3. partur
Eg var bara 17 ár, tá ið mamma doyði. Tá var eg einsamallur í húsi eina tíð. Mostir mín Ella, sum var ógift, var tá hjá systir síni í Vík. Hon kom so í húsið við mær í nøkur ár. Mamma fekk krabbamein í lunguni, sum spreiddi seg skjótt til bróstini. Hon doyði í 1934.
Eg var við til at arbeiða veg Millum Fjarðarnar úr Funningsfjørð til Skálafjørð.
Vit vóru býttir í hold og gjørdu stykkir uppá 50 metur hvørt. Goldið var eitt vist fyri hvønn teinin. Vegarbeiði tá var nógv øðrvísari enn í dag. Amboðini vóru spaki og eyrhakkari. Hvør teinur tók nakrar vikur. Arbeiðið var millum annað at steinseta vegin og koyra eyrin omaná. Alt tilfarið mátti berast í leypi.
Vit búðu í Funningsfirði, men vit fóru tó til hús sunnudagar. Elduvíkingar og oyndfirðingar búðu á loftinum hjá Elias Joensen. Elduvíkingar búðu eisini hjá Marius Joensen. Onkur búði hjá Høgna og Johonnu Sofíu.
Hon var ættað úr Norðragøtu. Tummas doyði av meslingum í 1916. Hann kom av skipi á Norðskála. Meslingar gingu, og hetta var ein vandamikil sjúka fyri tilkomin fólk. Tí hevði manningin hjá Tummasi verið í karantenu til mett var, at smittuvandin var av.
Men so var ikki í hesum førinum. Á vegnum til hús bróta meslingarnir út. Tummas legði seg í hvørja á at drekka á leiðini, so tystur var hann. Hann mátti beint í songina og doyði fáar dagar seinni. Systir Tummas, Anna Sofía, sum var komin úr Norðragøtu at heilsa beiggjanum væl afturkomnan, var smittaður av honum. Hon doyði nakrar dagar seinni.
Tað var ikki bara at arbeiða í Funningsfirði. Í húsum, kallað Merlenborg, var dansað hvørt kvøld.
Har í Funningsfirði fekk eg konuna, Thomasiu, dóttir Onnu Mariu og Marius Joensen. Hann var beiggi umrødda Tummas. Anna Maria var dóttir Frederik á Fløtti í Norðragøtu. Vit giftust í 1939 og vóru gift í nærum 70 ár. Hon bleiv 90 ár.
Bjargaði Kyrjasteini frá at fara á land
Eg fór so við Kyrjasteini. Tað vanliga var at keypa gomul skip. Men Jákup Haraldsen vildi byggja nýtt. Hann lat Kyrjastein byggja í Korsør. Kyrjasteinur var 148 brt. og hann kom til Føroya í 1937. Hann var eitt stásiligt, stolt far og væl størri enn tær størstu sluppirnar.
Tað var munur á at koma umborð á Kyrjastein og eina slupp. Eg sá bara eina ferð sjógv kom upp um svínaryggin á Kyrjasteini. So turr var hon.
Vit fóru til Íslands við snøri og komu yvir á Meðallandsbuktina, har tað er sandur innanfyri. Hetta gjørdi, at sjógvurin gjørdist so hvítur inn móti landi. Hetta hevði pápabeiggi mín Johan fortalt mær. Tað var eisini ringt at síggja land har á leiðini.
Eg fekk meg rættiliga royndan eina ferð eg hevði róðurtørn fyrsta túrin eg var við. Eg sá, at sjógvurin verður so hvítur frammanfyri skipið. Tá kom mær í hugað tað, sum pápabeiggi mín hevði fortalt mær.
Grækaris Hansen úr Norðragøtu hevði vakt sum bestimaður. Men beint tá spældi hann kort frammi í lugarinum. Her mátti okkurt gerast í skjótheit. Eg tók so og koyrdi róðrið í borðið. Skipið gekk einar 7-8 míl, og tað var eitt grúiligt larmiterilsi av sjógvi, sum kom inn á svínaryggin, tá ið skipið vendi. Tá eg hevði fingið Kyrjastein uppí vindin breyt einar 100 metrar aftaná reyvina á skipinum.
Um eg bíðaði, so stóð hon uppi á landi. Tað hevði ikki verið gott úrslit. Men hetta mátti dyljast. Hendrik, skiparin, kom upp og spurdi, hvat tað var. Eg segði, at vit vóru við at fara uppá land.
Eg segði, at hetta gjørdi eg uppá egnu ábyrgd. Ja, tað var deiligt, segði Hendrik. Men hetta mátti ikki sigast fyri reiðaran Jákupi Haraldsen!
Fyrstu tvey árini vóru vit við gørnum á suðurlandinum. Hetta var gott lív í mun til snørisveiðuna.
Vit høvdu so góðan fisk við Kyrjasteini. Vit gjørdu okkum ómak at trýsta blóðið úr rygginum, tá ið fiskurin varð flaktur, og hetta sást eisini aftur í góðskuni.
