beinanvegin at fara í herna móti hesum ræðuleikum. Men missiónin hevði í mong ár verið sera ullint í síni støðu til viðferðina av fólkinum. Hon var rædd fyri at verða avmarkað í sínum missiónsvirksemi [...] seinni í november at halda líknandi fundir. Í mars 1904 verður stovnaður felagsskapurin Congo Reform Association. Í hesum felagsskapi vóru tvær súlur. Onnur var Edmund Morel, eisini ein hetja í hesi søgu [...] Dollan, uttan at hann hevði verið í Congo sum trúboðari 1901-1903. Hetta sæst eisini á hansara gravsteini á gamla kirkjugarði í Havn. Tað hevur tó verið frammi, at hann var við í eini bretskari kanning av
byggitøknigur er møguleiki at lesa víðari til bygningskonstruktør í Danmark (4. og 5. semestur í DK) Møguleiki er at taka 6. og 7. semestur í Føroyum (praktikk og endaligu verkætlanina) Upptøkukrav er miðnámsútbúgving [...] Síðani er útbúgvingin býtt upp í tíðarskeið í skúlanum og tíðarskeið á læruplássinum. Nógvar handaligar útbúgvingar eru at velja ímillum. * El-innleggjari - Tekniski skúlin í Havn og Klaksvík El-innleggjarin [...] ----------- ---------------- (Í ein kassa fyri seg) Matvøruútbúgving - Tekniski skúli í Klaksvík Matvøruútbúgvingin er ein nýggj útbúgving, sum Tekniski skúli bjóðar. Í summar verða fyrstu matvørunæmingarnir
ikki. Vit hava ks í føroyskum, og okkum nýtist tí ikki x. Vit hava eisini s og k í føroyskum, og tí nýtist okkum heldur ikki c í stavsetingini. Men sjálvandi finnast hesir stavir í t.d. fremmandaorðum [...] verða stavað við bókstavum, sum ikki finnast í londunum sjálvum. Men tað gera vit í Føroyum. Av tí, at danskarar skriva t.d. Mexico, vilja summi hava x og c í føroyska stavraðið og føroyska stavseting. [...] Í kronikk fríggjadagin 28. januar í Sosialinum nevndi eg, at Rolf Guttesen tykist vera tíðarvilstur, tí hann hevur ikki fatað, hvør nýmenning er farin fram í føroyskum frálærutilfari seinastu mongu
skuldi síggja út. Í dag ger krakkaveldið fyrst lógina og skipar toppin, og so roknar man út, hvat dryppar til Palliba í hinum endanum Færri og færri lógir koma í tingið í dag, sum hava uppruna í politiskum [...] afturi í tíðini, so hevur Jóannes Eidesgaard rætt í, at nógv skeivt var gjørt í 80’unum, men hann eigur eisini at minnast til, at tað hóast alt vóru nøkur ting í 80’unum, sum rigga betur enn í dag. Eitt [...] rin hevur sín uppruna í krakkaveldinum, sum brúkar Løgtingið sum ekspeditiónskontór. Politikarnir fara í tingið við einum lógaruppskoti, sum krakkaveldið ger, og so byrjar man í toppinum, og brúkar síðani
helst hevur herjað í Føroyum líka síðani fyrsta dagin, tá írsku munkarnir settu búgv fyri 1400 árum síðani, hava vit enn ikki funnið eitt felags navn til heilivágin móti henni. Kanska er í tøkum tíma, at [...] at óneyðuga nógvur heilivágur verður útskrivaður í dag. Hann vísir tó á, at fyrr plagdi tíðin at lekja sálarligu sárini. – Fyrr løgdust fólk í koyggjuna í vikur ella mánaðir. Tey ótu kanska illa nokk; [...] tunglyndi, er talið lutfalsliga hægri í t.d. Danmark, har trettandi hvør tekur heilivág regluliga. Ein orsøk kann júst vera, at samfeløgini á evropeiska meginlandinum koyra í hægri geari enn lívið á føroysku
