EHF veksur um talið av liðum í Champions League

Skipanin við tveimum stórum innleiðandi bólkum verður slept

Mynd: Ritzau Scanpix

Í verandi líki kappast 16 lið í Champions League í hondbólti hjá monnum.

 

Hetta ætlar evropeiska hondbóltssambandið, EHF at broyta. Framyvir vera tað 24 lið, ið koma at kappast í Champions League.

 

Tað verður ikki talan um tveir innleiðandi bólkar við átta liðum. Framyvir verður talan um seks bólkar við fýra liðum. Tvey tey ovastu í hvørjum bólki vinna seg víðari til eitt millumumfar, meðan tvey tey niðastu í hvørjum bólki kappast víðari í EHF European League.

 

EHF ætlar eisini at droppa undankappingardystir til Champions League bólkaspælið.

 

EHF-forsetin, Michael Wiederer sigur sambært danska TV2, at ætlanin er eisini at broyta kappingarleistin hjá kvinnunum. Fyribils heldur FINAL FOUR vikuskiftið fram í týska býnum, Köln tey komandi árini.  

 

Í løtuni kappast tríggir føroyskir landsliðsleikarar í Champions League. Óli Mittún hjá GOG, Hákun West av Teigum hjá Füchse Berlin, og Pernille Brandenborg hjá Storhamar. 

 

Við 24 liðum í Champions League eru sannlíkindini fyri, at fleiri føroyingar fara at kappast í Champions League eisini størri. 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix