Fótboltur
Í heimlandinum Kekkia hevur núverandi eysturríkski landsliðsvenjarin, Karel Brückner eyðknevnið “Kleki Petra”. Kleki Petra er høvuðspersónurin í einari skaldsøgu um ein indianaraættarbólk í Norður-Amerika. Við síni krókutu nøs, og sínum langa, síða gráa hárið er Karel Brückner rættuliga átøkur Kleki Petra. Men hóast heldur villa hárið, so er talan um ein hin gløggasta venjaran í Evropa.
Var áleypari
Karel Brückner er føddur 13. november 1939 í Olmouc í tí, sum tá nevndist Kekkoslovakia. Sum seks ára gamal byrjaði hann at spæla fótbólt í felagnum, Spartak MZ Olomouc. Brückner spældi barna- og ungdómsfótbólt við Spartak MZ Olomouc til hann var 18 ára gamal. Vaksnamanna-yrkisleiðina byrjaði Brückner við felagnum, TJ MZ Olomouc, árini 1958-1965. Kappingarárið 1965-1966 spældi hann við Banik Ostrava. Árini 1966-1973 spældi hann við Sigma Olomouc, sum kom at gerast yndisfelag hansara. Nógv av hesum kappingarárunum spældi Brückner í næstbestu og í triðjubestu kekkoslovakisku fótbóltsdeildini. Men sannleikin um stórar venjarar hevur mangan verið, at teir ikki altíð vóru millum teir allarmætastu fótbóltsspælarnar.
Byrjaði í 1973
Brückner byrjaði sum venjari hjá Sigma Olomouc í 1973. Felagið hevði tá sæti í 3. deild. Seint, men spakuliga gekk rætta vegin fyri Sigma. Í 1977 høvdu teir vunnið sær sæti í næstbestu, kekkoslovakisku fótbóltsdeildini. Aftaná seks ár, sum venjari hjá Sigma, varð tíðin búgvin at royna aðrar leiðir hjá Brückner. Í tvey ár vandi Brückner eitt 2. deildarlið, sum nevnist Zelezarny Prostejov. Àrini 1981-1983 slapp Brückner loksins at royna seg sum venjari í bestu kekkoslovakisku fótbóltsdeildini. Við liðnum Zbrojovka Brno eydnaðist tað Brückner at gerast nr. 11 í bestu fótbóltsdeildini, kappingarárið 1981-1982. Í 1983 byrjaði Brückner sítt næsta tíðarskeið í Sigma Olomouc. Nú var felagið í bestu fótbóltsdeildini, og tað gekk heilt væl hjá hópinum. Fyrsta árið gjørdist teir nr. 6, og árið eftir nr. 4, so felagið kvalifiseraði seg til UEFA-Cup kappingina. Men kappingarárið 1986-1987 gekk av skriðuni. Sigma gjørdist nr. 14 í liguni, og Brückner segði starvið frá sær.
U-21 landsliðið í eitt ár
Ì 1987 og 1988 slapp Brückner at royna seg, sum landsliðsvenjari. Kekkoslovakiska fótbóltssambandið setti hann sum U-21 landsliðsvenjara, men talan gjørdist bar um eitt ár. Í 1988 vendi Brückner aftur til felagsfótbólt. Í 1988-1989 vandi hann 2. deildarliðið, ZVL Zilina. Men Sigma Olomouc dróg aftur, og hesaferð gekk betri enn nakrantíð í Sigma. Brückner førdi Sigma til eitt 3. pláss í liguni, og enn einaferð sluppu teir at royna seg í UEFA Cup kappingini. Ì UEFA Cup kappingini 1991-1992 vann Sigma seg heilt í fjórðingsfinaluna, sum gjørdist endastøðin. Fjórðingsfinalan var ímóti spanska fótbóltsrisanum, Real Madrid. Næsta kappingarár gjørdist Sigma aftur nr. 3, og endurvann sætið í UEFA Cup kappingini. Í 1994-1995 hevði Brückner eitt stutt tíðarskeið, sum venjari hjá FC Petra Drnovice. Kappingarárið 1995-1996 royndi Brückner seg í slovakisku liguni, har hann vandi slovakiska høvuðsstaðarfelagið, Inter Bratislava. Í 1997-1998 vandi hann á fjórða sinni sítt elskaða felag, Sigma Olomouc.
Landsliðini koma á breddan
Í 1997 byrjaði eisini tann veruliga yrkisleiðin, sum kekkiskur landsliðsvenjari. Karel Brückner hevur havt tríggjar leiklutir, sum kekkiskur landsliðsvenjari. Árini 1997-2001 hevði hann ábyrgdina av kekkiska U-21 landsliðnum. Árini 1998-2001 var hann hjálparvenjari hjá kekkiska A-landsliðnum, og árini 2001-2008 var hann høvuðsvenjari hjá kekkiska A-landsliðnum. Kekkia spældi seg til EM-endaspælið í 2000, sum var hildið í Belgia og Hollandi. Kekkia var í bólki saman við Fraklandi, Hollandi og Danmark. Fraklendingar og hollendingar gjørdist ov sterkir, og Kekkia endaði á 3. plássi í innleiðandi bólkaspælinum, og máttu teir siga farvæl til EM saman við Danmark. Á heystið í 2001, tá tað stóð greitt, at Kekkia ikki rakk HM-endaspælinum í Suður-Korea og Japan fekk Brückner høvuðsábyrgdina av kekkiska A-landsliðnum. Kekkia spældi seg til EM-endaspælið í Portugal í 2004. Liðið var millum favorittarnar at vinna EM. Fólk minnast við serligari gleði dystin ímóti Hollandi, sum Kekkia vann 3-2, hóast Holland var frammanfyri 2-0. Táverandi hollendski landsliðsvenjarin, Dick Advocaat viðgekk, at hann var taktiskt útspældur av gamla kekkiska revinum, Karel Brückner. Men í hálvfinaluni rendi Kekkia seg í verjubetonmúrin hjá grikkum, sum sigraðu 1-0. Brückner førdi Kekkia til HM-endaspælið í Týsklandi í 2006. Tað byrjaði væl við einum 3-0 sigri á USA, men so taptu kekkar 0-2 ímóti bæði Ghana og Italia, og kekkar máttu heim. Í EM-endaumfarinum í Sveis og Eysturríki í summar lá tað aftur í kortunum, at Kekkia aftur fór at fáa eina góða endastøðu í einum EM-endapæli. Men í avgerandi dystinum ímóti Turkalandi í innleiðandi bólkaspælinum gjørdi kekkiski málverjin, Petr Cech eitt dropp, sum sjáldan er sæð í fótbólti fyrr, og endin var, at Kekkia tapti 3-2. Karel Brückner kundi tó lyfta høvdið høgt. Hann hevði ført Kekkia heilt fram á 2. plássið á FIFA-styrkislistanum. Kekkia var nr. 8 á styrkislistanum, tá Brückner slepti endanum. Nú venur Karel Brückner Eysturríki, sum er nr. 82 á FIFA styrkislistanum. Tað hevur gingið væl og illa hjá Brückner, sum eysturríkskur landsliðsvenjari. Eysturríki vann ein flottan 3-1 sigur á Fraklandi á Ernst Happel Leikvøllinum í Wien, men 4 dagar seinni taptu teir 0-2 ímóti Litava í Vilnius. Karel Brückner og Eysturríki møta nú Føroyum, sum eru nr. 198 á FIFA-styrkislistanum. So er at vóna, at tey 116 plássini, sum eru millum okkara landslið ikki fara at síggjast ov nógv á vøllinum.










