VÍF er væl ávegis

Hondbóltur: Mansliðið hjá VÍF líkist einum finalisti eftir at teir vunnu 29-24 á KÍF

Hóast mansliðið hjá VÍF ikki hevur havt tað so gott í landskappingini í seinastuni, og hóast KÍF hevur fingið okkurt óvæntað úrslit í kappingini, so kom tað ikki dátt við, at vestmenningar vunnu fyrru hálvfinaluna móti kollfirðingum mikukvøldið.

Longu í hálvleikinum var VÍF seks mál frammanfyri ? 15-9 ? og tann munurin helt sær nøkulunda allan seinna hálvleik. VÍF vann dystin 29-24. Einastu løtuna, vestmenningar kendu seg hóttar, var tíðliga í seinna hálvleiki, tá KÍF minkaði úr 19-11 niður í 19-14 og síðani 20-17.

Men VÍF hevði tamarhald á allatíðina, og sigurin er ivaleyst komin væl við, eftir at landskappingin fyri teirra viðkomandi er farin eitt sindur av sporinum. Tað munnu eisini vera tey fægstu, sum høvdu sett sínar pengar á KÍF í seinna dystinum, og tí kunnu vit við rímiligari vissu siga, at VÍF verður annað liðið í finaluni.

Áki Olsen var besti málskjútti í dystinum við átta málum, meðan Sámal Joensen fekk fimm. Annars komu níggju av VÍF-spælarunum á málskjúttaralistan mikukvøldið.

Í álopspartinum hjá KÍF royndist Jákup Dam best, og hann fekk fimm mál, eitt fleiri enn Petur Martin Johansen og Vagnur Johannesen.

Sum nevnt aðrastaðni sær tað sum nú er út til, at tað verða VÍF og StÍF, sum hittast í finaluni. Hetta kann gerast rættiliga áhugavert, tí seinastu tvær ferðirnar, hesi liðini hava spælt móti hvørjumøðrum, hava strandingar vunnið ? enntá báðu ferðirnar í Vestmanna. Men tann seinni av hesum báðum dystunum var nógv javnari enn tann fyrri.