Alexandrina Sørensen, Trongisvágur, 80 ár

Týsdagin 10. oktobur fyllir mamma okkara, Alexandrina Sørensen, vanliga nevnd Allan, í Trongisvági 80 ár.
Mamma er ættað av og uppvaksin á Morskranesi. Foreldrini vóru Hans og Sunneva Anthoniussen. Tey fingu 8 børn og mamma er nr. 5 í systkinaflokkinum.
Sum ung genta fór Allan fyrst til Klaksvíkar at tæna. Síðan gekk leiðin til Tvøroyrar, har Inga systir hennara búði. Á Tvøroyri fór hon í læru sum seymirska hjá Valdborg. Um hetta mundi varð hon forlovað við pabba, Karl Sørensen úr Trongisvági, og tey giftust í 1952. Tey bygdu sær hús inni í Trongisvági, har tey í nógv ár høvdu matvøruhandil í kjallaranum. Pabba var sjómaður í nógv ár, til hann seinni fekk starv hjá SEV, har hann arbeiddi í stívliga 25 ár. Meðan pabba var til skips, so var tað mamma, sum stóð í handlinum, sum seymaði fyri fólk og sum passaði okkum børn. Tað var meira enn nóg mikið at takast við, men ongantíð vit hoyrdu teg gremja. Tit fingu okkum børnini: Fríbjørg, Tummas, Sonja, Ingeborg, Hans og Kári. Við tíðini er familjan økt við 18 ommubørnum og 9 langommubørnum.
Góða mamma. Aldrin hevur tú sitið hendur í favn. Altíð hevur tú verið klár at hjálpa, har ið hjálpin hevur verið kærkomin. Tá ið Inga systir tín gjørdist sjúk, tókst tú tær av henni. Pabba passaði tú heima í fleiri ár, meðan hann var sjúkur og doyði í 1997. Hóast tín høga aldur valdi tú fyri 8 árum síðan at fara til Havnar at passa systir tína Ellu, og tá ið hon andaðist, helt tú áfram at passa svágin, Jákup, til hann nú fór foldum frá fyri einum mánað síðan.
Nú ert tú so flutt suður aftur at búgva hjá soninum Hans. Tú skalt nokk venja teg við ikki at hava nakra uppgávu, men tú hevur fleiri smá ommu- og langommubørn, sum tú kann gleðast at vera saman við.
Góða mamma og vermamma. Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við teimum 80 árunum og gleða okkum at koma suður í føðingardag.

Fríbjørg og Eliesar