Fótbóltur Fótbóltur kom fyrr á breddan í Føroyum, enn í Eysturríki. Í 1892 varð Tvøroyrar Bóltfelag stovnað, tvey ár seinni varð fyrsta fótbóltsfelagið í Eysturríki, First Vienna Football Club stovnað [...] stig í dystinum, so slapp Algeria víðari í kappingini. Og so.....1990 Nú kom ein lítil niðurtúrur, men í 1990 hevði Eysturríki aftur vunnið sær sætið í HM-endaspælinum, sum hesaferð var hildið í Italia [...] um at vinna sær sætið í EM-endaspælinum í Svøríki, sum skuldi haldast í 1992. Fá í Eysturríki høvdu hoyrt navnið “Landskrona” áður, tíansheldur navnið á fyrsta mótstøðuliðnum í tí nýggju EM-undankappingini:
oktober í 1946 í Havn. Foreldrini vóru Esther Mørk, ættað úr Sandvík, og Einar Mikkelsen úr Vági. Saman við systkjum sínum vaks Torgerð upp á Kykslið í Vági. Tá í tíðini var nógv fiskaarbeiði í Vági, og [...] ið. Í húsunum á Marknoyri hevði Torgerð kiosk. Hon fór eisini undir annað handilsvirksemi, og hon lat í sjeytiárunum upp grillbarr í Vági, og var hetta møguliga tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. Síðst [...] suðuroyingar gingu í land av Smyrli á bryggjuni í Havn, Torgerð við barni í føvninginum, vórðu egg blakað eftir mótmælisgonguni. Torgerð var virkin í Vágs Sjónleikarafelag. Umframt at vera í nevndini, var hon
smoltið kemur suður í morgin. Í alikørunum í Hvalba skulu smoltini ganga í eina tíð, men tá ið tey eru størri, verður helvtin av teimum flutt yvir í hitt karið, so at smoltið er í báðum kørunum. Smoltini [...] brúka í toskaalingini í Hvalba. Hetta er tøkni, sum er roynd í laksaaling við góðum úrsliti. Men tað er ikki roynt í toskaaling fyrr, so talan er um rættiliga spennandi royndir, tey farin í holt við í Hvalba [...] komu við tangabili, suður við Smyrli í morgun og vórðu slept í annað av teimum báðum stóru alikørunum, sum Faroe Cod Farm hevur sett upp í Nesi í Hvalba. Hetta hendir í dag, sum ein annan dag. Eftir ætlan
máttu heim. Í EM-endaumfarinum í Sveis og Eysturríki í summar lá tað aftur í kortunum, at Kekkia aftur fór at fáa eina góða endastøðu í einum EM-endapæli. Men í avgerandi dystinum ímóti Turkalandi í innleiðandi [...] gløggasta venjaran í Evropa. Var áleypari Karel Brückner er føddur 13. november 1939 í Olmouc í tí, sum tá nevndist Kekkoslovakia. Sum seks ára gamal byrjaði hann at spæla fótbólt í felagnum, Spartak MZ [...] byrjaði sum venjari hjá Sigma Olomouc í 1973. Felagið hevði tá sæti í 3. deild. Seint, men spakuliga gekk rætta vegin fyri Sigma. Í 1977 høvdu teir vunnið sær sæti í næstbestu, kekkoslovakisku fótbóltsdeildini
næstumonnum hansara í íløgufelagnum Baugi, hevur steðgað øllum ætlanum hjá fyritøkuni um at víðka sítt virksemið í Bretlandi. Baugur hevur annars keypt handlar í stórum tali í Bretlandi eins og í Skandinavia. [...] handilin upp í Reykjavík í 1989. Tað var Bónus-handilin, teir stovnaðu, og eftir bert trimum árum høvdu teir Bónus-handlar um alt Ísland, og tað gekk heldur ikki long tíð, til teir høvdu Bónus í Føroyum og keyptu [...] ognir víða um í Evropa, serliga Skandinavia og í Bretlandi. Hevði samtøkan við Baugi sum høvuðseigara keypt Somerset, sum hevur høvuðssæti í Bristol, hevði Baugur verið fimtstørsta handilsketa í Bretlandi