og dugandi og røsk í øllum, sum tá var at gera í einum barnaríkum heimi við kolkomfýri í køkini og tveimum kýr í fjósinum. Men Petrina var ikki eldri enn so, at hon hillaði við okun í Hagabyrgi og spældi [...] – 6 í tali, og sum nú er floygdur og flogin í ymsar ættir. Soleiðis skifta tíðir og ættarlið. Og gerandisdagurin broytist. Petrina vaks upp í eini tíð, tá ið kúgv var í hvørjum húsi, eisini 20 kýr í Nesi [...] sitið einsamøll í fleiri ár, og er farin í Heimbýlið at búgva – eitt gott tiltak í okkara »modernaðu« tíð, men kortini á so mangan hátt sárt. Sjálv ansaði Petrina móður síni á ellisárum í mong ár – ein
skúlar, flættaðir inn í hvønn annan í einari – halda vit sjálvir – spennandi eind, sigur Rúni Abrahamsen. Hann hevur verið við alla tíðina í einum toymi, sum til tíðir hevur talt upp í 15 fólk. - Vit hava [...] sum hava teknað, og so hava vit havt upp í sama tal av verkfrøðingum í arbeiðinum, og sum sagt hava vit verið upp í 15 fólk, ið hava arbeitt við verkætlanini í senn, sigur Rúni Abrahamsen. MAP Arkitektar [...] týdning. - Vit leggja okkum altíð eftir at bygningurin skal liggja so væl í lendinum sum tilber. Í hesum førinum, har skúlin liggur í skráandi lendi, hava vit gjørt nógv burtur úr at trýsta bygningin so langt
MINNAST TEY FARNU Sunnudagurin 6. februar 2022 var í mangar mátar ein serstakur dagur fyri kirkjufólkið í Føroyum – og somuleiðis fyri kirkjuliðið í Æðuvík: Í fyrstu atløgu, er hesin sunnudagurin við sínum [...] bygningur – í roynd og veru eitt missiónshús - fyri seg uppi á eini høvd. Við einastu hurðina inn í bygningin stendur navnið ”Víkin”, sum eitt minni um, at her var í síni tíð ein útibarnagarður í bygdini. [...] gudstænastu í heimbygdini. (Hetta er fyrsta av íalt fimm greinum um kirkjuliðið í Æðuvík. Har er eingin kirkja, og tí verða gudstænasturnar hildnar í missiónshúsinum.) BYGDU SJÁLVI HÚSIÐ Í fleiri av smærru
er ikki! Tað er veruliga sárt at verða lagdur undir slíkt, sum tú ert ósekur í! Harnæst vórðu svar míni í greinini, sum stóð í danska blaðnum ”Informatión”, viðgjørd. Og her endurgav Elsa meg fleiri ferðir [...] Frelsarans virka, vildi sett hendan, og mong við honum, í tað frælsi, sum tey kanska bert hava hoyrt onnur tosa um. Hesi, sum eru komin út í frælsið, finna vit í dag runt alla heimin. Fylt av samkenslu og trúgv [...] almenn og verða brúkt av m.ø. LGBT runt allan heim. Tey, politikarar og vísindafólk í øðrum londum og eg í Føroyum, vísa á somu tøl. Vit gera tað øll, fyri at fáa tann ræðuliga veruleikan fram, at tey
vóru ein liður í endurreisingini eftir kreppuna, hava ávirkað styrkina í landsfyrisitingini tann skeiva vegin. Í mongum førum hava lønirnar hjá starvsfólkunum verið skerdar, og talið á fólki í almennum starvi [...] samstarvi millum allar partar. Í Føroyum hava vit merkt fleiri álvarsamar broytingar seinastu tíðina. Ógvuslig skattabroyting við at undanskatta og seta í gildi flatskatt fór fram í bráðum skundi uttan stundir [...] eftirspurningseggjandi politikkur við íløgum, men eisini eftirlit í fíggjargeiranum, virknari skattavald og rættarverk, íløgur í undirstøðukervið og í útbúgving og gransking. Norðurlond hava søguliga havt almenna