Fýra ár hevur verkætlanin tikið frá hugskoti til lidna bygningin á Argjahamri.
Vanliga verður sagt, at ein privat verkætlan skal hava fimm ár um at búnast, meðan ein almenn verkætlan tekur dupult so langa tíð at búnast. Men Skúlin á Argjahamri hevur bert tikið fýra ár.
- Eg havi ikki verið við til nakra verkætlan, har tað hevur gingið so stutt tíð frá fyrstu strikuni til lidna verkætlan, sigur Rúni Abrahamsen.
Men ætlanin við skúla á Argjum hevur verið ógvuliga umskiftilig. Upprunaliga var ætlanin at byggja verandi Argja skúla út, men ringu royndirnar við at byggja skúlan í Kollafirði út gjørdi, at hendan ætlanin var slept, og síðani var farið undir at finna hóskandi øki til ein spildurnýggjan skúla.
- Tað vísti seg at rigga ógvuliga illa at hava børn gangandi í skúlanum í Kollafirði, meðan arbeitt var upp á at byggja skúlan út. Har vóru trupulleikar bæði við larmi og støvi, sum næmingar og lærarar máttu ganga í hvønn dag, og tað var so ein av grundunnum til, at avgerð varð tikin um at byggja nýtt á Argjum, sigur Rúni Abrahamsen.
Hamarin á Argjum var so valdur til nýggja skúlan, og tað hóskar rættiliga væl við, at har longu framman undan varð bygdur ein barnagarður, so alt nú liggur í sama øki.
Nógvir pennar
- Fyri okkum hevur tað alla tíðina havt stóran týdning, at hava fokus á arkitekturin. Somuleiðis hava vit lagt dent á eitt støðugt og gott samstarv við leiðslubólkin, sum leypandi er komin við góðum hugskotum, sigur Rúni Abrahamsen.
Í leiðslubólkinum hava verið lærarar og skúlaleiðsla, og eisini næmingarnir eru komnir við sínum ynskjum.
- Fyri okkum stóð beinanvegin greitt, at ein slíkur bygningur skal verða funktionellur, vakur og verða settur rætt saman. Úrslitið er tríggir ymiskir skúlar, flættaðir inn í hvønn annan í einari – halda vit sjálvir – spennandi eind, sigur Rúni Abrahamsen.
Hann hevur verið við alla tíðina í einum toymi, sum til tíðir hevur talt upp í 15 fólk.
- Vit hava verið fýra og onkuntíð seks arkitektar, sum hava teknað, og so hava vit havt upp í sama tal av verkfrøðingum í arbeiðinum, og sum sagt hava vit verið upp í 15 fólk, ið hava arbeitt við verkætlanini í senn, sigur Rúni Abrahamsen.
MAP Arkitektar hava staðið fyri fleiri stórum verkætlanum í Føroyum áður, og hava tí royndir at tekna stórar bygningar. Men kortini hava teir verið og hugt eftir øðrum skúlum, fyri at fáa íblástur til hesa risastóru verkætlanina, sum er hin størsta hjá Tórshavnar kommunu nakrantíð.
Opin skúli
Beinanvegin, tú kemur inn í skúlan, varnast tú nógva glasið. Alt økið rundan um høvuðsinngongdina er av glasi, og longu her fær tú varðhugan av, at glas spælir ein týðandi leiklut í skúlanum sum heild.
- Vit hava lagt stóran dent á, at skúlin skal verða opin á tann hátt, at tú næstan skal síggja tvørtur gjøgnum allan skúlan. Veggirnir inn í skúlastovurnar eru fyri tað mesta glas, og tað er út frá tí, at vit hava hildið, at tað er áhugavert at síggja og síggjast, sigur Rúni Abrahamsen.
Samstundis er stórur dentur lagdur á, at hava nógv skot og krókar runt um í skúlanum, har næmingar einsæris ella saman kunnu seta seg og verða mest sum avbyrgdir frá umheiminum.
