Sleppa aldrin at gloyma Landskrona

Fyrsta føroyska fótbóltsfelagið varð stovnað í 1892. Fyrsta eysturríkska fótbóltsfelagið varð stovnað í 1894. Men Eysturríki hevur sanniliga havt glæsilig úrslit í farnum tíðum.

Fótbóltur

 

Fótbóltur kom fyrr á breddan í Føroyum, enn í Eysturríki. Í 1892 varð Tvøroyrar Bóltfelag stovnað, tvey ár seinni varð fyrsta fótbóltsfelagið í Eysturríki, First Vienna Football Club stovnað. Kortini skuldu ganga nærum 100 ár, áðrenn føroyskur og eysturríkskur fótbóltur møttust á fyrsta sinni. Útviklingurin gekk skjótt í Eysturríki. Longu 18. mars í 1904 stovnaðu menn eysturíkska fótbóltssambandið “Østerreicher Fussball Bund”, og skjótt varð borið at. Longu árið eftir gjørdist eysturríkarar limir í altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA. Tá UEFA varð stovnað í 1954 vóru eysturríkarar við frá fyrsta degi.

 

Gott lið í 1930-unum

Tá Hugo Meisl gjørdist landsliðsvenjari - umframt at verða aðalskrivari í eysturríkska fótbóltssambandinum - í 1927 byrjaði tann stóra framgongdin hjá eysturríkska landsliðnum. Árið fyri, í 1926 spældi bóltsnillingurin, Mathias Sindelar sín fyrsta landsdyst fyri Eysturríki. Mathias Sindelar kom at gerast ógvuliga avgerandi fyri framburðin hjá Eysturríki hesi árini. Millum 12. apríl í 1931 og fram til 7. desember í 1933 tapti Eysturríki ikki í 14 landsdystum. Millum mest minniligu dystirnar vóru tveir stórsigrar uppá ávikavist 6-0 og 5-0 yvir Týsklandi. “Das Wunderteam” varð hetta eysturríkska liðið nevnt.

Eysturríki spældi seg í HM-endaspælið, sum varð hildið í Italia í 1934. Tá í tíðini varð bert loyvt amatørum at spæla við olympisku fótbóltskappingini, og tí var ikki talan um vanligu manningina. Kortini er hetta úrslitið eisini ein varði í eysturríksku fótbóltssøguni. Men hetta kom at gerast fyribils endastøðin hjá eysturríkska fótbóltslandsliðnum.

Í 1938 varð Eysturríki innlimað í stórtýska ríkið, og eysturíkska landsliðið hvarv. 23. januar í 1939 hendi tað vanlukkuliga, at Mathias Sindelar – sum varð nevndur “Mozart á fótbóltsvøllinum” - og unnusta hansara, Camilla Castagnola vóru funnin deyð í íbúðini hjá Sindelar í Wien.

Enn í dag ræður óvissa um, hvørt Mathias Sindelar tók seg sjálvan av døgum, ella um hann varð eitraður av nasistunum, tí hann bar seg undan at spæla við felags samanlagda týska landsliðnum. Sum eitt spæl fyri gallarínum fekk Mathias Sindelar kortini eina statsliga jarðarferð. Men fyri mangar eysturríkarar eru Mathias Sindelar ein ímynd av einum veruligum eysturríkskum patrioti, sum ikki vildi geva seg undir týskt vald.

