava liva eitt sámuligt lív. Og tá ið støðan er so vánalig, sum nú, er tað greitt, at tíðin er komin, at politikarar taka stig til at skapa betri umstøður.
? Tað er upp á tíðina, at politikarar taka sær um reiggj, tí nú má okkurt henda. Tá ið støðan er so vánalig, mugu politisk stig takast.
Eitt nú heldur hon ikki, at tað kann góðtakast, at tað fer so nógvur óvirkaður fiskur av landinum. Fiskurin undir Føroyum er ogn Føroya fólks.Ætlanin við tí má vera, at hann skal koma fólkinum, sum er býr, til góðar. Tað merkir, at fiskurin skuldi verðið førdur til lands, virkaður her fyri síðani at skapt eitt útflutningsvirðið til samfelagið.
? Men í løtuni fer hann óvirkaður av landinum og tað eiga politikararnir at forða fyri, sigur hon.
Hon vísir eisini á tær stuðulsskipanir, sum hava verið settar í verk, bæði fyri at bjarga vinnulívinum í Norðoyggjum og í Sandoy.
Hon heldur, at ein sama slag grunnur skuldi verðið settur í verk fyri Suðuroynna, sum kundi fingið gongd á vinnulívið aftur akkurát sum Føroya Grunnurin fekk gongd á vinnulívið í Norðoyggjum og Sandoyargrunnurin fekk gongd á vinnulívið í Sandoynni.
Men er ikki gongdin tann, at tað skal vera vatntætt skott ímillum vinnulív og politikk?
? Jú, tað verður ført fram, serliga frá vinnulívinum. Men hendan støðan vísur, at vinnulívið maktar ikki at útvega fólkinum arbeiði. Fiskurin, sum fer óvirkaður av landinum, er eitt dømi um tað og tí mugu politisk stig takast.
Vinnulívið hevur ført fram, at orsøkin til, at so nógvur óvirkaður fiskur fer av landinum, er, at kostnaðarstøðið í Føroyum er so høgt, eitt nú tímalønirnar.
?Hatta er ein bílig umbering. Eg haldi, at ístaðin fyri bara at hugsa um lønirnar, eiga virkisleiðslur heldur at miðsavna seg um at hugsa nýtt. Tað, sum krevst, er nýhugsan og nýggir, nýmótans framleiðsluhættir sigur Ingeborg Vinther.
Hon heldur serliga, at Fiskavirking hevur nakrar serligar skyldur, tí fólkið hevur sett so nógvan pening í Fiskavirking og tí heldur hon eisini, at politikararnir serliga eiga at seta Fiskavirking krøv.