Dagny Joensen
Álvur Haraldsen
Tað er stórhending at fyrsta deildin fyri senil dement er stovnað í Føroyum.
Á móttøkuni vóru starvsfólk, familja og onnur, sum vóru forvitan at síggja nýggju deildina.
Jákup Mørkøre, sjúkrahússtjóri beyð vælkomin, og Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, lat deildina upp.
Hon helt, at tørvurin á slíkum stovni ikki er nøktaður við hesi deildini. Eisini helt landsstýrismaðurin, at ov lítið var gjørt á hesum øki á landsplan, í mun til tørvin.
Vilgerð Astridardóttir, yvirsjúkrasystir á psykiatrisku deild, segði eisini nøkur orð um, hvussu stóran týdning røktin hevur fyri tey gomlu.
Í gjár komu teir fyrstu sjúklingarnir á deildina. Tað gekk væl, sigur Marjun Restorff, leiðari á deildini. Tey gomlu skilja ikki, at tey eru flutt, og hugdu brosandi og varin kring seg, men annars gekk alt friðarliga fyri seg.