Brimsvík, sum nú stendur á odda fyri 07 Vestur, var á Svangaskarði, har fyrrverandi B36 venjarin Jákup á Borg, sum nú er B68 venjari, tók ímóti. Í fjórða umfari vann 07 Vestur 2-1 á Svangaskarði, eftir at [...] B68 nú er á sjeynda plássi við 14 stigum. Tað er sama stigatal, sum Skála hevur, men málmunurin hjá toftamonnum er eitt vet betur, enn hann er hjá Skála. Tað gekk rættiliga javnt fyri seg á Svangaskarði [...] Emil vóru framrættaðir í hvør sínum borði. Átta minuttir eftir steðgin varð Brian Jakobsen skiftur inn á B68 liðið í roynd at styrkja um framrættaða partin, og tað var Brian Jakobsen, sum eitt korter undan
Pingel Á beinkinum: Mathias Lamhauge, Stefan Radosavljevic, Benjamin Heinesen, Erling D. Jacobsen, Hannes Agnarsson, Brian Jakobsen, Ragnar Samuelsen Gult kort: Sonni Ragnar Nattestad Venjari: Jákup á Borg [...] Tað gongur javnt á suðuri í Gibraltar, har B36 í løtuni dystast í Europa Liguni. Mótstøðuliðið á leikvøllinum, sum er granni við flogvøllin, er St Joseph´s, sum B36 í 2018 spældi ímóti. Tá vann B36 seg [...] uppgávuna uttan at hugsa um, hvussu nógv tað er, sum stendur upp á spæl. Í fyrra hálvleiki hevur kenst eitt sindur av fjáltri at vera á soleiðis, at samanspælið ikki altíð er eydnast so væl, sum B36 plagar
fleiri av hansara ymsu útgávum. Tey, ið spæla undir á hesi útgávuni, eru úrmælingar á hvør sínum øki til tónleikin. Talan er um Godtfred Joensen, Jákup Zachariassen, Eyðun Johannesen, og Kristina, dóttir
okkara, Alexandrina Sørensen, vanliga nevnd Allan, í Trongisvági 80 ár. Mamma er ættað av og uppvaksin á Morskranesi. Foreldrini vóru Hans og Sunneva Anthoniussen. Tey fingu 8 børn og mamma er nr. 5 í sys [...] Allan fyrst til Klaksvíkar at tæna. Síðan gekk leiðin til Tvøroyrar, har Inga systir hennara búði. Á Tvøroyri fór hon í læru sum seymirska hjá Valdborg. Um hetta mundi varð hon forlovað við pabba, Karl [...] fara til Havnar at passa systir tína Ellu, og tá ið hon andaðist, helt tú áfram at passa svágin, Jákup, til hann nú fór foldum frá fyri einum mánað síðan. Nú ert tú so flutt suður aftur at búgva hjá soninum
hesi árini hava vit lært og dugað okkara ABC uttanat eins væl og okkara faðirvár. Jákup á Møn ”kundi at remsa upp ABC” á tólvta ári. Okkara alfabet hevur verið eitt avbera gott amboð hjá øllum, ið skriva [...] Skarði, Mikkjal á Ryggi, Hans Andreas Djurhuus, J. H. O. Djurhuus, Heðin Brú, Martin Joensen og mong onnur. Tað er óhugsandi, at nakar av teimum, ið skapti okkum gulløldina, høvdu funnið upp á at amputera [...] Einasti trupulleikin í alfabetinum er kanska ð-ið, ið mangan kann arga. Men hóast tað einans sæst á pappírinum og vanliga ikki hoyrist , eiga vit at varðveita ð-ið. Hesin bókstavurin er tann estetiska
Tað var munur á at koma umborð á Kyrjastein og eina slupp. Eg sá bara eina ferð sjógv kom upp um svínaryggin á Kyrjasteini. So turr var hon. Vit fóru til Íslands við snøri og komu yvir á Meðallandsbuktina [...] at smittuvandin var av. Men so var ikki í hesum førinum. Á vegnum til hús bróta meslingarnir út. Tummas legði seg í hvørja á at drekka á leiðini, so tystur var hann. Hann mátti beint í songina og [...] sjógvi, sum kom inn á svínaryggin, tá ið skipið vendi. Tá eg hevði fingið Kyrjastein uppí vindin breyt einar 100 metrar aftaná reyvina á skipinum. Um eg bíðaði, so stóð hon uppi á landi. Tað hevði ikki
har oman á eini vanligari fiskabøru. Men sjálvur gjørdi eg mær ein kassa við tveimum ørmum, sum eg festi á eitt breitt jarnhjól, so tað ikki skuldi smokka. So koyrdi eg torvið oman á helluna á tann hátt [...] fáa tað breitt á góðan vøll. Vit skóru á tveimum stykkjum øll árini. Avgrevsturin niður á tann svarta mógvin, sum gav tað góða torvið, mundi vera einir 12 tummar. Vanligt var at seta á at skera við síðuna [...] Høgnesen, Sjúrður á Mýrini kallaður, og pápabeiggi, Jóhan Haraldsen, á Dunganum, sum var 37 ár. Hinir seks, sum druknaðu, vóru: Brøðurnir Hans Hendrik, 32 ár, og Jóan Henrik Høgnesen, 28 ár, á Mýruni, annar
verður hildin á Svangaskarði. Alfred er toftamaður. Hann er uppvaksin uppi á Regni. Mamman er Hilda fødd Hansen og ættað úr Túni á Toftum. Hon verður 90 í summar, og hon býr framvegis uppi á Regni. Pápin [...] í Havnini, og øll hini búgva á Toftum. Í seinnu giftuni vóru børnini Ruth (1940) á Argjum, Diana (1943-1944), Diana (1944) á Toftum, Alfred (1947) í Saltnesi, Jonny (1949) á Argjum, Johannes (1951) í Saltnesi [...] uppi á Regni á Toftum. So fór Alfred á handilsskúla í Fuglafirði, meðan hann arbeiddi í turkihúsinum hjá D. P. Højgaard í Oyrum. 1969-1970 var Alfred í Keypmannahavn, har hann gekk í handilsskúla á Julius
afturvaldur. Á triðja plássi hjá Sambandsflokkinum í Eysturoy var Edva Jacobsen í Fuglafirði. Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at Alfred er toppskorari hjá Sambandsflokkinum í Eysturoy; tað var hann eisini á løgt [...] kkinum, sum fekk 448 atkvøður ? ella fýra atkvøður fleiri enn Alfred. Sosialurin royndi at fáa orð á Tórbjørn mikumorgunin, men tað eydnaðist tíverri ikki. Alfred sera væl nøgdur Alfred Olsen er vegna [...] atkvøður, harav Alfred fekk tær 295. Listin fekk 41 atkvøður í Nes kommunu, Edmund Joensen 17 og Jákup Lamhauge 12.
tingfólk, sum hesaferð á fyrsta sinni vórðu vald. Tey vóru: Dan Reinert Petersen úr Javnaðarflokkinum Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum Jákup Suni Joensen úr Fólkaflokkinum [...] bara fýra, sum hava sitið á tingi síðani, og tey eru: Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum Annita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldisflokkinum Høgni Hoydal úr Tjóðveldisflokkinum. Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum [...] O. Heinesen (E) Eysturoy: Jógvan á Lakjuni (A) Dan Reinert Petersen (C) Signar á Brúnni (E) Edmund Joensen (B) Alfred Olsen (B) Sámal P. í Grund (D) Norðstreymoy: Jákup Suni Joensen (A) Hans Pauli Strøm