Løgtingsvalið
Vilmund Jacobsen
Løgtingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum í Eysturoy, Alfred Olsen, hevði eitt ógvuliga gott val týsdagin. Hann fekk 444 persónligar atkvøður og gjørdist fyrst valdur hjá Sambandsflokkinum í Eysturoy. Næstur honum gjørdist Edmund Joensen, sum fekk 430 persónligar atkvøður og varð afturvaldur. Á triðja plássi hjá Sambandsflokkinum í Eysturoy var Edva Jacobsen í Fuglafirði.
Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at Alfred er toppskorari hjá Sambandsflokkinum í Eysturoy; tað var hann eisini á løgtingsvalinum fyri 4 árum síðan. Tá fekk hann 388 atkvøður, meðan Edmund Joensen fekk 326.
Størsti atkvøðuslúkurin í Eysturoy gjørdist annars Tórbjørn Jacobsen úr Tjóðveldisflokkinum, sum fekk 448 atkvøður ? ella fýra atkvøður fleiri enn Alfred.
Sosialurin royndi at fáa orð á Tórbjørn mikumorgunin, men tað eydnaðist tíverri ikki.
Alfred sera væl nøgdur
Alfred Olsen er vegna Sambandsflokkin sera væl nøgdur við úrslitið av løgtingsvalinum.
- Vit høvdu eitt ógvuliga gott val í Eysturoy, og flokkurin hevði stóra framgongd í
atkvøðutali. Eg hevði væntað, at flokkurin fór at fáa eitt gott val hesaferð, men eg hevði ikki væntað, at eg persónliga fór at fáa eitt so gott val. Eg eri bilsin og ógvuliga takksamur fyri persónliga stuðulin, sigur løgtingsmaðurin.
Í Nes kommunu fekk Sambandsflokkurin tilsamans 384 atkvøður, harav Alfred fekk tær 295. Listin fekk 41 atkvøður í Nes kommunu, Edmund Joensen 17 og Jákup Lamhauge 12.