Svartkjaftur
Fiskimálaráðið hevur fyribils tillutað níggju skipum upp til 3.000 tons í part av svartkjafti. Hetta er felagskvota upp á tilsamans 20.000 tons. Skipini, sum higartil hava fingið lut í svartkjaftakvotuni, eru tey seks nótaskipini, sum eru í vinnu í løtuni og Næraberg, sum fiskar upp á loyvi Atlantic Navigator.
Aftrat hesum hava ídnaðarskipini Saksaberg og Atlantsfarið fingið somu kvotu sum hini sjey skipini.
Mótmælisskriv
Í vikuni hevur Felagið Nótaskip viðgjørt býtið hjá Fiskimálaráðnum.
- Vit hava gjørt av at mótmæla, at Fiskimálaráðið tillutar svartkjaftakvotu til skip, sum ikki eru í bólkinum, ið rekur svartkjaftavinnu.
Felagið vísir á, at Saksaberg og Atlantsfarið eru í bólkinum ídnaðarskip.
- Tey fiska ikki svartkjaft, og tí er tað fyri okkum óskiljandi, at hesi skip fáa tillutað kvotu.
Ein afturvendandi orðadráttur, tá ræður um ídnaðarskipini er, at hesi í 1996 fingu endurgjald úr landskassanum fyri at gevast við ídnaðarveiði í føroyskum sjógvi.
Felagið Nótaskip vísir eisini á hesi viðurskifti í mótmælisskrivinum.
Søgan um ídnaðarskipini er í stuttum, at hesi vórðu “keypt” út úr føroyskum sjógvi, tí mett var, at ov nógvur hýsumurtur var upp í veiðini hjá teimum eftir hvítingsbróðuri.
Selja kvotur
Felagið Nótaskip vísir á, at nú svartkjafturin skal býtast, bendir alt á, at Fiskimálaráðið ætlar at luta svartkjaftakvotu út til øll hesi loyvi – bara tú hevur loyvi knýtt at einum skipi og líkamikið, um skipið kann fiska svartkjaft ella ikki.
- Ein tílík kvota kann bert brúkast til at selja víðari, tí eingin kann gera íløgu í eitt skip, ið er egnað til svartkjaftaveiðu á hesum grundarlagi, sigur felagið sum heldur, at grundsjónarmiðið í fiskivinnupolitikkinum eigur at vera, at eingin kann fáa tillutað kvotu einans við tí endamáli at selja hana víðari.
Felagið Nótaskip sigur, at gongdin í svartkjaftinum hevur verið dramatisk seinastu trý árini, har føroyska heildarkvotan er minkað úr 500.000 tonsum í 2006 niður í 140.000 tons í 2009.
Størri virði
Í síni ráðgeving upp undir samráðingarnar við Rusland um fiskiveiðisáttmála fyri 2009, mælti Felagið Nótaskip til, at flotin í Barentshavinum, nótaflotin og Havsbrún í felag bóru stóra niðurskurðin í kvotuni.
- Vit vildu, at vit í hesum samráðingum við Rusland tóku stríðið upp um at fáa eitt størri virði fyri svartkjaftin, sum verður latin í býti fyri tosk í Barentshavinum.
Felagið heldur, at tíðin var komin til eina tilgongd, har býtisvirðið nærkast marknaðarvirðinum, ið russer selja føroykt veidda svarkjaftin fyri.
- Í býtinum fyri 2009 eru krónur á muni millum býtisprísin og søluprísin, ið russisku trolararnir fáa, sigur felagið.
Men soleiðis skuldi tað ikki ganga hesaferð.
Í posa og sekk
Felagið Nótaskip vísir á, at av teimum 140.000 tonsunum av svartkjafti, sum vit hava at ráða yvir í 2009, vórðu 100.000 tons latin Russlandi.
- Síðan strandalandakvotan varð ásett í 2006, hevur Rusland fingið í miðal ein triðing av kvotuni. Hetta svarar eisini væl til søguligu tølini seinastu 10 árini. Men í 2009 fer Rusland avstað við 70% av føroysku kvotuni, og harumframt fáa russar eisini meira enn helmingin av vøkstrinum í makrelkvotuni.
Alt hetta er gjørt fyri, at vit skulu fáa meira tosk í Barentshavinum, og hetta økir soleiðis um veiðivirðið hjá flakatrolarunum.
- Tað skal vera teimum væl unt, leggur felagið aftrat.
Vánalig útlit
Útlitini hjá nótaskipunum eru ikki góð í verandi støðu.
- Í 2006 og 2007 fiskaðu tey sjey nótaskipini 240.000 tons av svartkjafti hvørt árið, og í fjør fiskaðu tey 180.000 tons.
Felagið vísir á, at í 2007 var svartkjafturin umleið 60% av inntøkugrundarlagnum hjá einum miðal nótaskipi, men í 2009 verða bert nøkur fá túsund tons til hvørt skipið.
- Vit mæla tí landsstýrismanninum í fiskivinnumálum staðiliga til at luta tað sindrið, ið eftir er av svartkjaftakvotuni í 2009, til tey skip, sum hava bygt svartkjaftafiskiskapin upp gjøgnum nógv ár. Hetta eru feløg, ið hava tikið váðan við at byggja ella at keypa stór og dýr skip til hesa vinnu.
Hetta er neyðugt, sigur felagið, um menningin av hesi vinnu, sum hevur kostað nógvan pening og orku at byggja upp, kann halda fram.
- Hetta er eisini neyðugt fyri at tryggja, at arbeiðið við at virðisøkja hetta týdningarmikla tilfeingi hjá Føroyum kann halda fram.
Stórar eindir
Felagið Nótaskip vísir á, at gongdin í pelagisku vinnuni í Norðuratlantshavi seinastu árini hevur verið, at vinnan bæði á sjógvi og landi er savnað í nøkrum fáum stórum eindum, og skulu Føroyar standa seg í hesi kapping í framtíðini, er neyðugt, at føroysku feløgini í uppistjóvarvinnuni hava eitt nøktandi grundarlag at byggja á.
- Skalt tú reka pelagisku vinnuna lønandi er neyðugt við íløgum í stór og dýr skip, og tað krevur eitt rímiliga stórt avlop í rakstrinum, skulu reiðaríini klára at yvirliva og gjalda hesar íløgur aftur.
Í løtuni byggja reiðarí í Felagnum Nótaskipum tvey nýggj pelagisk skip fyri ein kostnað upp á meira enn eina hálva miljard krónur.
- Hesar verkætlanir hava til endamáls at virðisøkja svartkjaftatilfeingið. Tí er okkara inniliga áheitan á landsstýrismannin í fiskivinnumálum - og á alla politisku skipanina annars - at útluta tað, ið er av svartkjafti til skipini í 2009, til skipini hjá reiðaríunum, sum veruliga hava fiskað svartkjaft, sigur Felagið Nótaskip í skrivinum til landsstýrismannin, Jacob Vestergaard.