Í dag, fríggjadagin 30. mars, verður Alfred Olsen, løgtingsmaður, búsitandi í Saltnesi 60 ár. Dagurin verður hildin á Svangaskarði.
Alfred er toftamaður. Hann er uppvaksin uppi á Regni. Mamman er Hilda fødd Hansen og ættað úr Túni á Toftum. Hon verður 90 í summar, og hon býr framvegis uppi á Regni. Pápin var Jens Christian Olsen uppi á Regni á Toftum, sum var løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, inntil hann doyði 20. november 1963. Tá hevði hann eina viku frammanundan fylt 62 ár.
Talan gjørdist um rættuliga stóran barnaflokk burturúr teimum báðum giftunum. Hálvsystkini hjá Alfredi eru Jacob (1928), Jógvan Ingvard (1930), Nickolaj (1932), Torborg (1934) og Helena (1936). Helena býr í Havnini, og øll hini búgva á Toftum. Í seinnu giftuni vóru børnini Ruth (1940) á Argjum, Diana (1943-1944), Diana (1944) á Toftum, Alfred (1947) í Saltnesi, Jonny (1949) á Argjum, Johannes (1951) í Saltnesi og Annika (1956) á Toftum.
Alfred var blaðungur, tá ið hann fór til skips við bróðrinum Jógvani Ingvard, sum førdi Jógvan Norði. Alfred var sjómaður frá 1962 og fimm tey næstu árini. Í 1968 róði hann út í Ravnoynni við Páll uppi á Regni á Toftum. So fór Alfred á handilsskúla í Fuglafirði, meðan hann arbeiddi í turkihúsinum hjá D. P. Højgaard í Oyrum. 1969-1970 var Alfred í Keypmannahavn, har hann gekk í handilsskúla á Julius Thomsens plads.
Tá ið Alfred kom aftur til Føroya, hevði Sjóvinnubankin stutt frammanundan latið deild upp í Runavík. Ditlev Róin var deildarleiðari, og Alfred var fyrsti lærlingurin í deildini, sum helt til í húsunum, sum tá stóðu, har kommunuskrivstovan nú er.
Fyrsta mai í 1977 gjørdist Alfred skrivari hjá Nes kommunu, og í tí starvinum er hann framvegis. Síðani hann varð valdur á ting, hevur skrivarastarvið verið hálv tíð. Í 1996-1998 var Alfred í Keypmannahavn, har hann leyk forvaltningsdiplom í almennari umsiting.
Eftir at Jógvan Ingvard Olsen í 1998 hevði boðað frá, at hann ikki fór at taka av tilboðnum um at verða upp aftur stillaður til løgtingsvalið, gjørdu sambandsveljararnir á Toftum av at fáa Alfred upp á listan. Alfred varð valdur á ting í 1998 og aftur í 2002 og í 2004.
Alfred er giftur Marjon, sum er ættað úr Søldarfirði. Foreldur hennara eru Noomi og Jóhannes Solmunde. Maja og Alfred eiga hugnaligt heim í Saltnesi, og tey eiga fýra børn: Jens (1969), Jóhannus (1974), Jákup (1979) og Hilda (1982). Hilda er í Keypmannahavn, og dreingirnir búgva allir á Toftum. Alfred eigur fimm abbadøtrar.
Í frítíðini fæst Alfred, sum er sera vinsælur og fyrikomandi, við seyð og rabarbur, og hann hevur fyri nøkrum mánaðum síðani keypt Gráasteinshúsini í Saltnesi, sum hann er farin undir at seta í stand. Alfred er aktivur í Bláa Krossi og heimamissiónini, har hann ofta talar á møtum.
Føðingardagurin verður hildin á Svangaskarði klokkan 19 í kvøld.
J