at fyrsta deildin fyri senil dement er stovnað í Føroyum. Á móttøkuni vóru starvsfólk, familja og onnur, sum vóru forvitan at síggja nýggju deildina. Jákup Mørkøre, sjúkrahússtjóri beyð vælkomin, og Helena [...] hesum øki á landsplan, í mun til tørvin. Vilgerð Astridardóttir, yvirsjúkrasystir á psykiatrisku deild, segði eisini nøkur orð um, hvussu stóran týdning røktin hevur fyri tey gomlu. Í gjár komu teir fyrstu
gjøgnumspæld. Lars Müller spældi væl í Neistamálinum og vísti, at um Bogi Henriksen hevur ein ringan dag, eigur Neistin onkran annan at seta í hansara stað. Tróndur Hansen kom inn í seinna hálvleiki og skeyt tvey [...] tvey færri enn oddaliðini H71 og Kyndil, og um Neistin ger sum væntað í annaðkvøld og vinnur á Tjaldrinum, ja so eru teir javnir í stigum við hini oddaliðini ? og tað man vera langt síðani, at mansliðið [...] Leygardagin var Tróndur Hansen, sum hevur verið í Danmark seinastu árini, við á liðnum, og hóast hann ivaleyst skal hava nakrar dystir til veruliga at koma í gongd aftur, vísti hann, m.a. við nøkrum góðum
upp til í kommunuálitinum, verða vit heldur noydd at hækka enn at lækka talið á býráðslimum. Samanleggingar Í og við at broytingar verða gjørdar í umsitingini er eisini ætlanin at gera broytingar í politiska [...] Tá ið samgongan í Tórshavnar býráð tók við fyri tveimum árum síðani gjørdi hon av, at fara undir at gera broytingar í umsitingarliga og politiska bygnaðinum í býráðnum. Nevnd við umboðum úr øllum flokkum [...] gera, hava hoyrt undir sosialu deild. Í framtíðini fara hesi øki at vera undir mentamáladeildini. - Tað fer ein bleyt flyting fram í løtuni. Ein partur er framvegis í sosialu deild og nær alt er flutt, er
munandi. Samstundis verður ivast í, hvussu tað kann bera til, at leggja skip úr einum ávísum bólki og fáa fiskiloyvi til skip í einum heilt øðrum bólki afturfyri. Endar í tinginum Tað er so stórur ivingur [...] at málið endar nú í tinginum. Tað eru teir báðir tingmenninir, Vilhelm Johannesen og Jákup Sverri Kass, sum hava gjørt av at reisa ein skrivligan fyrispurning til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jørgen [...] skipabólki sum Miðvingur og Mei vóru í. ? Tvs, at tann nýggi línubáturin hjá vágamonnum verður skrásettur í bólki 4 D, sum eru útróðrarbátar yvir 60 tons og ikki í bólki 3, sum eru stállínuskip yvir 110 tons
við bókaklubbanum komu 43 barnabøkur út í mun til 26 árið fyri. Talið hækkaði støðugt næstu árini, upp í 74 í 1989, men so minkaði tað næstu árini niður í 36 í 1993, tá ið búskaparkreppan var uppá tað [...] sum er í holt við at skriva, men so hoyrist einki aftur, sigur Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags. Seinasta skreytheftið í savninum hjá Carl Barks um Dunnald Dunnu í týðing Paula [...] útkomnum bókum. Í 1997 komu 45 barnabøkur út, í 1998 tíggju færri. Treyðugt so, hóast talið er minni, kunnu vit fegnast um nógvar einstakar útgávur í árinum, ið fór. Fleiri klassikarar komu út í føroyskari
professionellan mann sum dagliga arbeiðir við slíkum, sigur Poul Jákup Thomsen úr symfoniorkestrinum. Nógv orka verður løgd í at útsetingin er í lagi. Tað er sera kostnaðarmikið at seta slíkan tónleik út til [...] in nakrantíð ? sum hevur spælt síðani miðskeiðis í áttatiárunum ? fer nú saman við Føroya Symfoniorkestri at gera eina rockopera. Framførslan verður í oktober mánaði, og hetta verður tann árliga heystkonsertin [...] ikki eitt hálvlunkað tiltak, sigur Poul Jákup Thomsen. ? Hetta verður gjørt á so høgum støði sum gjørligt, og skal vera eitt ordans brak, og vit eru longu farnir í gongd við fyrireikingarnar, so vónandi
Hóast mansliðið hjá VÍF ikki hevur havt tað so gott í landskappingini í seinastuni, og hóast KÍF hevur fingið okkurt óvæntað úrslit í kappingini, so kom tað ikki dátt við, at vestmenningar vunnu fyrru [...] sum høvdu sett sínar pengar á KÍF í seinna dystinum, og tí kunnu vit við rímiligari vissu siga, at VÍF verður annað liðið í finaluni. Áki Olsen var besti málskjútti í dystinum við átta málum, meðan Sámal [...] løtuna, vestmenningar kendu seg hóttar, var tíðliga í seinna hálvleiki, tá KÍF minkaði úr 19-11 niður í 19-14 og síðani 20-17. Men VÍF hevði tamarhald á allatíðina, og sigurin er ivaleyst komin væl við, eftir
stýrimann, sigur Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag. Hann metr ikki, at nýggi sáttmálin beinleiðis er verri fyri nakran reiðara, enn tann gamli. Styttu tíðina umborð metir Jákup Sólstein sum eitt [...] núverðandi línusáttmálin, sigur Jákup Sólstein, og nevnir eitt roknistykkið, sum hann leysliga hevur roknað í høvdinum. - Hevur eitt línuskip t.d avreitt fyri 14 milliónir í ár, so eru eini 800 túsund at [...] tær størstu løninar, so verður trupult at hyggja at teim minstu lønunum, sigur Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag í viðmerking til nýggja sáttmálan við manningarfeløgini.
tulin nettup leggur dent á, at vit ikki kenna andlitini. Málið í týðingini hjá Jákupi í Skemmuni er í høvuðsheitum lætt og rámandi, og í støðum dugir hann ómetaliga væl at taka til. Viðhvørt fer hann kortini [...] Jógvan Isaksen Henning Mankell: Skortleysir manndráparar. Jákup í Skemmuni týddi bókina eftir »Mördare utan ansikte«. Forlagið Sprotin 1998, 278 s. kr.180 Sviin Henning Mankell er seinnu árini vorðin eitt [...] Wallander í sjónvarpsrøðum yvir nakrar av bókunum og har varnast líkleikarnar við tær sosialrealistisku krimisøgurnar hjá Sjöwall & Wahlöö. »Skortleysir manndráparar« leggur fyri 8. januar 1990 í Skåne, har
kurin í dag ikki barslar okkurt, ið ber brá av nýhugsan og flottum hugburði, er í veruleikanum løgið. Tí nettup í tí flokkinum finst eitt ríkt potensiali, ið treingir til at loysast úr lagdum. Í dag er [...] er javnaðarpolitikkur í dag. Og í veruleikanum er tað ein skandala. Ein flokkur við tí førningi sum javnaðarflokkurin ber, kunnu vit ikki vera fyriuttan í hesum sjáldsama skeiði í okkara søgu. Um ikki annað [...] á ting í fjør, botnar í tí sama. Men meðan Eastwood og Hackman eru serfrøðingar í tí skitna og brutala arbeiðinum, eigur man at kunna krevja av politisku flokkunum, at teir síggja longur fram í tíðina