Niður á bóndagarð
Í 1938 fór eg niður á ein bóndagarð. Jógvan, fosturbeiggin, og eg ornaðu fyri, at vit skulu fara niður ein bóndagarð á Lollandi at læra okkurt innan landbúnað. Har var eg einar átta mánaðir. Tað var ikki so galið. Man lærdi at pløga og tílíkt.
Eg kom heim aftur og fór umborð aftur á Kyrjastein.
Kyrjasteinur var eisini árini fram til 1940 á sildaveiðu undir Íslandi við nót. Hetta gekk eisini væl. Tað eina summarið forvann eg kr. 4.000, sum var nógv tá. Tað kravdist minni av fólki til hesa veiðu enn til aðra veiðu. Men Jákup Haraldsen syrgdi kortini fyri, at teir menn, sum ikki sluppu við á sildaveiðu, kortini ikki vóru við sviðið. Teir skuldu fáa somu inntøku sum við Kyrjasteini.
Nógv sild og nógvur matur
Tá eg var so frægur fór eg at røkta sildagørn. Tá var ofta so nógv sild at fáa á Funningsfirði.
Í 1941 fór eg at arbeiða sild saman við Jákup Kjeld, sum átti snerpinót og hevði sild standandi í lási. Klaksvíkingar plagdu at koma at keypa sildina til agn.
Tá varð nokk so nógv gjørt av at salta sild. Vit fingu 60 tunnur eitt summar. Vit saltaðu sildina í gjónni í Elduvík.
Sild var eisini góður matur. Vit høvdu sildatunnu í kjallaranum. Vit speigaðu sildina, og hon var eisini góð til døgurðamat saman við eplum.
Onkuntíð var eisini grind í Funningsfirði, og vit høvdu eisini grindatunnu í kjallaranum og kanska nøkur krov í hjallinum.
Tað var so nógv hýsa at fáa á Funningsfirði. So vit settu ofta línu, og hetta var eisini eitt gott ískoyti. Hýsan varð hongd upp at ræsa og turka. Hetta var serliga um adventini. Vit kundu fáa upp til 1.000 fiskar á línuni. Tað kundi vera nokk so fitt av hvítingi uppi í.
Bátin, vit brúktu, hevði Sjúrður vunnið á lutaseðli fyri sjúkrakassan í Oyndarfirði. Hann keypti páhangara, og var hetta ein góður lætti.
Eg plagdi eisini at ísa hýsu við kava í tunnu. Tá kundi hon halda sær leingi feska, og vit kundu hava hana til døgurða.
Eisini fingu vit toskarhøvd frá Kjølbro. Tá ið uppløga var hjá okkum vóru boð send til Klaksvíkar eftir toskarhøvdum, og tað lá væl fyri at fáa tey flutt til Elduvíkar við Pride.
Fór at arbeiða telefon
Fyrsta telefonstøðin í Elduvík var hjá abba mínum Antines á Dunganum. Eg kom at arbeiða telefon við linjuarbeiði fyrst í 40-unum. Fyrstu tíðina var tað saman við pápabeiggjanum, Johan. Treytirnar vóru góðar. Um farið var út um bøgarðarnar, so fekst løn fyri dagin. Tað munaði so væl i húsarhaldinum.
Tað vóru nógvar minniligar ferðir. Eg minnist eina ferð eg fór til Gjáar, har Sofus Debes hevði telefonina. Har var okkurt ólag komið á. Tað var so langt at ganga. Eg bleiv førdur frá Nesinum yvir í Forna, so var gingið restina av vegnum. Hesin feilurin hevði verið á støðini í Elduvík stutt frammanundan, so eg visti hvussu hetta skuldi greiðast. Tað var ein kontrafjøður inni í einum kasti. Eg kom so til Gjáar og fór inn. Eg fekk mær reiðskap úr taskuni, skrúvaði skjótt saman aftur, og tá ringdi aftur. Tá segði Sofus, hann plagdi at vera so stuttligur. “Tú er tann besti installatørur, sum hevur verið inni hjá mær.” Og so kom tjógvið á borðið! Annars hevði mamma tænt har, so vit kendust væl.
Tað var ofta, at eg mátti ganga frá Elduvík til Funningsfjørð og so til Funnings. Tað sama var tá ið farast skuldi til Fuglafjarðar. Tá skuldi farast um upp Skarðið og hyggjast skuldi at linjunum allan vegin til Fuglafjarðar. Hetta var serliga stríggið, tá ið kavi var. Serliga líðin var trupul at koma ígjøgnum. Tá kundi loypa viðhvørt. Men eina ferð varð eg kløkkur av gróti, ið leyp í líðini. Eg kom úr Oyndarfirði og kom framvið skarið við Kelduna Vígda. Tá leyp grót bæði frammanfyri og aftanfyri, so eg stóð mitt í lopinum.
Dóttir mín Sigrid var við mær. Tað var ein av fáu ferðunum eg havi verið kløkkur í líðini, og ofta havi eg gingið tann vegin.