- Hvør skúli hevur sítt miðøki, har næmingar kunnu vera einsæris ella fleiri saman. Eisini ber til hjá heilum flokkum at savnast har, og tú kanst enntá eisini savna fleiri flokkar saman, sigur Rúni Abrahamsen.
Sum nevnt er talan um tríggjar skúlar í sama bygningi, og hvør skúli er ætlaður hvør sínum aldursbólki soleiðis, at tey yngstu eru fyri seg, tey elstu fyri seg og so eru tey mitt ímillum fyri seg.
- Vit hava kallað hvønn skúla fyri ein heimspart, og hvør heimsartur hevur sín egna lit. Samstundis sæst millum heimspartarnar soleiðis, at tey yngstu kunnu síggja inn í lovaða landið, sigur Rúni Abrahamsen.
Liggur væl í landslagnum
Tá farið verður undir eina slíka bygging, so hevur lendið stóran týdning.
- Vit leggja okkum altíð eftir at bygningurin skal liggja so væl í lendinum sum tilber. Í hesum førinum, har skúlin liggur í skráandi lendi, hava vit gjørt nógv burtur úr at trýsta bygningin so langt niður, sum tilber, so at hann skal taka seg betri út. Og tað halda vit hevur eydnast væl, sigur Rúni Abrahamsen.
Eisini er dentur lagdur á, at skúlin skal verða so grønur sum tilber.
- Vindeyguni eru nógv í tali og hartil stór. Tey eru gjørd soleiðis, at tey isolera væl, og so er alt stýrt á tann hátt, at tá skúladagrin er av, fara persiennurnar fyri, og harvið fæst ein eyka isolering, sigur Rúni Abrahamsen.
Umframt tey nógvu og stóru vindeyguni kemur eisini ein rúgva av loftsljósi inn í skúlan, sum á tann hátt verður væl upplýstur av náttúrligum ljósi.
- Uttan ímynda vit okkum, at skúlin er ein hamari, og altanarnir eru røkur. Tað er eisini av somu orsøk, at skúlin er heldur dimmur uttan, sigur Rúni Abrahamsen.
Høvuðsinngongdin ímyndar eina stóra gjógv, og tá tú stendur har, sær tú út í sjónarringin. Hetta ímyndar soleiðis, at ein víðkar sín sjónarring.
Eitt annað, ið sæst væl og hevur stóran virkning, eru veggirnir í hesi gjónni, sum halla tríggjar gradir.
- Hetta gevur eitt gott visuelt inntrykk, sigur Rúni Abrahamsen.
Næmingarnir við
Sum nevnt hevur tætt samstarv verið millum arkitektarnar og sonevnda leiðslubólkin, sum alla tíðinia er komin við hugskotum og ynskjum um innrætting og funktionalitet. Og eisini næmingarnar hava havt síni ynski.
- Næmingarnir hava í veruleikanum havt trý ynskir, sum teir hava fingið við í nýggja skúlan, og tað er ein kafé, lockers ella skáp, og so hava teir havt eitt stórt ynski um, at WC’ini skuldu vera vanlig. Og tað vil siga ikki hesi WC’ini, vit síggja í øðrum stórum skúlum, har 10-15 WC básar eru í hvørjum rúmi, sigur Rúni Abrahamsen.
Við at hava vanlig WC í skúlanum slepst undan einum typiskum happirúmi, og fyri mong er tað ein fyritøka, bara at fara inn í eitt av hesum stóru rúmunum, ið rúma einum hópi av WC básum.
- Hetta saman við skápunum eru næmingarnir ógvuliga fegnir um at hava fingið við í verkætlanina. Somuleiðis hava teir fingið eina kafé, har teir til ávís høvi kunnu selja kaffi, køkur ella okkurt annað. So vit kunnu av røttum siga, at vit hava tikið hædd fyri teimum ynskjum, sum bæði lærarar og næmingar hava havt við nýggja skúlanum á Argjahamri, sigur Rúni Abrahamsen.