Vónandi er hetta bara byrjanin til nakað størri

Nú er klárt at koyra toskasmolt í nýggju alistøðina í Hvalba. Ætlanin er at ala toskin í kørum á landi fyri at hava nágreiniliga stýring á alingini og gongst um ætlað, er hetta bara byrjanin til nakað nógv størri


Nú verður aftur eitt nýtt kapittul skrivað í føroyskari vinnulívssøgu.
Og tað verður skrivað í Hvalba.
Nú verður nevniliga skjøtil settur á toskaaling uppi á landi í Hvalba.
Tað hendir, nú sløk 40.000 toskasmolt upp á góð 100 gramm hvørt, komu við tangabili, suður við Smyrli í morgun og vórðu slept í annað av teimum báðum stóru alikørunum, sum Faroe Cod Farm hevur sett upp í Nesi í Hvalba.
Hetta hendir í dag, sum ein annan dag. Eftir ætlan skuldu smoltini koma suður í gjárkvøldið, ella í dag, men smávegis tekniskir trupulleikar hava verið við bilinum, sum skuldi flyta tað suður. Í morgun vóru boðini kortini tey, at viðurskiftini vóru fingin í rættlag og at alt bendi á, at tað fyrsta smoltið kemur suður í morgin.
Í alikørunum í Hvalba skulu smoltini ganga í eina tíð, men tá ið tey eru størri, verður helvtin av teimum flutt yvir í hitt karið, so at smoltið er í báðum kørunum.
Smoltini hava tey fingið av royndarstøðini í Nesvík.
Tað eru felagið Steintór í Hvalba, feløgini Tjaldur, Sparikassagrunnurin og TF-Holding, sum hava sett hetta alibrúkið til tosk á stovn, við norska alifelagið Eco-Farm á odda.
Tað er Eco-Farm, sum hevur ment tað serligu tøknina, sum tey brúka í toskaalingini í Hvalba. Hetta er tøkni, sum er roynd í laksaaling við góðum úrsliti. Men tað er ikki roynt í toskaaling fyrr, so talan er um rættiliga spennandi royndir, tey farin í holt við í Hvalba.
Her skal kortini leggjast afturat, at áður eru toskasmolt sett út í Árnafirði, men tað er í aliringar á sjónum. Tað, sum nú verður farið undir í Hvalba, er fyrstu ferð, at toskur verður aldur á landi.
 
Taka næsta vár
Ætlanin er so at hava smoltini gangandi í kørunum í 12-14 mánaðir, áðrenn teir verða tiknir. Men tá skal helst vera talan um tosk, ið vigar 4 - 4,5 kilo.
- Tá ið toskurin so verður tikin, skuldu vit helst havt eina vøru, ið skarar framúr til dygd. Og vit ætla at selja, har, vit fáa besta prísin, sigur Mikkjal Hammer.
Tí er enn óvist at siga, hvussu og hvar, toskurin skal seljast.
Tí er eisini torført at siga, hvussu prísurin verður. Hinvegin varð norskur alitoskur seldur fyri nakrar og 30 krónur kilo í fjør. Høvuðsmarknaðurin var í londum sum Danmark, Svøríki, Spania og serliga í Fraklandi, har prísurin var bestur.
Men søluna hugsa teir ikki endiliga so nógv um enn.
- Enn hava vit onga vøru, so tað er ómetaliga torført at siga. Men hava vit eina dygdargóða vøru, er onki at ivast í, at hon eisini er góð søluvøra.
Mikkjal Hammer sigur, at fyribils verður avbjóðingin hjá teimum at ala toskin fyri ein prís, sum ger, at lønandi vinna fæst burturúr alingini.
- Fyribils hugsa vit mest um at fáa sjálva alingina at hepnast væl, so kemur alt hitt aftaná.
 
Betri stýring
Mikkjal Hammer sigur at endamálið við hesum er at kunna bjóða keyparum spillfeskan tosk í einari ávísari nøgd og stødd, alt eftir, hvat keyparin vil hava og eisini í eini heilt ávísari dygd.
- Av tí at talan er um aldan fisk, kunnu vit eisini veita so góða leveringstrygd, sum til ber.
Mikkjal Hammer sigur, at tann alingin, sum nú er í Hvalba, er at meta sum ein roynd fyri at vísa, hvussu tað hepnast.
- Hetta er at meta sum ein byrjan upp á nakað, sum helst skuldi vaksið seg til nakað munandi størri, So hepnast hetta væl, er ætlanin at byggja alingina í Hvalba út, so at hon kann koma á eitt støði, har teir taka nøkur túsund tons um árið.
Onnur ala tosk í aliringum á sjónum. Tit hava alingina í stórum kørum á landi. Hvør er fyrimunurin við tykkara máta?
- Tað kann sigast í tveimum orðum: Betri stýring.
- Endamálið við tøknini hjá Eco-Farm, er at ala tosk uttan at brúka heilivág av nøkrum sum helst slagi.
- Við at ala í kørum á landi, ala vit í einum fullkomiliga vardum umhvørvi. Tað merkir, at vit stýra fullkomiliga sjálvi, hvat kemur í kørini og hvat fer úr teimum aftur. Tað veður avgjørt mett at vera ein stórur fyrimunur á marknaðinum, men eisini í royndunum at fyribyrgja sjúkum.
- Tí ala vit í kørum á landi fyri at kunna stýra sjónum, sum fer í karið. Vit stýra eisini hitanum og  luftini í sjónum, einsvæl og vit stýra øllum øðrum viðurskiftum krevjast fyri at geva toskinum og góðar vakstrarmøguleikar sum tilber. 
 
Kunnu samanbera toskin
Smoltini, sum nú eru sett í alikørini í Hvalba, eru í høvuðsheitum klakt úr ynguli av Føroya Banka.
- Toskurin á Føroya Banka hevur einar heilt serligar eginleikar, tí hann veksur væl skjótari enn annar toskur.
- At toskurin veksur skjótt, gevur føroyingum ein heilt serligan kappingarfyrimun framum alarar í øðrum londum, tí alingin verður munandi styttri og sostatt eisini munandi bíligari. 
- Tað er akkurát hetta, sum ger toskaaling í Føroyum serliga spennandi.
Men eitt sindur av smolti, sum skal setast í alikørini í Hvalba, er eisini av landgrunninum.
- Tey bæði sløgini eru frámerkt, tí so fáa vit samanbera vakstrareginleikarnar hjá hesum báðum sløgunum og sostatt fáa vit at síggja sjón fyri søgn, hvussu bankatoskurin  og toskinum av landgrunninum veksa í einum alibrúki, sigur Mikkjal Hammer.
Les eisini greinina: Hvalbingar undrast á politikarar.