 

Bronsa í 1954

Aftaná kríggið mátti Eysturríki brúka sína tíð at koma fyri seg. Tað eydnaðist at stápla eitt slagsterkt landslið uppá beinini, sum spældi seg til HM-endaspælið, sum var hildið í grannalandinum, Sveis í 1954. Her spældi Eysturríki góðan og undirhaldandi fótbólt. Serliga minnilig var fjórðingsfinalan ímóti Sveis, sum Eysturríki vann 7-5. Talan er um málríkasta dyst í nøkrum HM-endaspæli. Men í hálvfinaluni gekk av skriðuni. Eysturríki møtti Týsklandi, og gjørdist talan um ein stórsigur uppá 6-1 til Týskland. Týskland vann HM aftaná ein 3-2 finalusigur á tí legendariska ungarska liðnum. Eysturríkarar tóku seg saman í bronsudystinum, og vunnu teir bronsudystin ímóti Uruguay við einum 3-1 sigri. Millum spælarnar á eysturríkska liðnum var Ernst Happel, sum seinni gjørdist ein venjaralegenda, og tjóðarleikvøllurin í Wien er uppkallaður eftir Happel.

 

 

1978 og 1982

Tað skuldu ganga 20 ár, áðrenn eysturríkarar fingu eitt gott landslið aftur. Eysturríki spældi seg til HM-endaspælið í Argentina í 1978. Millum spælarnar á liðnum var Hans Krankl, sum bert var 7 atkvøður frá at gerast ársins spælari í Evropa í 1978. Enski Kevin Keegan vann tann heiðurin. Eysturríki var í bólki saman við Spania, Svøríki og Brasil. Eysturríki legði hart út við at vinna 2-1 á Spania, og 1-0 á Svøríki. Eysturríki tapti 1-0 ímóti Brasil, men Eysturríki vann kortini innleiðandi bólkin. Ì millumumfarinum byrjaði illa hjá Eysturríki. Teir taptu fyrst 5-1 ímóti Hollandi, og síðani 1-0 ímóti Italia. Men Eysturríki hevði enn nógv at spæla fyri. Síðsti dysturin var ímóti Týsklandi, og var nógv at hevna frá 1934 og 1954. Og tað eydnaðist við einum 3-2 sigri at nokta týskarunum pláss í hálvfinaluni. Hans Krankl skoraði tvær ferðir í hesum dystinum. “Undurið frá Cordoba” nevna eysturríkarar henda minniliga dystin. 4 ár seinni kastaðu eysturríkarar og týskarar allan moral fyri borð, tá teir bara trillaðu bóltin aftur og fram í 81 minuttir. Tá var støðan 1-0 í einum dysti teirra millum í innleiðandi bólkaspælinum, og Eysturríki og Týskland høvdu bæði spælt seg víðari, við støðuni 1-0 til Týskland. Vann Týskland 2-0, ella fekk Eysturríki stig í dystinum, so slapp Algeria víðari í kappingini.

 

Og so.....1990

Nú kom ein lítil niðurtúrur, men í 1990 hevði Eysturríki aftur vunnið sær sætið í HM-endaspælinum, sum hesaferð var hildið í Italia. Eysturríki tapti 1-0 ímóti bæði Italia og Kekkoslovakia í innleiðandi bólkaspælinum, og so bøtti tað lítið, at teir vunnu 2-1 á USA. Hálvan triðja mánað seinni stóðu eysturríkarnir á einum lítlum leikvølli í einum provinsbýi í Skåne í Svøríki. Eysturríkarar mettu seg skulu kappast við danir og jugoslavar um at vinna sær sætið í EM-endaspælinum í Svøríki, sum skuldi haldast í 1992. Fá í Eysturríki høvdu hoyrt navnið “Landskrona” áður, tíansheldur navnið á fyrsta mótstøðuliðnum í tí nýggju EM-undankappingini: “Die Færøer Inseln”. Men ikki ein eysturríkari, sum bara hevur eitt gramm av fótbóltsáhuga hevur nakrantíð gloymt “Landskrona” ella “Die Færøer Inseln”. Tí hesi eru hugtøk standa eisini rist í skiftandi søguni hjá eysturríkska landsliðnum. Og ferð aftaná ferð eru teir mintir á hetta tapið, sum nógvir altjóða fótbóltssøgufrøðingar meta verða størstu sensasjónina í landsliðshøpi.