Tann best umtókti føroyski tónleikabólkurin nakrantíð ? sum hevur spælt síðani miðskeiðis í áttatiárunum ? fer nú saman við Føroya Symfoniorkestri at gera eina rockopera.
Framførslan verður í oktober mánaði, og hetta verður tann árliga heystkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri.
Frændur hevur valt út sjey løg, sum teir halda rigga best til endamálið, og so fer ein dani at seta tey út fyri symfoniorkestur, kór og rockorkestur.
Fyri at tryggja sær at hetta verður gjørt ordiligt og á so høgum støði sum gjørligt, so hava vit fingið ein professionellan mann sum dagliga arbeiðir við slíkum, sigur Poul Jákup Thomsen úr symfoniorkestrinum.
Nógv orka verður løgd í at útsetingin er í lagi. Tað er sera kostnaðarmikið at seta slíkan tónleik út til symfoniorkestur, kór og rockorkestur ? tað liggur um eini 70.000 krónur.
Hesar pengar hevur symfoniorkestrið fingið oljufelagið Statoil at gjalda, og hetta er grundarlagið fyri, at tiltakið yvirhøvur verður til nakað.
Gera nógv burtur úr
? Hetta er ikki eitt hálvlunkað tiltak, sigur Poul Jákup Thomsen.
? Hetta verður gjørt á so høgum støði sum gjørligt, og skal vera eitt ordans brak, og vit eru longu farnir í gongd við fyrireikingarnar, so vónandi eydnast hetta væl.
Symfoniorkestrið fær vanliga hjálp uttanífrá, um onkrir tónleikarar vanta. Soleiðis verður helst eisini í hesum føri, tí ætlanin er ikki at spara upp á tónleikarar, men at fáa verkið so gott sum gjørligt.
Enn er ikki greitt, hvussu stórt kórið verður, tí tað veldst um, hvussu útsetingin verður. Frontfigurarnir í Frændum, Steintór Rasmussen, Eyðun Nolsøe og Rani Nolsøe, koma sjálvandi at standa fyri sanginum, men ikki er greitt, hvørjar tónleikarar teir tríggir fara at hava afturat sær.
Men øll vita, at tað teir vanliga lata av tónleiki, er dygdartónleikur.
Skapa áhuga fyri klassiskum tónleiki
? Ein av orsøkunum til, at Føroya Symfoniorkestur fer at gera eina rockopera saman við Frændum, er, at teir hava gjørt nógv góð løg og helst eru teir, sum hava skapað mest innan føroyskan tónleik, sigur Poul Jákup Thomsen.
? Hetta verður eisini gjørt fyri at vekja áhugan fyri klassiskum tónleiki millum ung, og ætlanin er ikki bert at hava konsert í Norðurlandahúsinum, men um umstøðurnar vera til tað, er ætlanin eisini at leggja leiðina til Klaksvíkar, Eysturoynna og Suðuroynna, sigur hann.
Fyri at so nógv sum gjørligt kunnu fáa høvi til at síggja og hoyra konsertina, er ætlanin eisini at fáa loftmiðlarnar við í tiltakið.
? Eitt nú nýggjárskonsertin er sera væl umtókt millum fólk, og vit halda, at fólk kunnu fáa eina positiva ímynd av klassiskum tónleiki, tá hann verður framførdur á henda hátt, sigur Poul Jákup Thomsen.
Kostnaðarmikið tiltak
Eitt sovorðið tiltak er sera kostnaðarmikið, og 250.000 krónur skulu fáast til vega.
? Statoil stuðlar við 70.000 krónum, og vónandi fara fleiri at vilja stuðla einum slíkum tiltakið, so vit kunnu fáa tað so gott sum gjørligt, sigur Poul Jákup Thomsen.
Orsøkin til, at tað ikki kostar meir, enn tað ger, er tað nógva sjálvbodna arbeiðið, sum lættir sera nógv um arbeiðið hjá teimum, ið standa á odda fyri tiltakinum.