Eina aðru ferð kundi verið galin endi. Tað var hált í líðini, og eg fór á glið. Tað eydnaðist mær at fáa stýrt ímóti einum steini, har eg steðgaði. Hevði tað ikki eydnast hevði eg farið beint útav.
Ein troyggja um vikuna var fyri matin
Tað vóru fýra bøndur í Elduvík. 32 merkur hoyrdu til bygdina. Vit áttu sjálvi eina hálva mørk. So vit høvdu nóg mikið av kjøti. Ullin varð gjørd til skipstroyggjur. Eg fór klokkan seks um morgnarnar upp at spinna. Konan mín bant. Fekk mann eina troyggju um vikuna, so var tað fyri matin. Hetta var ein góð hjálp til húsarhaldið.
Vit áttu einar 20 seyðir, so kjøt var eisini nóg mikið av.
Kúgv var eisini í kjallaranum. Vit høvdu hálva kúgv at byrja við saman við Dánjal Jákup Garðshorn. Men so fekk eg mær gerði. Tá kundi eg fáa eina heila kúgv og ungneyt eisini. Men so fór hetta alt, og nú er eingin kúgv í Elduvík.
Vit høvdu eitt stórt loft, sum ikki var innrættað. Her lá væl fyri at goyma epli. Fólk komu at biðja um at leggja seteplini á loftið. Fjalir vóru nýttar sum skilarúm fyri at halda skil á, hvør ið átti hvørji epli.
Minur í Elduvík
Sum í nógvum bygdum merktist seinni heimsbardagi í Elduvík við minum. Tað komu tvær minur uppá land í Elduvík. Onnur kom beint niðanfyri húsini hjá okkum, umleið 50 metur frá húsinum. Minan brast, og syllin fór útav grundini og fór í helvt. Tað vóru fáir rútar eftir í øllum húsinum. Kaminan brotnaði og takið oyðilegðist. Ikki fekk eg nógv endurgjald, tað blivu 60 krónur. Eg haldi ikki tað var fyri glasið.
Tíbetur var eingin inni. Vit vóru í Funningsfirði tá. Bresturin var so hvøllur, at hann hoyrdist væl inn hagar. Tað hevði ikki verið gott at verið inni.
Eina náttina, tá vit vóru í einum húsum hagar vit vóru rýmd fyri minum, tá var ein heilt stórur steinur komin oman av fjallinum, og hann var steðgaður uppi á bakkanum omanfyri hetta húsið. Tá restaði ikki nógv í. Hevði hann komið eitt vet longur kom hann beint gjøgnum húsið.
Fiskaturking og útróður
Sum fyrr nevnt var fitt av fiskaarbeiði í Elduvík. Tað kom fiskur higar at verða turkaður. Tað var Jákup Garðshorn sum tók ímóti fiski frá Kjølbro. Tá var í hvussu er meira sól um summarið enn tað er nú. Kvikk, ein motorbátur, plagdi at koma við fiskinum. Fiskurin var fyrst vaskaður og so turkaður. Kom brim máttu vit koyra stakkarnar inn í kjallaran hjá okkum. Tá ið tað kyrraði máttu fiskurin berast oman aftur í fjøruna.
Jákup Haraldsen plagdi eisini at senda fisk til Elduvíkar at turka.
Ein motorbátur hevur hoyrt til í Elduvík, og var hetta Árnasker. Tá var ætlanin at fara at salta fisk í íshúsinum í bygdini. Men nú vóru aðrar tíðir. Teir komu úr Havn at sýna húsið, men teir góðkendu tað ikki. So fall hetta fyri bakka.
Tað hava her verið upp til 3 bátar, sum egndu í Funningsfirði. Men alt var so tvørligt, so bátarnir vórðu seldir.
Mangt løgið hevur verið. Ein ferð, tað var áðrenn mína tíð, funnu teir ein bát úti á havinum. Abbi brúkti hann sum lossibát. Hetta var eitt áttamannafar, og hann stóð í støðni í Elduvík. Tað var eingin, sum segði seg at eiga hann. Men ein dagin um summarið í fínasta veðri, tá bleiv báturin burtur. Hann kom ongantíð aftur.
Vit fingu tveir dreingir og eina gentu. Amalier, Henry og Sigrid. Amalier doyði fyrr í ár. Níggju eru abbabørnini.
Dóttirin Sigrid sigur, at pápin altíð hevur verið í parti við tey, sum ikki vóru væl fyri. Men hann hevur jú roynt tað sjálvur!
Tað var hugnaligt at fáa hetta prátið við Alfred, sum kundi geva sítt íkast til søguna hjá føroyingum. Hann er eitt av teimum ja-ligu menniskjunum, sum ger alt so nógv lættari. Lívið var ikki bert ein dansur á rósum, men kortini kom væl burtur úr.
----
Komandi partur
Í komandi Miðviku verður frásøgn frá Fíu Davidsen, mest kend úr Mykinesi