Margith, f.Sørensen í 1925, ættað úr Porkeri. Kirstin og Óli giftust í 1981. Síðan tá hava tey búð í góða, hugnaliga og sera gestablíða heimi sínum í Gríms Kambansgøtu í Havn. Børnini eru fýra í tali. Tey eru [...] august 1943 í Kalundborg í Norðursælandi í Danmørk, har foreldruni hjá honum búðu undir krígnum. Faðir hansara, Vilhelm, f.1915, er ættaður úr Norðragøtu, har hann hevði verið bóndi í mong ár. Í dag býr hann [...] búsetandi í Havn. Tá ið Óli skuldi byrja í fólkaskúla, flutti familjan til Føroya og búsettist í Tjørnustovu í Norðragøtu. Tíðliga vísti tað seg, at Óli hevði áhuga fyri øllum tí, sum fyrifórst í samfelagnum
sigur, at gongdin í svartkjaftinum hevur verið dramatisk seinastu trý árini, har føroyska heildarkvotan er minkað úr 500.000 tonsum í 2006 niður í 140.000 tons í 2009. Størri virði Í síni ráðgeving upp [...] til 3.000 tons í part av svartkjafti. Hetta er felagskvota upp á tilsamans 20.000 tons. Skipini, sum higartil hava fingið lut í svartkjaftakvotuni, eru tey seks nótaskipini, sum eru í vinnu í løtuni og Næraberg [...] fyri 2009, mælti Felagið Nótaskip til, at flotin í Barentshavinum, nótaflotin og Havsbrún í felag bóru stóra niðurskurðin í kvotuni. - Vit vildu, at vit í hesum samráðingum við Rusland tóku stríðið upp um
til EM í Fraklandi í 1984, og tá vit komu í bólk saman við Føroyum í undankappingini til EM í Svøríki í 1992, segði Michael Laudrup við Politiken í síðstu viku. Tá Føroyar og Danmark hittust í omanfyri [...] Í øllum rúsinum í danska fjølmiðlaheiminum um bankakanningina stakk ein fótbóltssøga seg upp í millum forsíðusøgurnar í dagblaðnum BT ein dagin í síðstu viku. Annað av stóru fyrraparts bløðunum í Danmark [...] ng var úrslitið í Parkini í Keypmannahavn 10. oktobur í 1990 4-1, og Michael Laudrup skoraði tvey mál og var nógv besti danski spælarin. Tá liðini møttust í Landskrona 25. septembur í 1991, vann Danmark
starvi har í 2003. Á vári í ár eydnaðist kortini aftur at fáa samstarv í lag um at fáaføroyingar til arbeiðis í Noregi. Hetta var í sambandi við ta stóru gass-verkætlanina hjá Statoil uppi í Norðurnoregi, á [...] samstarv í lag við Aker Maritime í Noregi, og frá 1998 til 2002 vóru regluliga millum 10 og 15 mans í starvi í oljuvinnuni har. Vegna minni eftirspurning eftir arbeiðsfólki var onki fólk hjá PAM í starvi [...] alt Sum nevnt hevur OILWIND í Miðvági eisini havt fleiri mans arbeiðandi í Noregi. Hesa seinastu tíðina hava teir verið 17 í tali, men í løtuni eru teir allir komnir heim í jólafrí. Eftir jólafrítíðina
vitjað í Noregi, Russlandi, Estlandi og Baskaralandi. Harumframt var hann virkin í bjargingarfelagnum í Kollafirði og partur av landsfelagnum fyri bjargingarfeløg. Hann var við til at byrja Kiwanis í í Føroyum [...] Búnaðarstovan í dag húsast. Í landbúnaðarnevndini var Øssur við í millumtinganevndini, sum gjørdi uppskot um nýggja landbúnaðarlóggávu. Eftir gomlu lógini kundu einans menn taka við einum festi. Í nýggju lógini [...] ið í Kollafirði. Hann gjørdi nógv, serliga fyri trivnaðin hjá bæði eldri og ungum. Í 1967 tók Øssur stig til at endurstovna ítróttarfelagið KÍF og helt soleiðis ungdóminum í Kollafirði til, bæði í hondbólti