Finnbogi Ísakson
Eftir at 5 leiðandi fólk í íslendsku fyritøkuni Baugur eru ákærd fyri fíggjarsvik og annað, hevur felagið fyribils slept ætlanini at keypa fleiri handlar í Bretlandi. Ríkasti maður í Íslandi sigur seg einki hava við Baug og leiðararnar har at gera
Líkt er til, at ákæran um skattavik og fíggjarsvik, sum íslendski ríkisákærin fer at reisa móti Jón Asgeir Jóhannesson og fýra av næstumonnum hansara í íløgufelagnum Baugi, hevur steðgað øllum ætlanum hjá fyritøkuni um at víðka sítt virksemið í Bretlandi.
Baugur hevur annars keypt handlar í stórum tali í Bretlandi eins og í Skandinavia.
Ætlanin hevur verið, at ein samtøka, har Baugur var høvuðseigari, skuldi keypa Somerset, sum er fimtstørsta handilsfyritøka í Bretlandi. Politikanningin av Baugi hevur ført við sær, at henda ætlanin fyribils er slept, sigur bretska útvarpið BBC. Jón Asgeir hevur avnoktað allar skuldsetingarnar, og nevndin í Baugi styðjar hann fult út. Men Baugur hevur kortini gjørt av at útseta allar stórar handlar, til málið um fíggjarsvik er avgreitt. Málið kemur væntandi fyri rættin seinni í ár.
Tilsamans fer ríkisákærin at ákæra Jón Asgeir og fýra onnur fólk fyri svik í 40 førum. Jón Asgeir sigur, at skuldsetingarnar eru politiskar. Men málið hevur so havt ta avleiðing, at fyribils minkar Baugur ferðina, tá talan er um at keypa handlar í Bretlandi.
Síðani 1998 hevur Baugur keypt 45 handlar har, m.a. gimsteinaketuna Goldschmidt og klædnahandilin Hamleyss í London.
Menti seg skjótt
Jón Asgeir segði við Sunday Times, at Baugur fer ongan stórhandil at gera fyribils, men at felagið framvegis hyggur at smáum fyritøkum. Tær fyritøkur, sum Baugur eigur í Bretlandi, fara at halda fram sum higartil, sigur Jón Asgeir.
Samtøkan, sum ætlaði at keypa Somerset, skuldi í sama viðfangi keypa íløgufelagið Barcleys Capital. Baugur selur nú tey 5%, sum felagið eigur í Somerset, og hinir, sum vóru við í samtøkuni, halda fram við samráðingunum.
Nevndarformaðurin í Baugi hevur sagt, at hóast tey ákærdu nokta seg sek, er klókast at lata vera við at gera nakran stórhandil aftrat, til sakarmálið er liðugt. Talan hevur verið um at keypa Somerset fyri einar 15 mia.kr.
Tað hevur annars gingið óvanliga skjótt at menna Baug, síðan Jón Asgeir Jóhannesson og pápi hansara Jóhannes lótu tann fyrsta handilin upp í Reykjavík í 1989. Tað var Bónus-handilin, teir stovnaðu, og eftir bert trimum árum høvdu teir Bónus-handlar um alt Ísland, og tað gekk heldur ikki long tíð, til teir høvdu Bónus í Føroyum og keyptu seg inn í SMS. Herrópið hjá Bónus var, at handlarnir skuldu selja vørur fyri so lágan prís sum yvirhøvur gjørligt.
Navnið Baugur varð til í 1993, tá Bónus og Hagkaup stovnaðu Baug sum felags innkeypsfelag. Í 1998 vórðu Bónus og Hagkaup løgd saman undir navninum Baugur við tí endamáli at stovna størstu smáhandilsketu í Íslandi. Baugur hevur ment seg ótrúliga skjótt síðani og hevur handlar og ognir víða um í Evropa, serliga Skandinavia og í Bretlandi.
Hevði samtøkan við Baugi sum høvuðseigara keypt Somerset, sum hevur høvuðssæti í Bristol, hevði Baugur verið fimtstørsta handilsketa í Bretlandi.
Ríkasti maður í Íslandi
Jón Asgeir Jóhannesson er mest umrøddi maður í samband við Baug, íslendskar íløgur uttanlands og nú eisini í sambandi við ákæruna um fíggjar- og skattasvik. Men hann er ikki ríkasti maður í íslandi.
Tann maðurin eitur þór Bjørgolfsson og er 38 ára gamal. Hann er miljarderur, mált í amerikanskum dollarum. Forbes ger á hvørjum ári eitt yvirlit yvir ríkastu fólk í verðini. Sambært Forbes eigur þórur 1,4 mia. dollarar, sum svarar til 8,8 mia.kr. Hann hevur gjørt íløgur í heilivágsídnaðin, fíggjarsektorin og teleídnaðin. Þórur ger ikki so nógv burtur úr sær sjálvum sum Jón Asgeir, og honum dámar yvirhøvur lítið at koma í vikubløð og aðrar fjølmiðlar. Hann býr í London, tí, sigur hann, tað ber til at fara út í London og ikki verða kendur aftur, men tað ber ikki til í Reykjavík. Har hendir tað javnan, at fólk, hann ikki kennir, steðga honum og biða hann gera íløgur í virkið hjá sær.
Tað var hesin þórur, sum saman við pápanum og einum vimanni flutti eitt gamal bryggjarí til Santa Pætursvorg, har tað gav stórt yvirskot, samstundis sum tey russisku bryggjaríini í býnum fóru á húsagang. Hann sigur orsøkina vera, at ongin russiskur peningur var í teirra fyritøku. Bryggjaríini, sum russarar áttu, gjørdu alt, tey kundu, fyri at jartða hvørtannað. Í 2002 seldu teir hollendska ølvirkinum Heineken bryggjaríið í Santa Pætursborg fyri 400 mió.kr (í okkara peningi).
Nú eigur þórur nógv í fýra teimum størstu børsnoteraðu fyritøkunum í Íslandi. Talan er um Landsbankan, Actavis sum framleiðir heilivág og íløgufeløgini Burdaras og Straum.
Uttanlands hevur hann keypt seg inn í íløgubankan Carnegie og televirki í Kekkia, Finnlandi og Bulgaria.
Þórur sigur, at hann hevur einki við Jón Asgeir at gera. Teir spekulera ikki á somu økjum. Tá onkur keypir Magasin ella Mærsk Air, kemur tað á fyrstu síðu í bløðunum, men um onkur setir miljardir í heilivágsídnaðin, verður tað nóg illa nevnt - og tað dámar honum væl. Heilivágsfyritøkan Actavis er næststørsta fyritøka, sum er skrásett á íslendska partabrævamarknaðinum. Marknaðarvirðið er 10 mia.kr, og þórur Bjørgolfsson eigur 36% av partapeninginum. Actavis hevði 600 mió.kr. í avlopi í fjør áðrenn skatt.
Keldur
BBC 4.7 og 10.7.2005
Berlingske Tidende10.7.2005