Tað gongur javnt á suðuri í Gibraltar, har B36 í løtuni dystast í Europa Liguni. Mótstøðuliðið á leikvøllinum, sum er granni við flogvøllin, er St Joseph´s, sum B36 í 2018 spældi ímóti. Tá vann B36 seg víðari. Báðir dystirnir endaðu 1-1, og B36 vann brotssparkskappingina.
Nú er fyrri hálvleikur liðugur, og teir eru farnir undir tak at hvíla seg og leggja ráð, áðrenn teir fara út aftur í nógvu sólina.
Støðan er 2-1. Michal Przybylski legði B36 á odda í 28. minutti, tá ið hann eftir innlegg úr høgru frá Árna Frederiksberg og úr stuttari fjarstøðu og við handara stólpa setti bóltin í málið.
Bara tveir minuttir seinni javnaði heimaliðið. Bólturin varð lagdur fram í vinstru til Boro, sum rann frá ikki serliga sannførandi verjuni, áðrenn hann úr stuttari fjarstøðu setti bóltin framvið málverjanum og í handara síðunetið.
Tríggjar minuttir undan steðginum var Alex Mellemgaard púra kaldur í øllum hitanum, tá ið hann umsetti brotsspark til mál og 2-1 til B36. Hann sendi málverjan út í borðið, og so lyfti hann bóltin mitt í tóma málið.
Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tá ið hann eftir langt Sebastian Pingel innkast úr vinstru helt, at ein ella tveir av B36 spælarunum vórðu togaðir niður.
Tað man lítil ivi vera um, at B36 eigur betri spælarar og betri fótbóltslið enn vertirnir. Stóra avbjóðingin hjá B36 er at halda høvdið kalt og fult og heilt savna seg um uppgávuna uttan at hugsa um, hvussu nógv tað er, sum stendur upp á spæl. Í fyrra hálvleiki hevur kenst eitt sindur av fjáltri at vera á soleiðis, at samanspælið ikki altíð er eydnast so væl, sum B36 plagar at megna.
Rás1 hjá Televarpinum sendir dystin beinleiðis.
https://web.tv.fo/client-portal/custom/multiscreen/
St Joseph´s – B36 (1-2) kl. 16.30
0-1: Michal Przybylski 28.
1-1: Boro 30.
1-2: Alex Mellemgaard br 43.
B36: Rói Mørk Hentze – Bjarni Petersen, Andreas H. Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Magnus Holm Jacobsen, Eli Falkvard Nielsen – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Meinhard E. Olsen – Sebastian Pingel
Á beinkinum: Mathias Lamhauge, Stefan Radosavljevic, Benjamin Heinesen, Erling D. Jacobsen, Hannes Agnarsson, Brian Jakobsen, Ragnar Samuelsen
Gult kort: Sonni Ragnar Nattestad
Venjari: Jákup á Borg